mikudagur 16. juni 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
34
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Í tí Harrans ári 1967 var vitjanin
hjá Lübeck tann fremsta fót bólts
vitjanin, sum føroyingar nakrantíð
høvdu verið vitni til. Jørleif greiðir
frá: Tað týska liðið æt VfB Lübeck.
B36 hevði ein eysturríkskan venjara,
sum æt Walther Pfeifer. Pfeifer og
venjarin hjá Lübeck vóru vinmenn,
og tað var uttan iva høvuðsorsøkin
til, at ferðin til Føroya kom í lag.
Lübeck var tað fyrsta veruliga topp
liðið sum vitjaði í Føroyum, og sum
spældi fótbólt, sum føroyingar ikki
vóru vanir við at síggja.
Slættir vøllir
Nógv var lagt fyri at fáa vøllirnar
at síggja gott út til dystirnar, sum
Lübeck skuldi spæla í Føroyum. –
Eg minnist niðara vøll í Gundadali,
tað var so einasti vøllur í Havnini
tá, hann var so slættur sum eitt
biljardborð. Hann var trumlaður,
og hann var einastandi fínur og
slættur. Men sjálvandi aftaná allar
hesar fyrireikingarnar, so fór tað at
oysregna, tá vit skuldu spæla ímóti
Lübeck. Men hetta forðini kortini
ikki spælarnar hjá Lübeck at vísa
okkum hvussu fótbóltur eigur at
spælast.
Málverji hjá Lübeck
Málverjin hjá Lübeck fekk ein
snudd, og liðið hevði tí brúk fyri
einum málverja til dystin ímóti KÍ
á Norðoyastevnu. – Teir høvdu ein
eyka málverja, men av einari ella
aðr ari orsøk, so spurdu teir meg, um
eg kundi verja málið hjá teim um.
Eg var ógvuliga spentur til dystin,
sum skuldi verða ímóti KÍ á Norð
oyastevnu, so spentur, at eg minnist
ikki nógv av tí, sum hendi áðrenn
dystin, og rundanum dystin, men eg
minnist kortini, at tað vóru nógvir
áskoðarar. Týsku spælarnir søgdu
við meg áðrenn dystin, at eg skuldi
bara gera tað so gott, sum eg kundi,
og at eg skuldi fáa alla ta hjálp, sum
eg hevði brúk fyri, og tað fekk eg
eisini, greiðir Jørleif frá.
Tilvildarligt KÍ-mál
Tað eydnaðist tí tá tiltikna KÍlið
num at skora ímóti Lübeck og
Jørleifi. – Tað var eitt sindur skemt
iligt. Eg hevði fingið bóltin, og eg
spark aði bóltin út á miðjuna til ein
sum æt Claus, men Claus royndi
at dribbla, og hann misti bóltin
til Jákup Gerðalíð. Jákup Gerðalíð
hugdi upp, og hann sær, at eg var
ikki komin inn aftur í málið, og
hann sparkaði bóltin uppum meg,
og bein leiðis í málið. Tað var ikki so
stutt ligt hjá mær, men tað stuttliga
hjá mær var, at hinir spælarnir
hjá Lübeck skeldaðu Claus og ikki
meg.
Kundi enda í Týsklandi
Lübeck vóru ikki so væl fíggjarliga
afturi í 1967, og tí komu teir at missa
málverjan hjá sær til kappingarárið
19671968, sum lá fyri framman. –
Tað var ein einastandandi góður
mál verji, hann var fleiri ferðir betri
enn eg, men eg fekk so ein fyri
spurning um, at eg møguliga kundi
koma og royna meg í Lübeck, men
tað gjørdist ikki til meir enn prát.
Eg má kortini staðfesta, at teir hava
ikki gloymt meg. Í fjør vitjaði ein av
spælarunum meg her í Føroyum, og
seinni í summar fara eg og konan
til Týsklands. Vit hava fingið eina
innbjóðing, sum vit ikki kunnu
siga nei til. Fyri tað fyrsta so fáa vit
eitt frítt uppihald í einum ógvuliga
fínum gistingarhúsi í Lünenburg,
har ein av spælarunum hjá Lübeck,
Gerd Freier býr nær við. Á skránni
er eisini, at vit skulu á leikvøllin
hjá VfB Lübeck, og har sleppi eg at
møta fleiri av teimum spælarunum,
sum vóru við Lübeck í Føroyum í
1967, og tað gleði eg meg nógv til,
greiðir Jørleif frá.
Eftirlýsir myndir
Túrurin í Føroyum má hava havt
eitt stórt árin á týsku spælarnar.
– Í fleiri ár aftaná túrin hevði eg
sam band við tann spælaranar, sum
búðu hjá okkum. Við árunum misti
eg sambandið, men tá Gerd Freier
kom til Føroya í fjør, kom sam
bandið í lag aftur. Týsku spælarnir
vóru ómetaliga glaðir fyri túrin, tí
teir búðu allir privat úti hjá fólki,
og eg ætli mær eisini at bera heils
ur frá teimum fólkunum, sum spæl
arnar búðu hjá afturi í 1967, tá eg
fari til Lübeck fyri at hitta gomlu
spælarnar. Jørleif eftirlýsir myndir
frá Føroyatúrinum hjá VFB Lübeck.
Týska liðið spældi ímóti bæði B36,
KÍ og býliðnum (HB og B36). Jørleif
heitir á fólk, sum liggja inni við
myndum frá 1967 um at seta seg
í samband við seg, so hann kann
skanna allar hesar myndirnar, og
hava hesar við til Týsklands, og vísa
tær fyri gomlu spælarunum hjá
Lübeck. Myndaánarar kunnu hitta
Jørleif Kúrberg á fartelefonnummar
220279.
heris@sosialurin.fo
Eftirlýsir fótbóltsmyndir frá 1967
fótbóltur Í 1967 vitjaði týska fót bólts liðið, Lübeck í Føroyum. Táverandi B36-málverjin, Jørleif Kúrberg vardi
málið hjá Lübeck í einum norðoya stevnudysti. Nú skal hann hitta spælarnar hjá Lübeck aftur niðri í Týsklandi
Teir høvdu ein eykamálverja, men av
einari ella aðrari orsøk, so spurdu teir meg,
um eg kundi verja málið hjá teimum
Jørleif Kúrberg vardi málið hjá týska felagnum Lübeck í Norðanstevnudysti í 1967
Mynd: Álvur Haraldsen