Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Týsdagin 17. juni 1975 kl. 13.00 byrjaði Marin Olsen sín fyrsta arbeiðsdag á virkinum á Eiði, sum nú hoyrir til Norðís P/F. Síðan henda dag hevur hon verið knýtt at virkinum, burtursæð frá styttri tíðar­ skeiðum, har hon hevur ar­ beitt á øðrum virkjum. Tá Marin í dag tók móti einum blómutyssi í samband við dagin, segði hon, at hon hevði verið glað fyri at arbeitt á virkinum, og at hetta hevði verið eitt gott arbeiðspláss, og tað var orsøkin til at hon ikki hevði longst eftir øðrum arbeiðum og hevði følt seg sum heima her. Eisini segði hon, at hóast hon fylti 67 í vár, hevði hon ongar ætlanir um at gevast við hesum arbeiði. Hetta er tað slagið av arbeiðsfólki vit tørva, fólk sum eru jalig, arbeiðssom og glað fyri sítt arbeiðspláss. Leiðslan á Norðís P/F vil takka Marin fyri hesu mongu ár á virkinum á Eiði og ynskja henni enn mong góð ár og alt tað besta fyri hana og hennara. 35 ára starvs­ dagur á Eiði 85 ára føðingardagur Jógvan Haraldsen, Tórshavn, verður 85 ár leygardagin 19. juni. Hann er burturstaddur. 60 ára føðingardagur Týsdagin 22. juni kann Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar, halda 60 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálabotni týskvøldið kl. 18. Byrjað verður við sangløtu, og aftaná verður borðreitt við føroyskum viðskera. Byrjað verður stundisliga. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 18. juni fyllir Mikkjal á Bergi, Klaksvík, 75 ár. Hann er burturstaddur. 75 ára føðingardagur Mánadagin 21. juni verður Ella Skoradal, Sandavág 75 ár. Føðingardagurin verður hildin í SÍF Húsinum sunnudagin 20. juni frá kl. 17. 90 ára føðingardagur Leygardagin 19. juni verður Solborg Joensen, Leirvík, 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Solborg, eru hjartaliga vælkomin við Bólstein 4, millum kl. 16 og 19. 90 ára føðingardagur Leygardagin 19. juni fyllir Nella Heinesen (Nella í Hoygarðinum) av Toftum 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Nellu, eru hjartaliga vælkomin í føðingardag. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 18. 90 ára føðingardagur Mánadagin 21. juni verður Laura Hovgaard í Hovi 90 ár. Silvurbrúdleyp Týsdagin 15. juni høvdu Nomi Høghamar og Edvard Pauli Ejdesgaard, Eiði, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 19. juni kl. 19 á Gerðisvegi 7. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum eru hjartaliga vælkomin. Prógv Tann 10. juni 2010 tók Rina Patel, úr Kollafirði, prógv sum Bachelor of Science in Public Health á Syddansk Universitet í Esbjerg. Merkisdagar Fríggjadagin 18. juni var hugnaløta í Skála skúla í sambandi við at Hallgrím Johannesen fer frá sum lærari eftir at hava starvast í skálanum í 40 ár. Hallgrím er skálamaður. Hann er føddur 10. juli í 1945, sonur Elsebeth Marie, f. Weihe, og Petur Rasmus Johannesen, bæði av Skála. Eftir at Hallgrím tók læraraprógv á Føroya Lær­ araskúla í 1969, arbeiddi hann sum lærari við Argja skúla í eitt ár, til hann fekk starv við Skála skúla í 1970. Umframt sítt starv sum lærari hevur hann í mong ár verið virkin innan kirkj una á Skála, bæði sum kirkju­ ráðslimur og sum deknur. Hallgrím er giftur við Juliu, f. Fonsdal, úr Vest­ manna. 40 ár sum lærari Føðingar Tann 5. juni fingu Elin Nolsöe Grethardsdóttir, Tórshavn, og Baldur H. Benjaminsson, Akureyri, ein son. Hann var 3975gr og 54 cm. Á myndini er stóra systir Marianna saman við lítla beiggja. 6. juni fingu Jonna og Ken L. Olsen, Rituvík eina dóttur. Hon vigaði 3150 gr. og var 50 cm long. 9. juni fingu Esther og Poul Carl Sørensen, Tórs havn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4470 gr. 11. juni fingu Kitty Madsen og Ken Nolsøe, Kolla firði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 11. juni fingu Aslaug C. Gisladóttir og Finnbogi Reinert Djurhuus, Innan Glyvur, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4400 gr. 12. juni fingu Irdi og Hans Petersen ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3675 gr. 12. juni fingu Beinta Anthoniussen og Andrass Hammershaimb Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3650 gr. 12. juni fingu Linda Müller og Mikael Bæk Scharbach, Hoyvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3410 gr. 12. juni fingu Petra Arge Eliasen og Hilmar Uni Antoniussen, Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4210 gr. 14. juni fingu Hansy og Ronni Svalbard, Nes, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4250 gr. 16. juni fingu Elisabeth Haraldsen og Heri Olsen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3650 gr.