fríggjadagur 18. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96
Sosialurin
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og doktari í lóg
Vit kunnu flokka fatanir av
stjórnarrætti í tveir bólkar.
Tey ið halda valdið koma frá
harðskapi; og tey ið halda
valdið koma frá undirtøku.
Hetta seinna sjónarmiðið
liggur t.d. undir amerikansku
óheftislýsingini
frá
1776,
norsku grundlógini frá 1814 og
donsku ríkisgrundlógini frá
1849. Hitt fyrra sjónarmiðið,
sum t.d. Mao Tse Tung stend
ur fyri (“valdið kemur úr
byrsumúlanum”), er tíverri
komin inn sum faklig spilla
hjá teimum, ið lósu jura í
Kjøbinhavn fram til 1990’ini.
Hesi fólkini hava eisini lært
ymiskt, sum hvørki hevur
søguligt ella felags europeiskt
jørðildi, t.d. trúgva tey, at
ALS ikki er lov (don’t ask), at
talufrælsið bert er formligt
(at alt kann bannast), og at
Danmark knappliga gjørdist
eindarstatur (Føroyar eru at
meta við Amager, stóð at lesa
í lærubókini á K.U.).
At hava lisið statsrætt
á Københavns Universitet
í farn um tíðum má hava
verið nakað sum í Moon
rørsl uni ella kanska onkrari
asketiskari oyðimarkarsekt,
tí tað ger fólk undarliga hug
sjónarliga tváaði og pírin.
Ein juristur, sum enntá hev
ur verið virkin í fótbólts sam
band inum, ið eftir donsku
teoriini ikki kann vera limur
í altjóða felags skap um, har
Danmark longu er við, skriv
aði í bløðun um, at før oysk
stjórnar skip an ber ikki til –
‘tí hann hevði onki lisið um
hana á K.U.’ – svarandi til at
siga ‘nú sigur Einstein, at alt
er relativt; onki stóð um tað
í lærubókini á K.U. fyri 20
árum síðani!’
Betra og rættara sjónar
miðið í stjórnarrætti er hetta:
Føroyingar er eyðsýndir at
staðfesta, teir eru tjóð, búgva
í landi, sum í øldir hevur
verið egið løgdømi við egnari
óskrivaðari stjózrnarskipan,
egnum tingi, lógum, venjum
og rættindum. Í mangar øld
ir vóru teir tengdir at sama
kongs húsi sum mong onnur
lond, men donsk national
isma og serliga faklig fanat
isma frá sonevndum juridisk
um positivistum hava forð að
fyri teirri norrønu loysn ini
við egnari skrivaðari stjórn
arskipan – sum Noreg hevði
frá 1814, og Ísland hevði frá
1874 – uttan at loysa frá sam
veldis støðuni. Teir ópragmat
isku positivistarnir fækkast
tó nú í tali, og hitt so kenda
notatið frá 2. juni 2010 var
bert roynd at bluffa við
óhald barum sjónarmið (men
bluff ið eydnaðist so ímóti løg
søgu manni føroyinga). Vísi
til grein í komandi útgávu av
tíðar ritin um Juri sten fyri tey
serliga áhugaðu.
Í Føroyum skulu
føroyingar ráða
Í uppskotinum um stjórn ar
skipan siga vit sum Andr ass
Samuelsen á sinni, at í Før
oyum skulu før oy ingar ráða.
Alt vald kemur frá Før oya
fólki, tí er stjórnar skip anin
fremri enn danska ríkis
grundlógin, sum tó sjálv andi
skal virð ast í fram haldandi
sam veldi, men hon er fyrst og
fremst Danmarkar inn lendis
stjórn ar skipan.
Broyt ingar
skulu gerast, ja; men ikki í
áseting unum um tjóð skapar
spurningin. At valdið kemur
frá fólkinum, at sjálvs avgerð
ar rætturin er ómiss andi, at
sjórnar skipanin er evsta skjal
ið, at støða okkara nú er sátt
málakend sam veldis støða, at
føroyingar kunnu hava egnar
ásetingar um mann rættindi
og rættar skip an – har verður
onki broytt.
Nógv umrøddu neyðugu
broytingarnar skulu ger ast
á økjum, har danska grund
lógin er fátækslig, serliga
innan nútíðar rættindi sum
fyrisitingarrættindi,
til
feingi, umhvørvi og orðing
av rættar grund regl um sum
líka regluni, umframt á økj
um, sum í dag standa illa
hagreidd í teirri vánaligu
stýr is skipanarlógini, sum vit
mugu loysa av við meiri full
bornari stjórnarskipan.
Alt vald í Føroyum kemur
frá Føroya fólki, allir myndug
leikar mugu hava undirtøku
frá fólkinum.
Alt vald frá Føroya fólki!
Notatið hjá justitsministeriinum var bluff. Ráðandi fakliga sjónarmiðið er, at lond og
tjóðir sum vit hava stóra nyttu av egnari grundlóg í felagsskapi. Men hvat skal standa í?
Kært barn har mange navne:
Frelstur, føddur av nýggjum,
endurføddur, trúgvandi, Jesu
lærusveinur, komin við, um
vend ur,
náðaður
syndari,
Guds barn, ja vel sjálvur/sjálv.
Eg vil siga, at tað at blíva
frelstur, fyri at velja eitt heiti,
út frá Bíbliuni og av egnum
royndum má koma frá Gudi
fyrst og fremst.
Tú má fara ígjøgnum eina
tíð, dagar, vikur, mánaðir ella
ár, har tú er kallaður av Gudi
til frelsu. Ein ófriður innaní
tær um lívið aftan á deyðan.
Hvar endi eg?
Tú má hava hoyrt evan
geli ið um Jesus, og sæð teg
sum
ófullkomnan
uttan
Jesus, men náðaðan gjøgnum
Jesus. Og tað er bara Gud,
sum kann opna henda sann
leikan fyri tær.
Tín partur er at trúgva tí,
velja tað, sum Gud vísur tær
gjøgnum Sítt orð: Bíbliuna og
gjøgnum tey, sum tala Guds
orð ella vitna um Hann.
Mín egna roynd er, at eg
var so sterkt kallaður av Gudi,
at eg tonkti als ikki um alt eg
skuldi leggja av, og gevast
við, og um hvat onnur fóru
at siga, um eg fór at klára alt
hetta, hvat við vinunum, og
allir hesir klassikarnir.
Gud málaði Jesus so týðu
liga fyri mær, at Hann – Jesus
– var loysnin, at eg vildi hetta
bara so nógv, sum man kann
hugsa sær. Og nakað væl
afturat.
– Lat meg bara siga tað
beinanvegin: Jesus var, og er
loysnin, og tað so grúðuliga
og ógvuliga nógv meir enn
eg hugsaði. Ja, eg minnist
ikki ein gang, hvussu nógv
eg hugsaði um hvussu tað
fór at verða. Eg vildi bara
verða tryggur, og tað skjótast
gjørligt. Nå aftur til har eg
kom til.
At greiða frá hvussu lív
ið er saman við Jeusus, er
ómøguligt at gerða við menn
iskja orðum. So stórt og langt
oman fyri okkara vit er tað.
So ein sovorðin roynd hjá
mær er bara ein lítil biti av
tí heila. Tað kann bara fatast
um ein sjálvur er frelstur.
Og har en nemliga ein av
fylgjunum av at verða føddur
av nýggjum: Ein nýggj verð
byrjar, tú kemur inn í eina
nýggja dimentión. Wow, tað
passar. Eg eri har nú.
Tú kemur frá trúgv nærm
ast til skoðan, vil eg pástanda.
Friður; hvør vil ikki upp
liva frið. Ein túr út í náttúr
una, langt burt frá øllum
larmi. Burt frá tí stress
aða degnum. Burt frá tí
fíggjar liga trykkinum, sum
hongur yvur einum sum ein
tung byrða. Burt frá einum
stressaðum arbeiði.
Bara hoyra fuglasang, og
áartutl. Bara frið.
Men tann friðurin varðar
ikki longur, enn til vit eru í
øllum tí stressandi aftur.
Her er ein av fylgjunum,
sum eitt lív saman við Jesusi
gevur: Frið. Ein varandi frið.
Ein frið við varðandi fugla
sangi og áartutli. Frið fyri
tí dagliga. Ein friður, sum
yvurgongur alt vit. Frið,
ikki sum heimurin gevur,
men frið Jesusar, sum skriva
stendur.
Tað ræður um at halda
seg nær Jesusi, so tætt sum
møguligt. Tað kann ikki sigast
ov ofta: Halt teg tætt at Jesusi,
bið, les orðið, kom saman við
teimum trúgvandi.
Bara við at skriva hetta
verði eg upplyftur, líkasum
nærri Jesusi.
Og hvør vil ikki tað. Hann,
sum elskaði við tí rætta kær
leik anum, Agape, sum ikki
krevur nakað afturfyri. Jesus,
sum gav seg í deyðan fyri
okkum øll, fyri at vinna okkum
frælsi. Ikki frælsi frá Danmark,
ella onkrum sovorn um, men
frælsi frá syndini, sum hongur
so tung yvur menniskjanum,
um tey vita tað ella ikki. Tí
tað, sum tyngjur menniskja
er synda byrðan, samvitskan.
Og alt hetta barð Jesus upp
á træði. Hann kann seta ein
og hvønn fríðan frá tyngd og
skuldarkenslu.
Hann gjørdi tað fyri meg,
og Hann kann eisini gerða
tað fyri teg. Bara tú vil.
At verða kristin, er at
fylgja Jesusi eftur, hava valt
Hann sum nummar 1.
Kristin gjøgnum allar tíðir
eru blivin forfylgd, og nógv
heilt til deyðan.
Ikki uppliva vit tað stóru
forfylging her á landi, men
tað kann koma. Tann kristni
má vera klárur til andaligan
bardaga, og uttan at halda
seg tætt at Jesusi, koma vit
ikki at verða standandi.
Óansað hvat øll tey klók
astu menniskjuni í hesum
heimi siga, so er Jesus svarið
uppá alla heimsins neyð og
elendigheit.
Líkasum menniskja ong
an varandi og veruligan frið
kann fáa uttan Jesus, verð ur
ongin friður í heimi num uttan
Jesus, friðarhøvdingan.
Hvør er kristin?
Mourits Mohr Viderø