fríggjadagur 18. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96
14
Sosialurin
Kjak
Fleiri fólk doyðu av at byggja
tunnilin millum England og
Frakland enn Empire State
Building. Hugsa um hetta.
Seinastu 20 árini hava øll
byggipláss verið um harðar
hattar á supersjónskum vest
berandi plássum við bókum á
stødd við bíbliuna um heilsu
og trygd.
Skýskavarin í New York,
bygdur uppá 410 dagar í
193031, hevði jú eitt heilt
herlið av arbeiðsmonnum
í keppum. Kortini var talið
av deyðum minni enn hasi
10, sum lótu lív í arbeiðnum
at binda saman Bretland og
evropeiska meginlandið.
Merkir hetta, at vit skulu
avtaka trygdarhjálmar? Nei,
men tað merkir, at reglar
hava væl minni at siga, tá ið
tað kemur til trygd og heilsu,
enn vit ganga og halda.
Tað, sum reddaði lív á
Man hattan í 1930unum, var
ein tættæðraður felagsskapur
og djúpgongt álit millum
arbeiðarnar, sum veruliga
tóku sær av hvørjumøðrum.
Nakað, tann framúrskarandi
produktiviteturin
eisini
vitnar um.
Vanliga svarið frá patet
isk um politikarum til mest
sum allar trupulleikar ella
fløkjur, er annars at koma
við enn einari lóg, ið bann ar
okkurt. Men hvussu keði ligt
tað forbjóðaða nú eina ferð
mátti verið, kann ein nýggj
rættarregla hava óætl aðar
avleiðingar. Og, upp aftur
meiri vanligt, at for mynda
ríið vísir seg vera heilt óvið
komandi og úrslitaleyst.
Argumentini um meira
ímótiminni reglugerð eru
oftani ikki tey mest um
ráð andi, av tí at tað, sum
trú liga hevur týdning, snýr
seg um leiðslu, arbeiðshug,
skyldukenslu, álit og, enda
liga, ein grundliggjandi før
leika og erpni á arbeiðs pláss
in um tvørs fyri av vesala
fak mørkum.
Pappírsflytandi trygdar
frikar sosum Sølvi Reinert
Hansen og hansara komp aní
av lígagyldigum kontroll
istum hata slíkt evnisøki, tí
teir ikki kunnu máta, skráseta
ella regulera tað. Teir halda,
at bara tí, at teir sjálvir hava
ein sadomasokistiskan tørv á
at vera státskannaðir í høvd
og reyv, tað veri seg heima
við hús ella uttanfyri saman
við hasi dálkandi múgvuni, ið
kallar seg mannaættin, hava
øll onnur eisini tað.
Vit hava at gera við eitt
mis antropiskt menniskjasýn,
sum øvundar hasi, ið hava
áhuga fyri og álit á manna
heiminum, og tí royna at
kveistra
burtur
sovorðið
sum ábyrgjan og prinsippir
sum »gamalsligt«, »bleytt«
ella
»strævið«.
Hóasst
menniskjað upp í slag hevur
prógvað, at tað megnar at
vinna á teim trupulleikum,
ið til tíðir stinga seg upp,
eru enn nøkur, ið hava brúk
fyri at trumma saman eina
revsiprædiku desain að at
ringa og lítils virða manna
ættina.
Onkur sigur, at reglar eru
voldaðar av mistrúgv; ein
viðurkenning av, at øll bara
ikki eru nóg góð. Tað er væl
møguligt, men aftur her tosa
vit um at gera politikk eftir
lægsta felagsnevnara – tí
hvat við tí fúlt stóra bróð ur
parti, ið er nóg góður? Eisini
handlar tað um at vera nóg
vaksin at góðtaka, at vit
ikki kunnu redda verðini, at
tað onkuntíð fer at ganga
av helviti til... at ræðuleikar
henda.
Tó tykist tað, líka frá betri
vitandi Sølva og hansara gar
terandi miðjaðara til »barna
verjandi« KRIS, at mis trúgv
til menniskjað, for myndarí
og avmarkandi reglugerðir alt
er ein fylgja av at hava hingið
ov leingi út við Danmark,
sum jú er høpisleyst sosial
demokratiskt.
Í Danmark elska tey at
fo r telja sínum subjektum,
hvussu nógv tey skulu eta,
hvussu nógv at drekka, at
renna, ella spinna, og hvussu
syndugt tað er at festa sær
í. Ja, yvirhøvur eitt lyndi til
at mikrostýra individuellan
atburð og traðka á alt fleiri
frælsi, ið eginliga átti at verið
eitt sera óføroyskt eyðkenni.
Ein hugsan, at tað er væl
ferðarstáturin,
ið
skapar
ment anina, tá ið tað sjálvandi
er beint øvut. Altso, at um tú
sparir á ovurbólstraða dag
peningaøkinum, tá gert tú teg
inn á danska vælferðarstátin.
Og nú eru so føroyingar
farnir at fortelja føroyingum,
hvat danir siga við danir. Ein
óvani, forrestin, ið hevur
staðið á øll heimastýrisárini.
Eg eri ikki teologiskt
ímóti lógum. Sum dømi vildi
eg ynskt, at onkur politik
ari hevði skilt mítt vælum
hugsaða uppskot um serlóg:
at hindra Høgna Reistrup
nakrantíð aftur at útgeva
tónleik umframt at halda
seg í minsta lagi 150 metrar
frá øllum upp tøku hølum í
mín um valdømi.
Men seinastu nógvu árini
hevur
sosialdemokratiska
hugsanin noytt okkum at
vaða ígjøgnum eina mýru av
smáligum lógum og flogsandi
leiðbeiningum, serliga innan
heilsu og trygd. Frá vøggu til
grøv blíva vit nú eftirkannað,
hótt og jagstrað av landsins
barnapíkum, bert tí at tey
ráð andi við tess stovnum og
stovum ikki hava nakað betri
at gera enn at leggja seg út í
okkara lív.
Tað hevði ikki verið so
galið, um landsins ráðandi
høvdu stýrt samfelagið so
nøkulunda skilagott, men
vit mugu finna okkum í
ógvusligari skatting, óvanliga
stórum almennum oyðsli,
órættvísari og ósamsvarandi
nýtslu av bótum og ákær
um, óbrúkiligum og ábyrgd
arleysum tænastu monnum
rokað við trylskum parker
ingsbótum og ómaksgjøldum.
Hetta, tað seinasta, eitt sam
heiti fyri at tryggja banka
stjórans tilverurætt.
Tað mest forbistraða er
tó vaksandi talið av sjálv
støð ugum umboðs stovnum
settir á stovn og styðjaðir av
landsstýrinum. Afturat hesum
eru sjálvbodnir felags skapir,
eitt nú KRIS, sum saman við
Almanna málaráðnum heldur
seg
um boða
insestoffur.
Enda málið hjá KRIS er at
»fyribyrgja kynsligum ágangi
í samfelagnum«, og hevur
av hesum valt at koma við
einum uppskoti úr Danmark,
sjálvsagt.
Frælsisstjalandi upp skot
ið at kanna vaksin, ið hava
samband við børn, full ger
eitt frammanundan ómáta
ligt paranoia, og økir um
eitt longu yvirregulerað og
kontrollerandi samfelag.
Uppskotið sipar til, at ein
hvør vaksin er ein potenti
ellur
pedofilur,
og
má
stempl ast »tryggur« áðrenn
tey hava nakað samvirkni
við børn. Um KRIS fær sín
vilja, merkir hetta, at tað, at
skula vera við børnum, ið
ikki eru tíni egnu, gerst ein
heilt spesiell mannagongd
við kravi um státsliga av
greiðsluváttan, heldur enn
ein vanligur partur av tí, at
vera ein vaksin borgari. Sum
frá líður fer hetta at hava eina
eitrandi ávirkan á sambandið
millum ættarliðini.
Spell, tí tað eru nevniliga
veldigir fyrimunir við sam
veru millum vaksin og børn, ið
ikki er regulerað. Børn eru ikki
bert uppdrigin av familjum
og lærarum. Vaksin fólk í
einum sam felagi hava altíð
verið saman um ábyrgdina
at hava umsorgan fyri kom
andi ættar liðum. Talan er
um óskriv aðar semjur og
skyldur, avtalaðar millum
grann ar, vinir og vinir hjá
vinum. Men mannahatskur
politikk ur, hvat tað, at barna
kanna trøllvaksin fólk er, fer
at bureaukratisera óform lig
bond, og svarar til at geva
lokalum eldsálum og væl
meinandi fólki longu tong.
Linjan, »jú, men um tú
einki hevur at fjala, hvat
er tá problemið«, er bara
so autoritaristisk. Vit hava
faktiskt nakað, sum eitur
privatlív. Og fær KRIS sín
vilja, tá meldi eg meg úr H71
– ikki tí at eg føli upp á børn,
men tí at eg ikki finni meg í
at blíva kannaður.
Eg veit, at tey treytaleyst
trúgvandi og vinstravendu
hava eitt fantastiska dular
fult álit á státin og tess
kommunur
og
fylgjandi
myndugleikar at ordna alt
fyri seg, harímillum nakað
so íborið sum menniskjaligar
relatiónir. Men hatta sneyt
andi
skapilsi
av
einum
stóra beiggja skal slettis ikki
blanda seg uppí privat viður
skifti. Tað rakar ikki Rósu
Samuelsen og Jan Jacob sen
hvussu tilkomin velja at
skipa sín gerandisdag sam
an við øðrum, hvønn eitt
ítróttarfelag setur í starv
ella loyvir at hjálpa til. Við
tilmælinum tyk ist eygna
steinurin hjá Almanna ráð
num vera heltikið av at læra
øll børn í Føroyum, at einhvør
vaksin er ein møguligur mis
brúkari, og at børn tí ikki
longur kunnu líta á vaksin.
Ella tak hasa for mynd
ara lógina frá 1. oktober í
fjør, sum má vera tað mest
skíttbýttasta og mest eyð
mýkjandi uppfinnilsi í før
oyskari lógarsøgu, tá ið hon
krevur av vaksnum fólki, at
tú ikki mást drekka so mikið
sum eitt glas av reyðvíni,
men grønari soda vatn, um
tú ætlar tær í bilin.
Elitan er púrasta desperat
eftir at verða sædd at gera
okkurt: tí allar hesar fratbýttu
reglugerðir, kunngerðir, lógir,
ávaringar og, ikki minst,
ræðukampanjur. Men vit
hava ikki tørv á moralist
iskum rennarum at gera av,
hvussu vit skulu liva. Sjálvur
haldi eg, at timburmenn er
náttúrinnar máti at fortelja
fólki; at hetta við at drekka
seg stívan, treyðugt er serliga
skilagott. Hava vit veruliga
brúk fyri deprimerandi ráð
um at siga okkum, at tað er
ringt at drekka seg etandi
spren ella at fara í bilin við
eini kenning?
Flest okkara uppliva tað
sum ung – og flest okkara
vaksa frá tí. Hetta eitur »at
ger ast vaksin«. Og so leingi
sum vit ikki bróta nakra lóg,
dugi eg ikki at síggja, hvat
okkara atburður hevur við
Sølva og hansara sosial
demokratisku
stavnar
at
gera.
Problemið við regulering
uttan at taka sær av atferð,
álit ella virði, er at reglur og
lógir blíva til substituttar
fyri tað, at teinkja.
Eitt trivielt dømi. Einar
Már Guðmundsson, sjálv glað
ur træklemmari, polit isk ur
analfabetur og sosi alistiskur
umberari við fyribils viðvindi
á antimaterialistisku súkklu
breyt ini, skjýtur sjálvandi eftir
kapitalismuni sum skipan: at
hon er grundleggjandi im
potent. Einki yvirraskilsi har,
meðni.
Sjálvur er hann jú knal
lreyður
prísari
av
sam
felagsmodellinum hjá stív
renda einræðisharranum í
Venesuela, kommunisturin
Hugo Chávez (har ongin
sleppur nakað sum helst
og øll eru líka fyri elendig
heitini). Men sjálvt um hans
ara tambaðu saman pent anir
um hvussu fíggjar heim urin
»veruliga« hongur saman,
hvussu
fríi
markn aðurin
ikki riggar, eru barasta so
Disneyland – ein kokk teylur
av ynskishugsan og fakligum
tápuleika, heldur – verður
hann dyrkaður av bleyt um
norðurlendskum fjøl miðlum,
ið áttu vitað betur.
Tí tá ið tað kemur til
íløgu grunnar og vekslarar í
dag, eitt spektakulert dømi
um hvussu eitt nóg so lág
regulerað øki hevur kiksað
tvær ferðir innan hundrað
totalt glæsilig ár, hevur sjálv
skipanin og reguleringsstøðið
væl minni at siga enn virðini
í bankaverðini... rætt og slætt
av tí, at bankastjórar ikki
hava nøkur.
Heilsa, trygd og annar djevulskapur
Problemið við regulering uttan at taka sær av atferð, álit ella virði,
er at reglur blíva til substituttar fyri tað, at teinkja
Agga Niclasen
meining@meyl.fo