Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 13 VIKUSKIFTI dreingja børn fjasaðust við tá í tíðini. Mamma mín og systir mín høvdu syrgt fyri at skonkja te og gera mat, men tá eg kom aftur úr Danmark, dugdi eg sann­ iliga bæði at baka og gera mat. Pápi mín var so fegin um hetta, at hann syrgdi fyri, at eg kom í bakaralæru í Køku­ búðini í Havn, sigur Hanus flennandi og ristur við høvdinum. – Tað gekk yvirhøvur ikki. Eg orkaði ikki upp við hønunum kl. 5.00 um morg unin, men Andrias í Køkubúðini var so øgiliga lagaligur og bað meg bara koma kl. 6.00. Tað var eisini alt ov tíð liga, og so segði hann, at eg kundi koma kl. 7.00. Soleiðis helt hann fram, til eg møtti kl. 9.00, men tá gekk eg einsa mallur á bakarínum og dansaði við servi trisunum. Eftir fýra mánaðir tímdi eg ikki meira, sigur Hanus. Nú fór hann at sigla sum maskin­ drongur við Tjaldrinum. Tað var stutt­ ligt, minnist hann, tí har var fyri tað mesta ball, men heimaftur komin gjørd­ ist hann óklárur við pápa sín og flutti á sjó mansheimið í Klaksvík at búgva. Á sjó mansheiminum búði hann í eitt hálvt ár og hitti fleiri enskar trolaramenn, sum høvdu áhuga fyri tónleiki. Onkur dugdi at yrkja, og Hanus setti lag til eina av yrk ingunum. Bæði orð og lag dugir hann framvegis uttanat, vísir hann okk um, tá hann setir seg at spæla sangin. Skorin í andlitið Meðan tann 19 ára gamli Hanus G. Johansen búði á Klaksvíkar Sjó mans­ heimi í 1969, ringdi tannlækni hansara, Fróði Lassen, og spurdi, um hann vildi sleppa av við stóra yvirbitið. Hanus hevði ongantíð hugsað um at gera nak­ að tílíkt, hóast hann hevði sjáldsama út sjónd, men játtaði. Í Danmark varð undir munnurin fluttur 12 millimetrar fram, og yvirmunnurin varð rættaður so leiðis, at hann gjørdist ájavnur við undir munnin. – Eg varð ofta happaður orsakað av yvir bitinum, serliga um eg klandraðist við onkran, men eftir operatiónina sá eg út sum ein filmsstjørna. Alt var beint, og bitið var betri enn nakrantíð. Aftaná var lættari hjá mær at liva, tí eg sá nor mal ur út, og eg fekk betur etið. Øll gleddust saman við mær, men ein maður harm aðist, og tað var Hans Jacob Glerfoss. Tá hann sá meg umborð á Pride, spurdi hann púra forfardur, hvat eg hevði gjørt, tí honum dámdi ikki, at origin alurin var horvin, sigur Hanus. Nú fór tíðin at nærkast, at hann fór at framføra á palli. Hanus ørminnist um, at hann sum 5 ára gamal hevði konsert upp í songini heima, har hann sang sangin um »Lítla Snar.« Eisini lá hann einaferð sum 8 ára gamal í einum gili úti í Grøv og sang »Beautiful Brown Eyes« fyri einum vinmanni, ið var so avbera hugtikin av, at Hanus dugdi enskt. Men fyrstu almennu fram førsl­ una hevði hann ikki fyrr enn í 1972. – Hetta var, tá eg var fýra mánaðir á Vestkirk Højskole við Horsens. Har gingu eg og genta mín tá á musikk linj­ uni, og einaferð skuldu vit so upptraðka. Tey flestu spældu klassiskan tónleik, og áðrenn eg kom á pallin, var onkur still floytikonsert. So fór eg upp og buldraði avstað við »Back in the USSR« hjá Beatles. Fólk stukku leys uppfrá, men so fóru øll at flenna. Tað var herligt, minn ist Hanus. Rokkarar á pallin Nú kom spakuliga ferð á tónleikalívið hjá honum, og á heysti í 1972, tá Hanus var komin aftur til Føroya, skip aðu Rudolf Joensen og Sonhard Johann­ esen fyri poppkonsert í Klaksvík. Í tí sambandi komu Rudolf, Sonhard og Ólavur Klakk og spurdu Hanus, um hann vildi spæla guitar í einum bólki saman við teimum. Tað var gamaní, og bólk urin varð doyptur Ólavur Presley and His Dirty Rag Rag's. Hanus minnist fram førsluna við einum smíli. – Vit vóru púra merkverdigir. Vit vandu ikki, men spældu bara, og hóast tað buldraði illa, var tað øgiliga stutt­ ligt, og fólk tóku væl ímóti okkum. Á somu konsert upptraðkaði eg eisini einsamallur og sang sum tann einasti á før oyskum. Eg spældi »Donna, Donna« hjá Donovan og »Tú dregur meg sum ein magnetur« hjá Poul F. Tað dámdi fólki, minnist Hanus. Boð vóru nú oftari eftir tí síðhærda trubadurinum, og hann spældi til fleiri bingo í Klaksvík. Í 1976 kom hann so í samband við Havnar Jazzfelag og fór Eg varð ofta happaður av yvirbitinum, men eftir operatiónina sá eg út sum ein filmsstjørna mynd: Álvur haraldsen Hann fjakkaði nógv sum yngri, og ikki altíð var lagnan blíð við hann, men við síni sermerktu rødd og elskaða guitara vann hann hjørtuni hjá øllum føroyingum og gjørdist fólkaogn. Í dag fyllir Hanus G. Johansen 60 ár.