Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 16 VIKUSKIFTI Tíðin legg Tínar veingir Tú varT Tann saknaða røddin í samfelagnum. Tann djarvi og speirekandi vísusangarin, sum fór aT grava upp gomul skøld og gera Tey livandi. maðurin, sum skuldi fáa fólk aT steðga upp og lýða á. ein samfelagsrevsari og eiTT sendiboð hjá kærleikanum. Tú hevur livað, Tú livir, og Tú ferT aT liva, skrivar steintór rasmussen m.a. í hesi frændakvøðuni Til Hanus g. JoHansen á 60 ára degnum H ann trínur fram á pallin. Í kovboysbuksum og reyð ari skjúrtu. Hesin klæni ranki kropp urin við gittara um herða­ blaðið. Hetta vælkenda skeggprýdda andlitið og tað gráa livandi hárið. Eitt lítið hark í mikrofonina. Skálkabrosið. Tøgnin og spenningurin. Og so tað for­ loysandi lagið: La la la la la laa! Ø ll kenna Hanus G. Johansen. Hann, sum sang á posthústrappuni í Klaks vík, og sum politiið mátti reka burtur, tí hetta var ófriður og ólevn­ aður. Hesin gamli og húsvilli flipparin, sum hevur ferðast land og ríki runt, og sum hevur spælt gittar og sungið í hálvhundrað ár. Maðurin, sum bæði hev ur argað og fingið tað besta fram í fólki. Trubadururin, sum brúkar náði­ gávu sína. G óði Hanus! Eg trúgvi, at sangin um teg má Poul F. hava skrivað. Og tú hevur sjálvandi gjørt lagið. Tit hava báðir, sum jørðin og mánin, ver­ ið nógvar ferðir rundan um sólina. Gjøgn um vetur og summar. Í ljósum og tungum løtum. Tú hevur havt Poul F. við tær til konsertir allastaðni í Føroy­ um og nógvastaðni uttanlands. Men í hjartanum hevur eisini verið pláss til Hans Jacob Glerfoss, Tummas N. Djur huus, Rikard Long, Jacob Sande, William Heinesen og fleiri av frægu skald um okkara. S jálvur ert tú ikki orðasmiður, men tú hevur upplivað, lisið og sungið um tað mesta. Um einsemi, longsul og hjarta sorg. Um fordómar, dupultmoral, svik, girnd og øvund. Um kenslur, gleði, eymleika og kærleika. Um Gud og fanan, Eros og Bakkus, ja, um alt sam­ fel agið. Um rotinskap, fals og fávitsku. Men eisini um hugsandi menniskju, sum liva, skapa og elska. Og av tínum varr um gerast vísur livandi. T að er lívsjáttandi at skriva eina føðingardagsheilsan til tín, Hanus. Og takk fyri, vinurin, at tað ikki gjørdust minningarorð. Tú hevur livað, tú livir, og tú fert at liva! M en ikki allir sangarar dansa á rós­ um. Eg minnist fyrstu ferð, eg sá teg. Hetta var eitt vetrarkvøld fyri meira enn fjøruti árum síðani. Eg var 8 ára gamal og sat og eygleiddi mammu, sum stákaðist í tí fjálga køkinum. Tá bankaði á úthurðina, og eg leyp avstað fyri at vita, hvør gesturin var. Sjokk! Har stóð ein løgin skapningur í gongini. Og hóast vit bert fingu nøkur sekund saman, so slapp myndin at festa seg. Hesin ungi maðurin við tí síða hárinum og tí eyðkenda bitinum. Men eg skilti eisini, tá tú opnaði munnin og spurdi eftir einum forsterkara, sum Páll bróðir hevði, at røddin var vinsæl og eyguni livandi. E g fór inn aftur í køkin, og tú gekst tína leið. Ein 18 ára gamal eydnu­ smiður sleipandi avstað við sínari byrðu. Kanska at hoyra og spæla Rolling Stones og The Beatles. Ella bara ígjøgn um kalda býin og út í eina villa nátt. Árið er 68, og á 62 gradum norð ur mala nýggjastu vinylpláturnar, og ungdómar royna at leggja oyrað at lurti tólinum fyri at hoyra tað seinasta frá Radio Luxembourg. Og meðan The Faroe Boys syngja um føroyskar sjó­ menn í Aberdeen, sum fáa tevatn og breyð, brýtur flower power flóðaldan um øll heimsins høv. Spurningurin er bara, hvussu leingi verjugarðarnir í Klaks vík fara at halda. V erðin var framvegis ung, tá eg veru liga kom at kenna teg. Vit vóru nakrir unglingar, sum tordu at seta okk­ ara frammanundan ivasama umdømi upp á spæl og fóru at vitja tað lítla og lokkandi húsið á Stongunum, sum tú átti og búði í. Árið hevur verið 1978, og eg framførdi nakrar av mínum fyrstu sangum í hesum hugnaliga frístaði. Tú vart ein góður áhoyrari, og tað var hugaligt at sleppa at syngja og framføra í tíni stovu. Men allarmest hugtakandi var kortini at hoyra tína rødd og uppliva tín persón. Livandi og nærverandi. Og deiliga kompremisleysur í hugsan og orðum. Tú hevði longu ofrað teg sjálvan og gekst tínar egnu leiðir í lívinum. Tað var eitt sindur av Jesusi í tær. Um fólk lótu seg forarga og høvdu hug at for døma teg, so var tað nokk tí, at tey ikki vistu, hvat tey gjørdu. Tú mátti vera sterkur fyri at yvirliva. Tað hevði verið ríkiliga svárt at missa mammuna sum 12 ára gamal. Misti tú teg sjálvan burtur, reyk alt. T að var hart at síggja teg rýma frá øllum og flyta av landinum í 1981. Men tú slapst ikki at vera tú sjálvur á egnum matrikkli og vart at kalla frið leysur millum tíni egnu. Okkara kæri sang fuglur og bohemur flutti til Struer, og spurningurin var, um hann nakrantíð kom heimaftur. Vit hittust tó aftur summ arið 1982. Vit vóru nøkur ung, sum høvdu interailað í Europa, Heilsan frá steintór rasmussen