fríggjadagur 18. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96
16
Sosialurin
Summarfest í Skálafirði
BØRN Nú dagstovnarnir, sum Runavíkar kommuna letur byggja á Skála og í Søldarfirði, verða tiknir í nýtslu
eftir summarfrítíðina, verður Keldan í Skálafirði ikki longur karmur um dagstovn hjá børnum. Í hesum
sambandi varð skipað fyri summarfest og avskeðsfest í Skálafirði mikudagin, har eini 100 fólk vóru savnaði
Vilmund Jacobsen
Tað var rættiligt lív í kring
Kelduna í Skálafirði seinna
partin mikudagin, tá dag
stovnurin, sum seinnu ár ini
hevur hildið til har, hevði
sína avskeðsfest, nú summ
arfrítíðin stundar til, og
nýggju
dagstovnarnir
á
Skála og í Søldarfirði verða
handaðir Runavíkar komm
unu fyrst í juli mánaði.
Tá
summarfrítíðin
er
liðug, lata báðir dagstovn
arnir upp, og tá verður ikki
brúk meiri fyri Kelduni í
Skálafirði, sum hevur verið
karmur um eina fyri bils loysn
seinnu árini.
Í Skálafirði hava verið
umleið 40 børn og 16 starvs
fólk.
Tey, sum hava starvast
har, halda, at hetta hevur
verið ein góð fyribilsloysn,
men nú nýggju stovnarnir
eru um at verða lidnir til
nýtslu, gleða tey seg nógv til
nýggju umstøðurnar, sum
eru bygdar til endamálið.
Børn og hugni
Eini 100 fólk, foreldur og
børn, vóru savnaði í Skála
firði hendan seinna part.
Í fyrsta lagi vóru hetta
børn og foreldur at børn
um, sum hava gingið á dag
stovninum, og síðan vóru
eisini systkin við.
Saman hugnaðu øll sær
við ymiskum tiltøkum, stutt
ligum spølum og ymiskum
grillmati.
Børnini sluppu at kastar
bóltar og knúsa gløs og kopp
ar, og tey sluppu at kasta
rennvátar, stórar svamp ar
eftir eitt nú pápum sín um,
sum settu høvdið út ígjøgn
um eitt hol í einari byggi
plátu. Eisini var lítil fiski
brunn ar børnini at fiska í.
vilmund@sosialurin.fo
Børnini sluppu at kasta bóltar og knúsa gløs og koppar, og tey
sluppu at kasta rennvátar svampar eftir eitt nú pápum sínum
Myndir: Vilmund Jacobsen
HUGNI