Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 12 VIKUSKIFTI Lívssøga Uni Arge uniarge@gmail.com Um so allar fløguhillar verða burtur­ beindar, og ongin fløga verður eftir at keypa nakrastaðni, verður Hanus G. Johansen ikki gloymdur, tí við tíggju tals fólkakærum sangperlum og eini rødd, ið hevur rúnarbundið hvørt mans­ barn í Føroyum í 30 ár, hevur hann ritað sítt navn rimmarfast í føroyska tónleika søgu. Hvaðani hann fekk røddina, veit hann ikki, men hann er ofta spurdur um hetta, og hann hevur eitt boð. Bóndabrøðurnir í Ánunum, ið hann er skyldur við, vóru sjáldsama góðir sangarar, so kanska kom røddin haðani. Hanus G. Johansen varð føddur 18. juni í 1950, og tann dagin stóð ikki skrivað uppi yvir Kunoyarfjalli, at hann skuldi gerast Føroya fremsti vísu sangari. Áhugin fyri tónleiki í barna heim inum var tó ikki lítil. Nógv varð sungið, munnharpa var í húsinum, og ein beiggi hansara spældi í horn­ orkestri. Systirin, Sofía, ið er seks ár eldri enn Hanus, lurtaði nógv eftir Radio Luxembourg, og Hanus fylgdi spent ur við, tá hon hvørja viku skrivaði Top 20­listan hjá útvarpsstøðini av fyri at vita, hvør stóð seg best. Men lívið lagaði seg ikki bara væl hjá Hanusi. Stór sorg rakti húsið í 1963, tá mamma hansara, ið hevði sklerosu, doyði. Skelkurin ávirkaði hann so nógv, at hann gavst í skúlanum tveir mán aðir, áðrenn 7. flokkur var liðugur. Trupul­ leikin var ikki, at hann onki dugdi, tí hann var millum tey bestu í flokkinum. Hugurin hvarv bara, og so kundi skúli vera skúli. Í dag heldur hann, at hann flýddi inn í tónleikin, og tá hann um sama mundið hoyrdi The Beatles í Radio Luxembourg, var hann seldur. – Alt hitt kundi pakka saman, tá Beatles kom. Teir høvdu so nógvar góð­ ar sangir og sungu so væl, sigur Hanus G. Johansen og undrast enn á, hvussu nógvur góður tónleikur varð gjørd ur í sekstiárunum. Lærdi seg at spæla Meðan beatlarnir hertóku heimin, keypti beiggi Hanus ein guitara og ætl aði at læra seg at spæla. Skjótt slepti beiggin tó guitaranum, men Hanus loftaði honum, og í 1964 lærdi hann seg fyrstu akkordirnar. Ein bók við akkord um var góður vegvísari hjá hon um, men enn dugdi hann ongar heilar sangir. Hjálpin var tó í nánd, tí far bróðir hansara, Johan Johansen, var giftur við Miu Waagstein, dóttir Jógvan Waagstein, og hon spældi ofta klaver fyri honum, tá hann var í Havn. – Eg kom hjá teimum av og á í sam­ band við Snorra Waagstein Rasmussen. Einaferð spældi Snorri ein sang fyri mær, sum eg helt vera so øgiliga góðan. Á veg aftur til Klaksvíkar royndi eg at minn ast, hvat hann hevði spælt, so eg kundi spæla tað sama. Eg gloymdi lagið, men mintist akkordirnar, og fyrsti sang urin, eg bæði spældi og sang, var tí eitt lag, eg sjálvur gjørdi, minnist Hanus. Tá Hanus í 1965 ognaði sær guitar­ bókina »50 Hit Songs« við løgum hjá John Lennon og Paul McCartney, var leyst og liðugt, og hann fór at læra seg at spæla sangir. Sama ár fór hann á sild við Polarfarinum. Teir royndu við gørn um og saltaðu sildina upp í tunn ur. Við sær umborð hevði hann ein lítl an transistor, so hann kundi sita frammi undir bakkanum og lurta, tá Radio Luxem bourg spældi Beatles. Stundum bað skiparin hann skrubba av í koyggj­ una, tí hann kundi ikki lurta eftir tón­ leiki, tá hann skuldi sova, men hann fekk ikki latið vera. – Árið eftir var eg so við Gulenni. Báðir túrarnir vóru fínasta slag, tí tað var stuttligt at rokast umborð, minnist Hanus, sum seinni eisini var nógvar túrur við línubáti. Orkaði ikki at baka Í 1966 fór hann av landinum. Leiðin gekk til Jútlands, har hann fór á Skabelund Efterskole saman við 80 danskarum og fýra grønlendingum. Árið kundi verið endað sum ein mentanarskelkur fyri tann einsamalla føroyingin, men var ein góð uppliving, tí hann mentist nógv og gjørdist sjálvbjargin. Fyri fyrstu ferð í lív inum fann hann í Danmark útav at skonkja sær ein drekkamunn. – Sovorðið var ikki nakað, sum Frá leitandi Flippara til syngjandi fólkaogn Fyri 55 árum síðan hevði hann sína fyrstU konsert uppi í eini song, og tá hann sum 15 ára gamal Fór sín Fyrsta túr til skips, lá hann Frammi undir bAkkAnUm og lurtaði eFtir rAdio LUxemboUrg, so hann kundi hoyrA the Beatles. í dAg Fyllir Føroya kendAsti og mest sermerkti vísusangari 60 ár. hóast hann helst syngUr í moll, er hansara LívsjáttAndi smíl altíð í dur. vit kaga í lívið hjá hAnUsi g. johAnsen Fyrsti sangurin, eg bæði spældi og sang, var eitt lag, eg sjálvur hevði gjørt