Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 11 VIKUSKIFTI Grand Mistral Reiðarí: Iberojet, Skrásett: Spania, Bygt: 1998, Tons: 48.200 Ferðafólk: 1.700, Manning: 670, Longd: 219 metur, Breidd: 28.8 metur Grand Mistral kemur á Havnina tvær ferðir í summar. Fyrstu ferð er 21. juli kl 13.00. Tey 1.650 ferðafólkini umborð eru sponsk og koma úr Bergen ávegis Reykjavík. Aðru ferð er 10. august kl 08.00 tá skipið er á veg úr Reykjavík til Bergen við 1.650 ferðafólkum. Grand Mistral varð upprunaliga kallað fyri »Projekt J31« - skipið hevði onki reiðarí og var bygt upp á spekulatión. Fyrstu árini sigldi hon fyri Festival Cruises, men tá tað reiðaríið fór á húsagang í 2004 tók núverandi reiðaríið, Iberojet, yvir. Costa Luminosa Reiðarí: Costa Cruises, Skrásett: Italia, Bygt: 2007, Tons: 92.700 Ferðafólk: 2.260, Manning: ?, Longd: 292 metur, Breidd: 32.30 metur Costa Luminosa kemur á Havnina 18. august kl 08.00. 1.900 ferðafólk úr ymiskum londum eru við á ferðini frá Reykjavík til Invergordon í Skottlandi. Skipið hevur eitt 3.500 fermetrar stórt spa í tveimum hæddum og kostaði 450 milliónir evrur at byggja. Skipið er júst afturkomið úr Persiska flógvanum, har tað hevur gjørt cruiseferðir millum Dubai, Muscat, Fujairah, Abu Dhabi og Bahrain. Norwegian Sun Reiðarí: Norwegian Cruise Line NCL, Skrásett: Bahamas, Bygt: 2001, Tons: 78.309 Ferðafólk: 1.936, Manning: 916, Longd: 258 metur, Breidd: 32 metur Norwegian Sun kemur á Havnina 25. september kl 08.00. Tey 1.900 ferðafólkini eru amerkansk og koma úr Lervík ávegis Reykjavík. NCL er eitt av størstu cruise-reiðaríðunum í Norðurlondum við 11 skipum. Norwegian Sun og systurskipið Norwegian Star vóru bæði doypt samstundis í Miami. Mein Schiff Reiðarí: Tui Cruises, Skrásett: Malta, Bygt: 1996, Tons: 76.522 Ferðafólk: 2.681, Manning: 909, Longd: 260 metur, Breidd: 32.20 Mein Schiff kemur á Havnina 28. juli kl 07.00. Tey 1.750 ferðafólkini eru týsk og koma úr Reykjavík ávegis Invergordon í Skottlandi. Mein Schiff er nýliga umdoypt, skipið hevur havt nøvnini Galaxy og Celebrity Galaxy frá 1996 til 2009 og siglt fyri reiðaríið Celebrity Cruises. Sjónvarpssendingin »The Cruise« í BBC varð spæld inn umborð á Mein Schiff. Tui eigur eisini Star Tours, ið nógv kenna frá ferðum sunnanfyri. Eurodam Reiðarí: Holland America Line, Skrásett: Niðurlond, Bygt: 2008, Tons: 86.273 Ferðafólk: 2.104, Manning: 929, Longd: 285 metur, Breidd: 32 metur MS Eurodam kemur á Havnina 24. august kl 08:00. 1.900 ferðafólk úr ymiskum londum eru við á ferðini frá Orknoyggjunum til Reykjavík. Reiðaríið Holland America Line er eitt tað eldsta reiðaríið og hevur virkað í heili 136 ár. Nú hevur reiðaríið 14 skip og siglur um allan heimin. Hetta mentaða ferðamannaskip hevur eina stóra samling av listaverkum umborð. Grand Princess Reiðarí: Princess Cruises, Skrásett: Bermuda, Bygt: 1998, Tons: 109.000 Ferðafólk: 2.590, Manning: 1.100, Longd: 289.86 metur, Breidd: 35.97 m Grand Princess er størsta skip, ið kemur á Havnina í ár. Tað eru 2.300 amerkansk ferðafólk umborð, tá skipið leggur at 29. september. Leiðin gongur úr Lervk til Akureyri. Tá Grand Princess varð bygt í 1998, var tað dýrasta og størsta skip, ið nakrantíð var bygt. Kostnaðurin var 450 milliónir dollarar. Skipið siglur í Evropa um summarið og í Karibia um veturin.