Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 10 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta er spell! Sigvald Kristiansen, for­ maður í Lands felag pensjón­ istanna, harmast um, at sam­ gongan enn einaferð hevur gjørt av at skerja livikorini hjá pen sjónist unum fyri at fáa hallið á fíggjar lógini at minka. Hann sigur, at enn hevur felagið ikki fingið uppskotið um at strika javn ingina av pensjónum fyri næsta ár, til hoyringar. Hinvegin ásannar hann, at vit eru mitt í sparitíðir og undir hesum um støðum slepst ikki undan, at pen sjón­ istar eisini koma at merkja til spar ingar. – Men tað skal ikki raka teir, sum frammanundan eru ringast fyri, sigur Sigvald Kristiansen. Í hesum sambandi sipar hann til teir pensjónistar, ið bara hava fólkapensjón og Sam haldafasta, sum formliga eitur AMEG, at liva av. – Tað eru tveir triðingar av pensjónistunum, ið onga aðra inntøku hava enn fólka­ pensjón og AMEG at liva av. Og tað sigur seg sjálvt, at verður automatiska árliga hækkingin upp á 3%, sum skal byrgja upp fyri prís­ hækkingum, eisini strikað, fer tað at merkjast væl hjá øllum hesum pensjónistunum. – Tað merkir, at fólka­ pensjónin fer at standa í stað, hóast prísirnir í samfelagnum uttan fara at hækka. – Sostatt fer hetta at føra við sær, at keypiorkan og harvið livistøðið, hjá pen­ sjónistunum, fer at lækka enn meiri. Breiðir herðar Ístaðin fyri at raka tey, sum bara hava vanliga fólka­ pensjón og AMEG at liva av, skjýtur formaðurin í Lands­ felag Pensjónistanna upp, at politikararnir friða teir pensjónistar, ið bara hava fólka pensjón og AMEG, og ikki taka meiri frá teimum. Skal nakað partú takast frá pensjónistum, eigur tað at verða tikið frá teimum, sum hava aðra inntøku afturat pensjónini og AMEG. – Í slíkum førum eiga vit, sum hava góða pen sjón afturat vanligu fólka pen­ sjón ini, at tola, at betala tann partin eisini, so at teir pen sjónistar, sum eru ringast fyri, fáa frið, sigur Sigvald Kristiansen. Annars hevur Almanna­ ráðið boðað frá, at uppskotið er sent avvarðandi pørtum til hoyringar. Tá ið vit tosaðu við Sigvald Kristiansen, hevði ikki sæð lógaruppskotið, men hann væntar at Landsfelag Pensjónistanna er ein av­ varðandi partur. – Tá ið vit fáa uppskotið fara vit at viðgera tað og at siga okkara meining, sigur hann aki@sosialurin.fo Tak frá okkum Sigvald Kristiansen, formaður í landsfelagnum hjá pensjónstunum, heldur, at pensjónistar, sum bara hava fólkapensjón og AMEG at liva av, eiga at fáa frið, so kunnu pensjónistar, sum hava aðra inntøku afturat, heldur betala meir SKERDIR PENSJÓNISTAR Tað er spell at samgongan aftur tekur frá teimum, sum hava minst frammanundan. Teir kundu heldur tikið eitt sindur meiri frá okkum øðrum, sigur landsformaðurin hjá pensjónistunum Fyri at minka hallið á fíggj arlógin, ætlar sam­ gongan nú at taka 12 mill iónir frá teimum, sum fáa fólkapensjón, av lamis pensjón, fyri­ tíðar pensjón, barna­ peng ar ella aðrar al­ manna veit ingar. Sum støðan hev ur ver ið, eru allar almanna­ veit ingar automatiskt hækk aðar 4% um árið við tí fyri eyga at byrgja upp fyri prís hækkingum, so at livi støðið ikki skuldi lækk að av tí, at prísirnir á mati, olju og øðrum, fóru upp. Men fyri stuttum lækk aði samgongan hesa hækk ingina niður í 3%. Og næsta ár er ætl­ anin, at hækkingin skal fella heilt burtur. Rósa Samuelsen, lands stýriskvinna í al­ manna málum, er nú í ferð við at snikka eitt lóg ar upp skot til, har enda málið er at taka hesa prístals­hækk ing­ ina burtur í 1011. Rósa Samuelsen sig­ ur, at hetta fer at spara landskassanum fyri eina útreiðslu upp á 12 milli­ ónir í 2011, sum so statt verða tiknar frá øll um teimum, sum fáa pen­ sjónir av ymsum slagi. Men í játanar­ karm inum, sum varð samtyktur í Løg ting inum í vár, ger sam gongan eisini greitt, at auto­ matiska hækkingin upp á 3% skal eisini setast úr gildi í 2012 og tað fer so at spara landskassanum eina útreiðslu upp á 12 milliónir afturat. Men her kann verða lagt afturat, at í lógini, sum automatiska hækk­ ingin verður avtikin eftir, er ongin tíðarav­ mark ing. Hinvegin sigur Fróði Jacobsen, stjórn ar­ sam skipari í almanna­ málaráðnum, at politiski viljin er, at her er talan um eina fyribils loysn. Samgongan sigur í endamálið er, at út reiðsl­ urnar til almennar lønir, skulu ikki hækka í 2011 og í 2012. Tað merkir at enda samráðingarnar millum fígjarmálaráðið og fak­ feløgini á almenna ar­ beiðsmarknaðinum við lønarhækkingum, skulu tilsvarandi sparingar finn ast á fíggjarlógini. Men av tí, at út reiðsl­ urnar til lønir ikki skulu hækka, heldur sam­ gongan eisini, at tað rætt asta er, at al manna­ veit ingarnar heldur ikki skulu hækka í 1012 og 2011 Men lagt verður aft­ ur at, at enda sam ráð ing­ arnar kortini við, at løn­ irnar hækka, skal málið um at strika hækk­ ingarnar í al manna veit­ ing unum, eisini takast upp til nýggja viðgerð. Tað er eisini ætlanin, at lestrarstuðulin skal frystast fastur í 2011 og 2012 og tað sparir land inum 4,5 milliónir krónur tilsamans hesi bæði árini. Her er ein uppgerð yvir, hvussu hart tey nýggjastu tiltøkini hjá samgonguni raka pensjónistarnar. Tað sæst, at næsta árini missur ein stakur pensjónistur 1.356 krónur og í 2102 missur hann 2.752 krónur. Sostatt ger broytingin, sum samgongan nú ætlar at seta í verk, at í 2012 verður ein stakur pensjónistur 4.108 krónur fátækari enn hann er í dag. Ein giftur pensjónistur missur tilsamans 2.999 krónur hesi bæði næstu árini. Tað er Landsfelag Pensjónistanna, sum hevur sett roknistykkið upp. Pensjón­ istar ov dýrir fyri lands­ kassan Almennar lønir skulu ikki hækka og tí eiga pensjónir heldur ikki at hækka BREIðIR hERðAR So nógv missa pensjónistarnir STØK Missur av pensjónsviðbótini: 37.884 kr. x 3 % = 1.136 kr. Missur serligari viðbót/oljuviðbót: 7.344 kr. x 3 % = 220 kr. Sostatt er skerjingin í 2011: 1.136 kr. + 220 kr. = 1.356 kr. Skerjing í 2012: 1.356 kr. + 1.170 kr. + 226 kr. = 2.752 kr. GIFT Missur av pensjónsviðbótini: 29.328 kr. x 3% = 880 kr.. Missur av serligari viðbót/oljuviðbót: 3.672 x 3% = 110 kr. Skerjing í 2011: 880 kr. + 110 kr. = 990 kr Skerjing í 2012: 990 kr.+ 906 kr. + 113 kr. = 2.009 kr.