Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 9 VIKUSKIFTI Desmond Mpilo Tutu er føddur í 1931 í Klerksdorp, Transvaal, Suðurafrika. Longu meðan hann gekk í skúla, setti Tutu spurnaðartekin við mannamunin í Suðurafrika. Tað kundi ikki passa, at Livingstone fann Afrika, tá tey svørtu longu búðu har frammanundan. Serliga í 70’unum og 80’unum var Tutu sera virkin í mótstøðurørsluni ímóti Apartheit. Kirkjan hevði ein fríari leiklut enn politisku rørslurnar, og tað gjørdi Tutu sær dælt av. Í 1984 fekk Desmond Tutu friðarheiðursløn Nobels fyri sítt drúgva arbeiði fyri friði og semju í Suðurafrika. Desmond Tutu var 62 ára gamal, tá hann fyrstu ferð kundi seta sín kross á einum vali. Tað var á fyrsta demokratiska valinum í Suðurafrika, sum var í 1994. Hann er serliga kendur fyri sítt stóra arbeiði í 90’unum, tá hann stóð á odda fyri at kortleggja, hvat veruliga hendi í Suðurafrika frá 1960-1994. Hann førdi yvirgangsmenn og offur saman, og arbeiddi fyri fyrigeving, soleiðis, at landið kundi skapa sær eina friðarliga framtíð, heldur enn at enda aftur í hatri og borgarakríggi.. Tutu hevur sjálvur skrivað eina bók um hesa fyrigevingartilgongdina, nevnd: »Eingin framtíð uttan fyrigeving«. Um Desmond Tutu skuldi verið ein filmshetja, so skuldi tað verið James Bond. Hann hevur sagt seg elska øll tey smartu tingini, bilarnar og urini, sum 007 hevur. Og harafturat vinnur hann altíð á tí ónda. Tutu er fótbóltsfjeppari av heilum huga, og nú, meðan HM er, er hann altíð í onkrum klæðum, sum vísa, at hann stuðlar Bafana-Bafana, sum Suður- afrikanska landsliðið verður nevnt. Tá HM varð sett seinasta fríggjadag, var Tutu á pallinum og bjóðaði øllum heiminum vælkomnum til Suðurafrika. Hann var sjónliga lukkuligur og rørdur um, at landi er komið so langt – frá Apartheit og til nú av álvara at verða góðtikið av altjóða samfelagnum. 10 tIng um Desmond Tutu Vildi verið James Bond Hann er friðarheTja og fóTbólTSfjeppari av Heilum Huga. nú hM er í Suðurafrika, gleðist Hann um at land Hansara er komið so langt. Tað eru tvey ting, sum eru óendalig: alheimurin og býttleikin hjá menniskjanum. Og tá tað kemur til alheimin, eri eg ikki eingang heilt vísur. Albert Einstein lagt tIl rættIs: Eydna Skaale lagt tIl rættIs: Inna Törnroos 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðlarnir og Eg MíTT blað - Dag og vikublað Lesi altíð tey føroysku dagbløðini – bæði tí tað er umráðandi fyri meg at fylgja við í tí, sum hendir rundan um meg, umframt at eg havi stóran áhuga fyri tí. Mín heiMaSíða Sjálvandi www.smyrilline.fo fyrst og fremst. Eri tó dagliga inni á portal.fo, jp.dk og politikken.dk Mín Tónleikur POP tónleikur. Í løtuni eru tað - Madonna, Robbie, Michael Jackson og fleiri onnur MíTT SoSiala neTverk Havi ein facbook og ein LinkedIn profil Mín DvD Slumdog Millionaire var mítt seinast góða DVD keyp MíTT MagaSin Keypi ikki nógv magasin Mín SjónvarpSrøð Deiligt at síggja ein gamlan part av »Sex in the City« av og á. Mær dámar eisini væl at hyggja eftir Criminal Minds Mín bók Tvær tær seinastu bøkurnar, sum eg havi lisið eru »God Ledelse i onder tider« og bókin hjá Ayaan Hirsi Ali um lív hennara MíTT úTvarp Lurti ikki nógv eftir útvarpið, men tá eg geri er tað mest ÚF Mín Telefon Iphone í løtuni. Sakni tó mín Blackberry hvaT vil Tú ikki brúka MiðlaTíð uppá? Tað er nógv, men í øllum førum ikki djórafilmar og reality show :-) hvaT irriTerar Teg í MiðlunuM? Rættiliga nógv, men um eg skal geva onkrum hægsta prioritet so er tað Reality Show hvaT vil Tú hava Meiri av í MiðlunuM? Haldi ofta at nógv evni, sum áttu at verðið við gjørd í føroyskum fjøl miðlum, sleppa framvið uttan nakra sum helst viðgerð – tað irriterar meg nógv. Tað er sikkurt fínt at hava fleir føroyskar lætt- ar sendingar, men eg sakni í løtuni at vit hava meira við tyngd í. Henny Á líKnargøtU MARKNAðARSTJóRI Í SMyRIL LINE HEVUR EINA IPHONE MEN SAKNAR SÍNA BLACKBERRy.