Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin og lat hini fáa frið Áki Bertholdsen Verður hetta gongdin, endar tað við, at pen sjón­ istar í Før oyum koma at liva í lutfalsligum fá­ tækra dømi í »væl ferðar­ sam fel agnum Før oyum«. Landsfelagið hjá pen­ sjónistunum fordømir nýggjastu ætlanina hjá sam gonguni um at strika automatisku hækk ing ina upp á 3% av fólka pen sjón­ ini, soleiðis sum ætlanin nú er. Ingrid Henriksen, skriv ari hjá pensjón ist­ unum, hevur lagt ætl­ anina hjá samgonguni fyri landsnevndina hjá pen sjónistunum og har er niður støðan, at tað kann als ikki góðtakast, at ABC samgongan nú frystir fólkapensjónina fasta – Lønir og vøruprísir hækka ár undan ári, og tí eigur fólkapensjónin sjálvsagt eisini at verða hækkað við einum rím­ iligum prosentsatsi, ið avspeglar løn­ og prís­ gongd í landinum, sigur hon. Ikki hækkað í 11 ár Landsfelagið hjá pen­ sjónistunum vísir á, at grundupphæddin í fólka­ pensjónini verður ikki dagførd og sostatt hevur grundupphæddin í fólka­ pensjónini staðið í stað síðan 1999, altso hesi seinastu 11 árini. – Hetta er ein gongd, sum er óhoyrd í norðurlondum, har grund upphæddin og við­ bøtur hækka við ávísum satsi hvørt einasta ár. Síðani 1999 hevur grundupphæddin í Før­ oyum verið 4.169 kr. um mánaðin til støk og 3.313 kr. um mánaðin til gift. Hinvegin er danska grund upphæddin nú kom in upp á 5.448 krón ur um mánaðin til ávika vist gift og støk. – Í staðin fyri at fast­ frysta fólkapensjónina næstu tvey árini, eiga landsins myndugleikar at dag føra bæði viðbøtur og grundupphædd við hóskandi prosentsatsi, ið avspeglar løn­ og prís­ vøkstur í føroyska sam­ felagnum. – Serstakliga eigur grund upphæddin uttan drál at verða dagførd, so hon avspeglar ta pen­ inga upp hædd, sum hvør einstakur per són ur má hava til taks til mat, klæðir og líkn andi útreiðslur, sigur lands felagið hjá pensjón ist unum. aki@sosialurin.fo Taka fleiri túsund krónur frá fólka­ pen sjónistum SKERDIR PENSJÓNISTAR Skerjingin, sum samgongan nú ætlar at seta í verk ímóti fólkapensjónistunum, kann als ikki góðtakast, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum Vit, sum hava góða pensjón, kunnu heldur betala meir Landsfelagið hjá pen sjónist­ unum vísir á, at umframt tær skerjingar, sum eru gjørdar í livikorunum hjá pen sjónistunum seinastu árini, eru enn fleiri skerj­ ingar á veg. Tey vísa á, at Rósa Samuelsen, landsstýris­ kvinna í almannamálum, er júst komin við lógarupp­ skoti, ið leggur upp til, at fólk yvir 18 ár, hálønt sum láglønt – eisini lágløntir fólka pensjónistar og fyri­ tíðarpensjónistar – skulu gjalda brúkaragjald upp á 2.000 krónur fyri hvørt hoyri tól frá tí almenna ella 4.000 krónur fyri hoyri tól til bæði oyruni Tey saman­ bera hetta við støðuna í Danmark, har bæði hoyritól frá tí almenna og battarí til hoyritól. – Gongdin, sum er nú við hækkaðum egingjøldum fyri heimahjálp, umframt yms um brúkaragjøldum og egin gjøldum á eldra­ og heilsu økinum, er sera ódám lig og órógvandi, sigur landsfelagið hjá Pensjón­ istum. – Løgtingið eigur ikki at halda fram at skerja al­ mennu vælferðina og inn­ tøkurnar hjá lágløntum fólka pensjónistum og øðrum lág inntøkubólkum við brúkara gjøldum og skerj ingum, sigur Lands­ felagið. aki@sosialurin.fo Nógvar skerjingar Landsfelagið hjá Pensjónistunum vísir á, at seinastu tvey árini hava fólkapensjónistar verið fyri stórum príshækkingum og skerjingum og tað biðjur felagið politikarar leggja sær í geyma. Tey nevna, at egingjaldið fyri heimahjálp nógv hækkað. Hetta samanbera tey við í Danmark, har varandi heimahjálp er ókeypis. Eitt egingjald upp á 500 krónur er lagt á hjálpitól og kostnaðurin at búgva á eldrasambýli er nógv hækkaður. Harumframt er lægsta egingjaldið fyri heilivág er hækkað frá 800 kr. árliga til 1.195 krónur um árið. Rósa burturstødd Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er burturstødd og tískil eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá henni LæKKANDI LIvIKoR Landsfelagið hjá pensjónistunum fordømir nýggjastu ætlanirnar hjá samgonguni, sum fara at føra til, at fólkapensjónistar verða fleiri túsund krónur fátækari Fleiri skerj­ ingar á veg