Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Jógvan Sundstein Eg setti meg við áhuga at lurta eftir hoyringini í dag í Færø-Udvalget um tað uppskotið, sum stjórn ar- skipannarnevndin hevur greitt úr hondum, og sum nú liggur í víðkaðari rættar- nevndini til víðari viðgerð í Løgtinginum. Tað er ikki tí, at Færø-Udvalget hevur mín stóra áhuga, men tað hevur harafturímóti sjálvt uppskotið um nýggja stjórn- ar skipan. Eg havi áður skrivað um tað í fleiri grein- um, millum annað havt tann heiður at hava eina grein í Føroyskum Lógar Riti vol. 6 frá januar 2007. Tað er eitt stórt og drúgt arbeiði, sum liggur aftan fyri uppskotið, og ikki minst er at fegnast um, at allir flokkar eru samdir um framløguna í ting inum. Eg eri eisini fult- út samdir við, og frøðist yvir, uppskotið. Serliga tað há- bærisliga formæli og fyrsta partin um stýrislagi. Men sum ikki eina ferð, tá føroyingar tykjast samdir, so kemur onkur ormur upp í leikin. Arbeitt hevur verið í friði og náðum, men so byrja danir at leggja seg útí viðgerðina. Fyrst er tað Ed- mund Joensen, sum dregur málið í Fólkatingið, og so fær hann góða hjálp frá Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum, sum tekur málið upp í Føroya nevndini. So vítt eg kundi síggja á myndunum, so vóru ikki nógvir nevndarlimir á fund- inum, eg haldi einir 6-7 limir. Tað var statsministarin, sum skuldi svara, meðan tey, sum høvdu orðið, vóru fyrst og fremst Søren Espersen og Høgni Hoydal, og síðani partvís Line Barfod og Ed- mund Joensen. Søren Esper- sen vildi gera alt føroyska arbeiði til nakað meira ella minni ólógligt, hetta var at fáa sjálvstýrið inn gjøgnum bakdyrnar. Ella við øðrum orðum: hvat billa føroyingar sær inn, sjálvir at koma við loysnini uttan at spyrja danir fyrst. Statsministarin svaraði lítið sjálvstøðugt. Hann las burtur úr notatinum frá løgmálaráðnum, og síðani víðari í orðaskiftinum vísti hann mest til hetta notat ið. Høgni Hoydal, sum annars argu meteraði rætti liga væl, fekk ongatíð nakað heilt greitt svar frá stats minist- ar num, tá hann spurdi um føroyska fólkið hevði sjálvs- avgerðarrætt og annars javn- bjóðis rættindi við onnur fólk. Mest snúði orðaskiftið seg um »ríkisfelagsskapin« og donsku grundlógina. Heilt týðuligt var, at hvørki Søren Espersen ella Lars Løkke Ras mussen vóru fullkomnir í søguligi gongdini. Veruleikin er tann, at Føroyar ongatíð eru innlimaðar í danska rík- ið ella Danmark. Føroyar komu í síni tíð sum partur av norska ríkinum í kongs- felagskap við Danmark. Sum partur av norska ríkin- um góðtóku Føroyingar í 1662, at Fríðrikkur 3 var einavaldskongur teirra. Í 1814 mátti Fríðrikkur 6 (framvegis einavaldskongur) frásiga sær Noreg, meðan hann fram haldandi varð kongur í tí part inum av Noregs ríki, sum lá vesturi í havi, harí- mill um Føroyar. Føroyar vóru sostatt framhaldandi í kongs felagsskapi við Dan- mark, men ikki sum partur av Danmark. Í 1849 gav Fríðrikkur 7 Danmark nýggja grundlóg við fólkaræði. Hend an lóg varð góðkend av kom potentum myndugleika í Danmark, men ikki av før - oyska fólkinum ella um - boðum fyri fólki. Men Før- oy ar vóru eisini eitt ann að ríki enn Danmark. Kortini tinglósu danir grund lóg ina nøkur ár seinri í Før oyum uttan heimild og uttan góð- kenning fóksins, hvørki tá ella seinri. Tá Føroyar so- statt ongatíð eru inn lim- aðar í Danmark, kann ein væl pástanda, at Føroyar heldur ikki eru umfataðar av grein 1 í grundlógini (alle dele af Danmarks rige). Ríkis felagskapurin er tí ein ríkjafelagsskapur við sama regenti. Danska løgmálaráðið tekur heldur ikki hædd fyri hesum og setur í sínum notati fram tey vanligu sjónarmiðini, at tað føroyingar eru í ferð at gera er í stríð við grund- lógina, og gevur í øll um før- um trupulleikar mót veg is grundlógini. Sama ger løg- tings umsitingin partvís eis- ini. Hædd verður heldur ikki tikin fyri, at í mongum førum seinastu 60 árini hevur grund lógin verið hildin fram sum forðing fyri mongum frambrotum, sum seinri eru gjøg numførd, tí politiski viljin var til tess. Munur er á betongjura og gummijura. Munur er eisini á ringum og góðum vilja. Sum ein av teimum, ið arbeiddi nógv við yvirtøkuni av undirgrundini kann eg vísa á, at tað bar til at gera tað møguligt, sum annars varð framhildið sum ómøguligt. Tað skilagóða vinnur altíð til síðst á skila- loysinum. Stjórnar skipanar upp- skot ið er ikki eitt amboð fyri at fáa loysingina inn gjøgnum bakdyrnar ella nakað líknandi, sum onkur, ja sjálvt statsministarin, hevur sagt. Slíkt er tvætl. Arbeitt hevur verið í fullum dagsljósi. Fleiri álit eru løgd fram. Bæði í Føroyum og Danmark hevur alt verið upplýst og almannakunngjørt. Uppskotið til stjórnar- skipan Føroya er ein stað- fest ing av verandi støðu við týðuligari orðing av, at Før- oy ar eru land, føroyingar eru tjóð og, at alt vald í land- inum er hjá Føroya fólki. Staðfestingasr, sum roknast at vera sjálvfylgjuligar. Síð- ani eru reglur um, hvussu tilgongdin og fram ferð- arhátturin skal vera, um politiska skipanin skal broytast. Núverandi polit- iska skipanin verður ikki broytt av at samtykkja stjórn ar skipan ar lógina, men reglurnar verða greiðari við víkjandi tilgongdini, um skipanin skal broytast. Fólkið skal taka avgerðina, tí valdið skal liggja hjá fólkinum og ikki danska løgmálaráðnum. Eitt gamalt herróp var, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og vit kunnu skoyta uppí og ikki Søren Espersen. Stjórnarskipanaruppskotið og Færø-Udvalget Eftir hálvtannað ár, sum í stóran mun hevur verið merkt av sparingum, er vend komin í hjá Klaks- víkar Kommunu, sum kann staðfesta fleiri meir inn- tøkur, samstundis sum vit nærkast málinum at koma niður um eina álíkning í skuld. Á býráðsfundinum týs kvøldið 15. juni 2010 kundi býráðið staðfesta meirinntøkur og játta hesar til nøkur átrokandi mál, sum hava ligið á láni síðan kommunan á heysti í 2008 kom í gjald- føristrupulleikar. Upprunaliga tillagingin, sum býráðið hevði ætlanir um, var uppá 5,32 mió. kr., sum var fíggjað við sølu av lendi v.m. og hækking av persónsskattainntøkum. Av tí at kommunan er omanfyri eina álíkning í skuld, krevur hetta loyvi frá Fíggjarmála¬ráðnum, sum í hesum føri kundi taka undir við tillagingini, tó uttan hækking av per- sónsskattainntøkunum. Hetta gjørdi, at endaliga tillagingin gjørdist 2,32 mió. kr. 2009 endaði við eini meir inntøku uppá 7 mió. kr. Hetta saman við eini meirinntøku í ár uppá 2,4 mió. kr. gevur eitt gott og realistiskt grund ar lag fyri at hækka inn tøku met- ingina. Tvs. at longu fyrstu 5 mánaðarnar í 2010 hevur kommunan eina staðfesta meirinntøku uppá 2,4 mió. kr. av teimum 3 mió. kr., sum ætlanin var at seta uppá. Við hesum sum grund- ar lag er avtalað við Fíggjar- mála ráðið, at metingin av persónsskattainntøkunum verður tikin uppaftur til við gerðar í september mán- aða. Bæði gjalda skuld og skapa trivnað Klaksvíkar Kommuna hev ur megnað at goldið 30% meiri í avdrátti í 2009, enn avtalað var við Fíggjarmálaráðið, og sum gongdin er nú, kemur kommunan væntandi niður um álíkningina við árskifti 2011/12. Eingin ivi er um, at tað er umráðandi hjá kommununi at gjalda niður skuld, men í einari dynamiskari komm- unu sum okkara er tað samstundis sera týdn ing- armikið, at býráðið eis ini megnar at loysa átrok- andi tørvin og ger sítt til at varðveita og menna virk semið og trivnaðin í komm ununi, sum skapir fram burð og inntøkur. Í hesum umfari er tað eydnast býráðnum at taka hond um nakrar av teimum átrokandi uppgávunum, sum hava ligið á láni, tí pen ingur ikki hevur verið til tað. Ljósari tíðir Vit merkja enn eftir virkn- ingar frá kreppuárinum í fjør, og sum nevnt liggja nógv átrokandi mál á láni, og er neyðugt, at hesi verða loyst. Tí hevði tað besta verið, um øll til lagingin kundi verðið framd. Hinvegin geva tær hækk- andi inntøkurnar vónir um, at býráðið í komandi tíð fær henda møguleika. Aðalmálið hjá okkum í býráðnum er at fáa skuldina burtur skjótast tilber, samstundis sum vit kunnu halda lív í eini virkn- ari kommunu og skapa framgongd. Hækkandi inntøkur og lækkandi skuld Gunvá við Keldu borgarstjóri