Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 4 Sosialurin Randi Jacobsen 29 ára gamla Maj-Britt Dam- Jacobsen situr framvegis og gætur og spyr út í tóman heim, hví ættleiddi sonur henn ara Markus týsdagin varð tikin fá henni og fluttur til Danmarkar. Stutt eftir, at tey komu heim við Markusi, fór hon til Ríkisumboðið og bað um at verða sundurlisin frá mann- inum. Hesa umbøn tók hon tó beinanvegin aftur, tí hon fekk at vita, at sundurlesing fór at hava við sær, at hon ikki endaliga fór at verða góð kenningina at ættleiða Mark us. So seint sum 23. apríl fekk hon frá Ríkisumboðnum bræv um, at málið um ætlaðu sund urlesingina ikki fór at nerva ættleiðingina. Í grundgevingini fyri at taka rættin til ættleiðng frá henni aftur, verður nevnt, at tey hava afturhildið upp - lý s i ng ar um, at hann hevði tveir dómar fyri rúsdekka- koyr ing, og at hon í fjør fekk ein treytaðan dóm fyri harð- skap. Maj-Britt Dam-Jacobsen skilir framvegis ikki, at Ríkis- umboðið nú í juni mánaði fór at koma fram við teimum dómunum. Tey høvdu skilt tað sum, at dómarnir ongan ávirkan høvdu. 17. november í fjør var alt í lagi, og somuleiðis 23. apríl, vísa brøvini, sum Sosialurin hevur sæð. Gróvu djúpari Men aftaná tað er Ríkis um - boð ið farið at grava djúp ari í við ur skift un um hjá Maj- Britt og Inga Dam-Jacob sen og fekk tá kunn leika til dóm- arnar. Tað eru upp lýs ingar, sum Ríkis um boðið leggur tey bæði undir at hava dult. – Um hatta hevði so stóran týdning, hví kannaðu tey so ikki viðurskiftini, áðrenn vit fingu Markus? spyr Maj-Britt men fær einki svar. Tað framgongur av mál- in um, at barnaverndin var ímóti at taka dreingin. Útsagnirnar hjá heilsu- systir og sosialráðgeva siga allar, at drongurin treivst væl, var ein glaður drongur og knýtti seg fast at báðum foreldrunum. Hann var ikki væl fyri, tá ið tey fingu hann, hevði einki gingið og onga stimulering fingið. Nú var hann farin at tosa føroyskt og mentist í hvørjum. Alt tikið við Í brævinum um at Ingi og Maj-Britt Dam-Jacobsen fór at missa góðkenningina til at ættleiða er alt møguligt tikið við. Fyrst og fremst eru tað dómarnir. Haraftrat verður nevnd ætlanin um sundurlesing, og at tey eru flutt fleiri ferðir. Nevnt verð- ur eisini, at tey ikki altíð hava svarað tað sama, tá ið tey hava verið spurd um bústað og annað. Hetta var tað, sum bæði Ríkisumboðið og føroyska adopsjónssamráðið komu til. Málið varð sent til donsku adopsjónsnevndina, sum fyrrapartin týsdagin eftir minni enn trimum tímum tók undir við hesi avgerð. Maj-Britt Dam-Jacobsen held ur tað vera løgið, at nevnd in á einum so stuttum fundi kundi koma til somu niðurstøðu. Beint sum danska adop- sjóns nevndin hevði tikið av gerðina, fóru myndug leik- arnir eftir Markusi. Maj-Britt hevur funnið útav, at teir báðir politistarnir høvdu gingið í túninum í langa tíð og hildu vakt, áðr- enn øll hini komu á gátt. Teir komu ongantíð inn, men vóru bara við húsini. Hon hugsar og hugsar, um nakar møguleiki er fyri at fáa Markus aftur. Og hvar hann má vera. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Fyri tíðina verður nógv herverk gjørt ymsa staðni í Tórs havn ar komm unu, og alt bend- ir á, at tað eru stór børn ella ung lingar, sum gera hetta. Nýggi Dagstovnurin á Hamrinum stendur í einum friðarligum øki, men tær seinastu vikurnar hava nakr- ir tilburðir verið inni á økinum hjá dag stovn- inum og á FIFA-vøll inum, ið er beint niðanfyri. Hetta er alt hent, með an stovnurin hev ur verið stongdur, tað vil siga millum klokk an 17 og 07. Tvær ferðir hava gestir verið inni eínum spælihúsi í garðinum og roynt at sett eld á bonk og borð. Eitt útiborð varð ein dag knúst suður. Beint niðan fyri Dag- stovninum á Hamr i num er fyrsti FIFA-spæli vøll- urin í Før oy um. Har eru altíð stór og smá børn og spæla. Heldur ikki hesin vøllurin hevur fingið frið, tí í trimum støðum er roynt at seta eld á graslíkisvøllin. Sárini í vøllinum eru so mikið álvarslig, at neyðugt verður at skifta graslíki út, og tað kostar. Tað eru ikki smá - børnini í Dag stovn in- um, sum hava gjørt herverkið, men hetta upptøkur børnini nógv, siga starvsfólkini. Tey eru sannførd um, at herverkið einki hevur við stovnin at gera, men tey heita so inniliga á foreldur um at tosa við stóru børn síni um, at slíkt má eingin gera. Bæði vøllur og spælihús eru har fyri at gleða børnini, og tá onkur ger seg inn á slíkt, verða børnini kedd. Fer at stríðast fyri at fáa Markus aftur Ilt er at fáa eyga á aðrar orsøkir enn dómarnir til, at ættleiddi Markus týsdagin varð tikin frá føroysku foreldrum sínum Gera seg inn á spæli pláss Markus knýtti seg beinanvegin til Maj-Britt og til pápan Inga, sum regluliga tosaði við sonin umvegis Skype. Beinanvegin sum Markus varð tikin frá mammuni, setti skipið, sum pápin siglir við, kós móti landi í Afrika. Ingi skuldi annars ikki koma heim fyrr enn í juli. Nú verður hann her um nakrar dagar Í Dag stovn in um á Hamrinum á Argjum harmast tey um her verk ið, sum er framt bæði á stovn inum og á FIFA- vøllin um seinastu tíðina.