Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 4 VIKUSKIFTI samrøða Óli Jákup Jacobsen oj-j@hotmail.com Eyðbjørn Karbech Mouritsen hevur altíð verið sum aðrir dreingir á sínum aldri. Hann er uppvaksin og gekk í skúla á Argjum, inntil hann flutti nið ur við familjuni í 4. flokki. Hann valdi sum flest onnur at taka eina studentarútbúgving, og kom hann tá aftur til Føroya at ganga í Hoydølum. Ikki grunaði Eyðbjørn, at hansara lív skuldi fáa eina bratta og álvarsliga vending fá ár seinni. »Eg hevði ongan­ tíð fyrr verið sjúkur. Alt mítt lív hevði eg verið likamliga væl fyri, har ítróttur hevur fylt um ikki allan so ein ófat­ iliga stóran part av mínum lívi. Mill­ um annað havi eg gjørt sera nógv við fót bólt, rógving og renning. Tað, at eg nakr antíð skuldi blíva álvarsliga sjúkur, var als ikki nakað, sum eg trúði kundi henda fyri meg. Men tað gjørdi tað,« sigur Eyðbjørn. Ongantíð verið so kaldur Tað var við endan av 3.g í Hoydølum í 2006, at Eyðbjørn byrjaði at merkja, at alt ikki var, sum tað átti at vera. »Mitt undir teimum endaligu royndunum í Hoydølum fekk eg eina influenza. Í fyrstuni hugsaði eg ikki stórvegis um hana og helt, at hon skjótt fór at ganga yvir. Eg tímdi ikki at avlýsa ella útseta royndirnar, men kreftirnar at lesa uppá og fyrireika meg vóru næstan ikki til staðar. Serliga minnist eg, tá eg skuldi upp í ítrótti. Ein floksfelagi og eg høvdu gjørt eitt rættiliga hart og krevjandi program, ið kravdi styrki og konditión, har eg m.a. skuldi svimja í Gundadali. Ongantíð í mínum lívi havi eg verið so kaldur, sum tá eg leyp í hylin. Kuldin var næstan til at taka í, og var tað mær heilt ógjørligt at fáa hitan aftur. Við hjálp frá nógvum koffein­ og pínustillandi tablettum megnaði eg hóast alt at gjøgnumføra pro grammið,« sigur Eyðbjørn við einum skeivum smíli. »Influenzan vildi ikki fáa ein enda, men eg sá tó onga orsøk at óttast fyri tað, tí eg var ungur og væl fyri. Omma mín, sum eg búði hjá, byrjaði tó eftir tveimum vikum at blíva eitt sindur nervøs og fór at skumpa undir at fáa meg til læknan. Hugurin hjá mær at fara til læknan var als ikki til staðar, men eg gjørdi tað tó, tá omman segði, at nú var nokk! Tey heldur óvæntaðu boðini frá læknanum vóru ikki at taka feil av: »Eyðbjørn, tú hevur eina sera alvorliga influenza!« og bað hann meg skjótast gjørligt um at fara oman til Lands sjúkrahúsið og kanna meg nærri«, sigur Eyðbjørn. »Dagin fyri mína síðstu roynd fór eg á sjúkrahúsið. Eg var har í fleiri tímar, bleiv fluttur aftur og fram uttan at vita, hvat ið gekk fyri seg. Tey tóku nakrar blóðroyndir og bóðu meg koma aftur dagin eftir. Eitt gloymi eg ongantíð, og tað er, tá ið læknin skjótt hugdi gjøgnum tølini frá blóðroyndunum og segði so hart og týðiliga: Ja, tú er sjúkur!«, sigur Eyðbjørn. Hvar bleiv hann sjálvur av har afturi? »Tann endaliga royndin í støddfrøði var eisini ein sannur bardagi. Tá eg stóð við talvuna, sortnaði tað í heilum, og var tað mær næstan ógjørligt at konsentrera meg. Haraftrat sveittaði eg so illa um hendurnar, at kritið varð fulkomiliga vátt, og misti eg tað á gólv. Tá eg skuldi fáa karakter, segði lærarin, at hann var eitt sindur skuffaður av mær, men eg var rættiliga líkaglaður og ynskti bara at fáa húgvuna, so eg kundi sleppa avstað aftur,« sigur Eyðbjørn. »Tað, ið eg minnist sum serliga hart, var, tá ið vit skuldu taka ta síðstu floksmyndina í Hoydølum, har vit øll stóðu í føroyskum klæðum og studentar húgvu. Bara tað at standa Frá blóðkrabba til maraton uppá átta mánaðir – Hóast tað mangan stóð Ógvuliga nógv á, valdi eg ongantíð at geva upp. soleiðis tekur ungi argjamaðin, EyðbJørn KarbEch mouritsEn, til, ið longu sum 21 ára gamal fekk staðfest blÓðKrabba. les Her um Hvussu EyðbJørn við sínum Ótrúliga stríðsvilja basti tí ræðuligi sJúKuni, ið mundi tikið lívið av Honum, og Hvussu Hann fáar mánaðir seinni við manér staðfEsti sigurin við at renna teir 42 kilometrarnar í einum maratoni Influensan vildi ikki fáa ein enda, men eg sá tó onga orsøk at óttast fyri tað, tí eg var ungur og væl fyri Kemoviðgerðin, ið Eyðbjørn Karbech Mouritsen fekk aðru ferð var so sterk at um hann pissaði og okkurt av pissinum rakti húðina, so etsaði tað hol á húðina