fríggjadagur 18. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96
12
Sosialurin
Kjak
Høgni Hoydal
Onkur spunasmiðjur hjá Ed
mundi Joensen hevur upp í
saman skírt føroyskt sjálv
stýrisfólk at vera fongd við
”misskiltari natsjonalismu”.
Men í veruleikanum umboða
Edmund Joensen, Kaj Leo Jo
hannesen og onnur, ið føra
slíkt fram, eina misskilta og
avoldaða danska nasjonal
ismu í Føroyum.
Í sambandi við stjórnar
skipanarmálið og hvala veiði
málið hava vit enna einaferð
upplivað, at ein evarska lítil
minniluti í Føroyum, gongur
beint ímóti rættindum hjá
føroyska fólkinum og semjum
í føroyska samfelagnum. At
fólkaflokkurin og javn aðar
flokkurin lata tað um seg
ganga, hóast teir látast at
vera ónøgdir, er eisini bert ein
endurtøka av søguni. Danska
stjórnin stuðlar so hesum
evarska lítla minnilutanum
í Føroyum – og tað hava vit
sæð so oftani.
Tað er beint ímóti fólka
ræðisligum mannagongdum
og er reinur valdspolitikkur
– fjaldur sum løgfrøði.
Tað løgna er kortini, at
Edmund Joensen, Kaj Leo
Johannesen og onnur ikki
fíra fyri at skíra føroyska
sjálvstýrisstríðið fyri »mis
skilta nasjonalismu«.
Men nasjonalisma í tí
negativa týdninginum, hon
hevur havt í heimssøguni,
snýr seg um, at ein tjóð, ein
mentan, eitt fólk heldur seg
vera hevjað yvir onnur og
kann gera av lagnuna hjá
øðrum fólkum.
At fólk ikki eru javnsett,
men at summi eri betri
enn onnur og hava onkran
søguligan ella himingivnan
rætt at siga øðrum, hvat tey
kunnu og skulu ímóti teirra
vilja.
Nú er so spurningurin:
Hvar hevur nøkur føroysk
nasjonalisma verið galdandi
nú ella í søguni?
– Ætla vit at siga Danmark
og danska fólkinum, hvørji
rættindi tey skulu hava?
– Nokta vit fyri, at danska
fólkið hevur evsta valdið í
Danmark?
– Halda vit at føroyska
málið skal hava framíhjárætt
í Danmark, soleiðis at danir
skulu læra heimin at kenna
á føroyskum og at danskt er
eitt verri mál enn føroyskt?
– Er føroyskt mál, og at tað
er tjóðarmál í Føroyum ein
hóttan móti, at danska málið
kann mennast í heiminum?
– Hava vit noktað dønum
rættindi teirra?
– Hava vit sagt, at danir
kunnu ikki gera sína egnu
stjórnarskipan
ella
gera
avtalur við onnur lond?
– Standa vit við einari lóg,
sum danir ongantíð hava
samtykt og krevja, at teir
skulu halda seg til hana, tá
teir velja sína framtíðarleið?
Høvdu vit gjørt tað, so
kundu vit av sonnum verið
rópt »nasjonalistar« í nega
tivari merking.
Men eg kenni í veruleik
an um onkra skipan, sum
upp førir seg júst soleiðis
nasjonalistiskt mótvegis eini
aðrari tjóð. Og eg kenni nógv
fólk sum stuðla hesum og
ikki fíra fyri at rópa tey, sum
bara krevja at verða javn sett
við onnur, fyri »nasjonal
istar«.
Misskilta nationalisman
í Føroyum
Mis skilt
national
isma
Í eini roynd at skapa eina
fíggindamynd av dønum,
skrivar Høgni Hoydal, nú
um dagarnar, eina blað
grein um hugtakið ”Mis
skilt nationalisma”.
Ikki
heilt
óvæntað
kem ur hann til ta nið ur
støðu, at Danmark um
boðar
valdsharrarnar,
sum hevja seg yvir allar
før oyingar og halda seg
kunna
avgera
okkara
fram tíðar lagnu, meðan
Høgni sjálvur umboðar
tað føroyska fólkið.
Hetta er tann vanliga
myndin, sum hann roynir
at mála, men myndin er
skeiv.
Nationalistisku valds
harr arnir eru ikki danskir
politikarar, tí teir hava
fyri nógvum árum síðani
gjørt púra greitt, at tann
ríkisrættarliga avgerðin
liggur í Føroyum – og bara
her. Nei nationalistiski
fígg indin
hjá
Føroya
fólki eru Høgni Hoydal
og hans ara viðhaldsfólk,
sum fyri ein og hvønn prís
vilja hava alt valdið í land
inum, og fyri hetta valdið,
skal vanliga fólkið gjalda í
dýrum dómum.
Hesir
valdsharrarnir
sluppu fyri 10 árum síðani
at velja loysing, men tá tað
gjørdist teimum greitt,
hvat hetta fór at kosta,
slitu teir samráðingarnar.
Síðani hevur verið ar
beitt við hond og fót, fyri
at smoyggja loysingina
inn aðrar vegir. Ikki minst,
nú stjórnar skipanar upp
skotið verður viðgjørt,
roynir Høgni av øllum alvi
at gera loysingina til part
av hesum, og tað verður
millum annað gjørt við at
mála fíggindamyndir av
dønum.
Men hetta er ein skeiv
mynd, tí tann kúg andi,
nationalistiski
valds
harri n býr í Føroyum !
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Eru Føroyar gráar, keðiligar
og brúnar? Ella eru tær
frísk ar, bláar og grønar?
Hetta er ein týdningarmikil
spurningur at seta sær, tá
vit skulu gera eina markn
aðarføringsstrategi fyri Før
oyar. Í hansara kronikki 15.
juni hevur journalisturin
Fróði H. Knudsen eina greiða
fatan av, hvussu vit skulu
marknaðarføra Føroyar. Í
hansara hugaheimi skulu
vit bara vísa grøna grasið,
sprottin trø og blómur og
bláa himmalin. Hetta nýtist
ikki at verða einasti og rætt
asti mátin.
Fyri
stuttum
vitjaði
Laurie S. Fulton, amerikonsk
sendikvinna
í
Danmark,
Føroyar. Møguleikin at upp
liva allar árstíðirnar sama dag
stendur eftir sum hennara
sterkasta minni úr Føroyum.
Sama boðskap høvdu ameri
konsku myndafólkini, sum
herfyri vóru í Føroyum í
sam bandi við eina bók um
Guðrun&Guðrun. Hesar út
sagnir eru kjarnan í einari
marknaðarføringsætlan av
Føroyum sum ferðafólkaland:
Nevnliga at Føroyar eru eitt
eldorado av mótsetningum.
Útlendsk ferðafólk verða
drigin av skiftandi ljósinum,
sum sermerkir Føroyar. Av
mótsetningunum
millum
Før oyar og umheimin, millum
dynamiska
høvuðsstaðin
Tórshavn og friðarligu, smáu
bygdirnar, millum mo dern aða
lívsstílin við sushi, cocktails
og caffé latté til seiðaberg,
seyðahald og før oyskan dans
ella millum sól og summar
á Leynasandi og kensluna
av at vera eitt við náttúruna
niðri við sjóvar málan við
bergtakandi brimi.
Hesar mótsetningar gera
okkum serstøk. Og júst hetta
skulu vit selja. Leggja vit
okk um eftir bara at selja
glansbílætið, hvørvur møgu
leik in
at
marknaðarføra
mót setn ings fullu Føroyar. Tí
eiga vit at seta spurning við
grund geving arnar hjá Fróða
H. Knudsen. Hann vísir til
heimasíðunar hjá Hetlandi
og Akureyri sum fyrimyndir.
Heldur enn at gera tað, sum
hini gera, eiga vit at finna
okkara egnu rás. Hetta er
eisini í tráð við frágreiðingina
hjá Simon Anholt um kapp
ingarsamleika Føroya, har
hann slær fast, at ”the bigg
est challenge in tourism pro
mo tion is standing out from
the crowd.”
Okkara málbólkur eru
fólk, sum koma til Føroyar
fyri at uppliva okkara drag
andi náttúru og mentan,
sam stundis sum tey hava
møgu leikan at royna tilboð
ini í okkara modernaða høv
uðs staði . Umframt verandi
mál bólk, arbeiða vit miðvíst
við at víðka um málbólkin.
Í síni viðgerð av markn
aðar føringini av Føroyum
sigur Fróði H. Knudsen, at
vit selja tað, vit ikki hava.
Síðan finnur hann nøk ur
tekstbrot í fyrsta part in
um av heimasíðuni, sum
undirbyggja hansara sjónar
mið. Vit eru samd um, at hesi
tekstbrot skulu betrast og
vit fáa nøkur fín dømi uppá,
hvussu tað kann gerast.
Um Fróði H. Knudsen
hevði
farið
víðari
inn
á
heima síð una
(www.
visitfaroeislands.com), hevði
hann funnið tekstir, sum
fortelja um alt tað, vit eru.
Tekstir um list, mentan,
fulgla lív, arkitektur, Tinganes
osfr. Umframt hesar lokkandi
tekstir kann tann vitjandi
síggja, hoyra og uppliva
Før oyar gjøgnum myndir,
ljóð og filmar. Heimasíðan
skal verða staðið, har út
lendsk ferðafólk fá allar
neyð ugar upplýsingar um
fjøl broyttu upplivingarnar,
gist ingarmøguleikarnar og
matstovurnar
í
Føroyum
og kunnu koma í samband
við útbjóðararnar . Vit hava
lagt okkum eftir, at litirnir
á síðuni og á myndunum
skulu vera klárir, sterkir og
sevjumiklir og ikki myrkir,
brúnir og avsvidnir, sum
lesarin
av
kronikkini
í
Dimma lætting annars fær
fatan av.
At enda vil eg takka Fróða
H. Knudsen fyri eina áhuga
verda kronikk. Tað er gott
og neyðugt at fáa eitt íkast
til kjakið um markn aðar
før ingina av Føroyum sum
ferða fólkaland.
Áhald andi
kjak ið skal tryggja, at vit, sum
varða av ferða vinnuni, eru til
vit að um hvønn boðskap, vit
senda.
Súsanna Sørensen
deildarstjóri, VisitFaroeIslands
Millum glasur og myrkan himmal