Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Ítróttur Snorri Brend Hóast venjingarumstøðurnar ikki eru nøktandi, megnaði Støkk í am­ boðsfimleiki at vinna eitt FM­heiti fyri einstaklingar hjá kvinnum, og tvey fyri lið hjá ávíkavist pink­ um og kvinnum. Harumframt eru fleiri heiðursmerki vunnin í kapp­ ingunum, sum hava verið í vetur. – So sigast má, at vit hava nógv­ ar sera dugnaligar fimleikarar og ágrýtnar venjarar í okkara felagi. Hetta dugnasemið vísir seg m.a. í kapp ingum uttanlands, har tvær kvinnur frá Støkk umboðaðu Før­ oyar í NM í Finnlandi í apríl mán­ aði. – Hóast einki heiðursmerki kom burturúr, vóru kvinnurnar væl nøgdar við úrslitið, verður sagt úr fel agnum. Aftur í ár hevur verið kappast í estetiskum fimleiki, og har kláraði Støkk seg væl. Smágenturnar gjørd­ ust føroyameistarar, pinkur, gentur og kvinnuunglingar vunnu silvur og kvinnurnar fingu bronsu. Fleiri heiðursmerki vórðu eisini vunnin í estetisku steypa kapp­ ingunum í vetur, so hetta hevur eis ini verið eitt gott ár fyri estetiska fim leikin í Støkk. Nýggj Støkkhøll Hetta, at tað eru so nógvir íðk andi limir, setur stór krøv til venj ingar­ umstøðurnar, tí felagið ynskir at bjóða eitt gott og fjølbroytt til boð til bæði breiddarfimleik og kapp­ ingar fimleik. Arbeitt hevur leingi verið við eini ætlan um eina nýggja Støkkhøll og hetta arbeiðið heldur fram. Í nýggju høllini verða sera góðar umstøður til amboðsfimleik, estetiskan fim­ leik og breiddarfimleik. – Vónandi verður Støkkhøllin veru leiki í nærmastu framtíð, verð­ ur sagt. Eystanstevnan Á Eystanstevnu skipar Støkk fyri renn ing fyri øll áhugað. Runnið ella gingið verður 2,5 km og 5 km, og byrjað verður við ítróttar høllina hóskvøldið kl. 19. Støkk skipar eisini fyri karne­ valinum, sum verður fríggjakvøldið. Farið verður frá Glyvra skúla kl. 19, har ítróttarfólk frá Støkk, NSÍ og Kapp róðrarfelagnum NSÍ, í besta karne valstíli, ganga út á stevnu økið. snorri@sosialurin.fo fimleikur Fimleikafelagið Støkk er eitt stórt og sterkt felag, sum í ár hevur havt 650 íðkandi limir úr nærum øllum bygdum í Eysturoynni, umframt úr nøkrum bygdum í Norðurstreymoy og Norðoyggjum. – Eitt so stórt felag krevur góðar venjingarumstøður, og hesar eru í løtuni ikki á hædd við ambitiónirnar hjá felagnum, verður sagt Støkk stendur sterkt Kristina Toftegaard úr Støkk gjørdist føroyameistari hjá kvinnum í amboðsfimleiki. Fríðhild Norðgerð úr Støkk gjørdist nr. 2 Smágenturnar úr Støkk gjørdust føroyameistarar í estetiskum fimleiki í ár