fríggjadagur 18. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
14
VIKUSKIFTI
at spæla nógv í Jazzklubbanum, ið helt
til í veitsluhøllini í Havnar Klubba. Har
fekk hann góðan íblástur og víðkaði
sær tónleikaliga sjónarringin. Bæði Bob
Dylan, Donovan og Leonard Cohen
vóru á skránni í Jazzklubbanum, og nú
fór hann eisini at seta løg til føroyskar
yrkingar.
– Ívar Bærentsen eigur helst æruna
av, at eg fór at seta løg til føroyskar yrk
ingar. Hann gjørdi nógv við sovorðið,
og fyrsti sangurin, eg sang á eini plátu,
var »Pøsta verð« hjá honum. Tað var
í 1978. Fyrsta yrkingin, eg sjálvur setti
lag til og spældi inn, var »Droymandi
teskar áin« hjá Bernhardi Brim. Eg
gjørdi nógv løg síðst í 70'unum og fyrst
í 80'unum, og flestu løgini á »Gaman
og álv ara« eru frá teirri tíðini, sigur
Hanus.
Í ørviti av Ommu Ludvík
Hanus kom eisini nógv í Perluna,
áðr enn hon varð rivin niður, og har
spældi hann fyrstu ferð alment saman
við Stein tóri Rasmussen í 1980. Tá teir
báðir skriv aðu sangirnar upp, sum teir
skuldu spæla, løgdu teir til merkis, at
allir sang irnir hjá Steintóri vóru í dur,
meðan sangirnir hjá Hanusi vóru í
moll. Og tað eru sangirnir hjá Hanusi
sum oftast.
– Mær dámar nógv betur moll, tí tað
passar betur til mín, sigur hann og gáar
so eftir, at »Droymandi teskar áin,«
»Áh, kundi á tíðarhavi« og »Fljóðið
bjarta« hóast alt eru í dur.
Í 1981 fór hann aftur av landinum. Nú
gekk leiðin til Struer at búgva á verts
húsinum Carlsen's Hotel. Har arbeiddi
hann og ballaðist. Billiardspælari gjørd
ist hann góður, tí skuldi hann gera sær
vónir um at vinna nakrar øl, mátti
hann vinna á hinum úrmælingunum
við grøna borðið. Meðan hann var í
Struer, ringdi Steintór Rasmussen og
bað hann koma heim at spæla eina
plátu inn. Hetta var í desember 1982.
Plátan kom ikki í lag tá, men Hanus
varð verandi í Føroyum og kom aftur
í samband við tónleikararnar í Havn.
Kristian Blak og Jóhannus á Rógvu
Joensen sendu boð eftir honum at
spæla og syngja á plátum, og í 1983
sang hann sangin »Omma Ludvík«
á barnaplátuni »Nósi,« sum Kristian
Blak framleiddi. Sangurin gjørdist ein
sonn landaplága.
– »Omma Ludvík« er størsta hitt í
Føroyum nakrantíð. Tað var heilt merk
iligt, sum fólk uppførdu seg. Vaksnir
menn og konur við barnavognum róptu
púra ósmæðin Omma Ludvík eftir mær
á gøtuni. Kanska komst tað av, at sang
urin var so positivur. Upprunaliga sótu
eg og kona Kristian, Sharon, við eini
yrking, sum segði, at Omma Ludvík var
tjúkk og feit og líktist eini ær. Sovorðið
negativt fjas tímdi eg ikki at syngja, so
vit gjørdu hana í skundi stóra, sterka
og glaða, sigur Hanus.
Tað stóra gjøgnumbrotið
Vinmenninir í Klaksvík vóru nú til
reiðar at fara í upptøkuhølini, og í 1984
kom »Saman við tær« hjá Frændum út,
har Hanus m.a. sang við á landa plág uni
»Hundurin brúni.« Árið eftir fóru hann
og Steintór Rasmussen á norður lendskt
vísutreff í Íslandi. Einir 100 vísu sang
arar hittust har at spæla saman í eina
viku, og Hanus hevur síðan havt gott
sam band við vísuumhvørvið í Norður
londum.
Meðan Frændur góvu út næstu
plát una í 1986, har Hanus eisini var
við, plágaðu fólk hann áhaldandi um
at fara at spæla okkurt inn í egn um
navni. Tann 18. november í 1988, á 90
ára føð ingar degnum hjá Pól F., kom so
»Gaman og álvara« í plátu handl arnar.
Útgávukonsert var í Norður landa hús
inum, og Hanus varð fullkomiliga tikin
á bóli, tá hann steig á pallin.
– Har var stappað við fólki, eini 700
fólk, sum sótu og stóðu allastaðni runt í
salinum. Tað var fantastiskt. Vit gjørdu
plátuna í august sama ár, tá Jazz festival
urin var í Havn. Jørgen Emborg og eg
stóðu fyri at leggja grundirnar inn,
meðan Jóhannus á Rógvu tók upp, og so
fingu vit fleiri góðar tónleikarar á festi
val inum at spæla við. Jørgen Emborg
spældi klaver, Anders Hagberg spældi
bass, og Bjarne Rostvold spældi trumm
ur. Tað var øgiliga gott hjá teimum,
sigur Hanus.
»Gaman og álvara« var plátan, sum
festi vísusangaran Hanus G. Johansen
í til vitanina hjá hvørjum einasta før
oy ingi. Í 1985 hevði hann á »Ung 85«
sungið sangin »Átjan,« ið beinanvegin
gjørd ist fólka ogn, men nú stóð ein heil
pláta í handlunum við Hanusi og Pól F.,
og tað dámdi fólki. Í 2008 kom »Gaman
og álvara« út sum fløga, og hetta vísir,
at plát an enn er nógv eftirspurd og
helst fer at selja leingi aftrat.
Í dag fyllir góði, gamli Hanus so
60 ár. Í hesum sambandi kemur út
EP við fimm løgum til yrkingar eftir
Hans Jacob Glerfoss. Í heyst kemur so
næsta fløg an við løgum til yrkingar hjá
Poul F.
Hanus spælir framvegis nógv al
ment, eisini á føðingardegnum í
Norður landa húsinum í dag, og hvørja
ferð tek ur hann uppgávuna í størsta
álv ara.
– Eg eri ofta frustreraður, áðrenn
eg skal út at spæla. Eg kenni tað, sum
eg eri ikki nóg tendraður, og at fram
førslan tí ikki fer at nytta nakað. Men
tá eg so standi á pallinum, eri eg til
reið ar, sigur hann.
Mær dámar nógv betur moll,
tí tað hóskar betur til mín
mynd: Álvur haraldsen
– Eg eri ofta frustreraður, áðrenn eg skal út at spæla. Eg kenni tað, sum eg eri ikki nóg tendraður, og at
fram førslan tí ikki fer at nytta nakað. Men tá eg so standi á pallinum, eri eg til reið ar, sigur Hanus G. Johansen
Fakta Hanus
Navn: Hanus Gærdum Johansen
Føddur: 18. juni 1950
Útgávur: »Gaman og álvara« sum LP
og band 1988, »Bouquet,« saman við
Aldubáruni 2000, »Frå Leddiken« 2006,
»Gaman og álvara« sum fløga 2008,
»Eitt blað eg á kann skriva« 2010