fríggjadagur 18. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
15
VIKUSKIFTI
HanUs tUlKar
Hans Jacob Glerfoss
Í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Hanusi G. JoHansen verður í daG givin
út fløGa við fimm av Hansara løgum til yrkinGar hjá hans jacobi glerfoss. »eitt
blað eG á kann skriva« kallast fløgan, sum jens l. thomsen hevur framleitt
uni arge
Tær fimm yrkingarnar hjá Hans Jacobi
Glerfoss eru um náttúru og at skriva,
og Hanus gjørdi løgini millum 1979 og
1990. Í fløguhúsanum skrivar dóttir
yrkj aran, Hansa Marfríða Glerfoss, um
pápa sín, ið doyði 17. januar í ár, at
hann var ein droymari, ein romantikari
og ein leitari.
»Lív hansara var mangan ein reik an
í einsemi og í toku. Til tíðir ein oyði
mark ar gongd, leitandi í tosta eftir lívi
og vætu, við einum anda bønandi um
frið. Einari leitan bornari av longsli eftir
onkrum, ið hann trúði var betri. Ein
leitan, stundum í blindum, men altíð
vendum móti ljósinum og hitanum og
lív inum. Tó hendan lýsing kann tykjast
heldur døpur, ja, beinleiðis melankolsk,
bera yrk ingar hansara eyðkenni av
ugga og vón.«
Hon fegnast um tulkingarnar hjá
Hanusi G. Johansen av teimum fimm
yrk ing unum og heldur, at tær eru
meist arligar.
»Hann hevur blást lívsanda í og
har við givið orðunum veingir við at
smíða løg og leggja rødd til, soleiðis at
hes ar burtur goymdu yrkingar annars
fáa endur reisn í nýggjum hami," skrivar
Hansa Marfríða Glerfoss.
Tónleikarar á fløguni eru Hanus G.
Johansen, Angelika Nielsen og Jens L.
Thomsen, sum eisini hevur tikið upp og
ljóðblandað tónleikin. Blýantstekningar
og vatnlistmyndina í fløguhúsanum
gjørdi Hans Jacob Glerfoss.
Um Hans Jacob Glerfoss verður upp
lýst í húsanum, at hann vaks upp í
Kunoy hjá ommu og abba sínum, og
sum 25 ára gamal gjørdi hann av at liva
sum listamaður burturav. Hann gav út
trý yrkingasøvn, »Til B« í 1966, »Fjalla
fossar« í 1967 og »Kvirra í reyðum og
bláum« í 1969. Fyri hesi yrkingasøvnini
fekk hann í 1969 mentanarvirðisløn
M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
»Eitt blað eg á kann skriva« verður
løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag
millum kl. 16.00 og 18.00 í sambandi
við, at føðingardagur verður hildin
fyri Hanusi G. Johansen. Røður verða
hildnar, og Hanus sjálvur fer at spæla.
E
i
t
t
b
l
a
ð
e
g á
k
a
n
n
skr
iva
Hanus G. Johansen
H
a
n
us
sy
ngu
r
Gl
e
r
f
o
ss
Mylluáin
orð: Hans J. Glerfoss • lag: Hanus G. Johansen
Dregur stilt við strendur
summaraldan blíð –
hvílast troyttar hendur –
lokið dagsins stríð.
Summarlýðkan brosar
blítt um Mikladal –
Mylluáin tosar
still um barnaspæl.
Sorgardags og gleðis
stillu vøkru ljóð –
máttloysi og megis,
yvir fedra slóð.
Mylluá, tú kvøður,
og eg skilji teg – – –
einaferð tú kvøður
eisini um meg . . .
Ein yrking um lívsins yrking
orð: Hans J. Glerfoss • lag: Hanus G. Johansen
Eg veit eina yrking so vakra
um lívið og álvara tess,
at ongantíð finni eg nakra
at seta í hennara sess.
Hon kann ikki sigast í orðum
og kann ikki festast á bløð,
men stendur í reglum í skorum
og uppslitnum lunnum á støð.
Hon rópar í sjófuglaringi,
har maður í bjørgunum fall,
í áum, í rásum, í lyngi,
av gjarvaksnum kletti í fjall.
Hon rekur í rúmd yvir vinum
og konum í kirkjugarðsgrøv
og andum av sjólætnum synum
um hválv yvir víðopin høv.
Spurd, um eg vildi skriva nøkur orð um pápa, í sambandi við
hesa fløguútgávu, svaraði eg játtandi. Tað vildi eg fegin.
Høvuðspersónarnir handan hesa útgávu hava hvør á sín hátt
havt ómetaliga stóra og góða ávirkan á mítt lív. Júst tí er tað
mær ein gleði at skriva nøkur orð, við takksemisanda fyri
hesa virðismiklu gávu, nú teir verða samansjóðaðir í tónleik-
inum.
Um pápa kann eg í stuttum siga, at hann var ein droymari,
ein romantikari og ein leitari. Lív hansara var mangan ein
reikan í einsemi og í toku. Til tíðir ein oyðimarkargongd,
leitandi í tosta eftir lívi og vætu, við einum anda bønandi um
frið. Einari leitan bornari av longsli eftir onkrum, ið hann
trúði var betri. Ein leitan, stundum í blindum, men altíð
vendum mót ljósinum og hitanum og lívinum. Tó hendan
lýsing kann tykjast heldur døpur, ja beinleiðis melankolsk,
bera yrkingar hansara eyðkenni av ugga og vón, heldur enn
mótloysisanda og vónloysi. Hetta er júst eyðkenni fyri tær
yrkingar, ið hann hevur lagt eftir seg. Tær eru lívsjáttandi,
hálovandi lívinum, vakurleikanum, reinleikanum, kærleik-
Einki minni enn ein gáva til lívið...