fríggjadagur 18. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
18
VIKUSKIFTI
Andras Sólstein
Óvikiligan stíl
Hanus hevur sjáldsama góð evni og ans at velja
yrkingar og seta løg til. Løgini hjá Hanus hóska
so væl til yrkingarnar, at tú fært illa komið
afturumaftur. Hvussu skal t.d. »Áh, kundi á
tíðarhavi« syngjast við øðrum lag enn tí hjá
Hanusi? Harumframt hevur Hanus sín egna
óvikiliga stíl, tá tað snýr seg um tónasmíð,
framburð, útsjónd og atburð, og við síni sermerktu
songrødd megnar hann at trøllabinda ta stóru
fjøldina! Hanus er ektaður og fjálgur, ein sannur
fongur fyri Føroyar og føroyskan tónleik! Hjartaliga
til lukku, Hanus!
Jónheðin Tróndheim
Tann
karismatiski
At klára at bergtaka eina mannfjöld í eina heila
konsert við einum gittara krevur, at tú ert nakað
heilt serligt. Tað er Hanus. Tað eru fleiri, sum eiga
gittarar, og fleiri, sum syngja. Men eingin, eg kenni,
megnar í fýra tímar at bergtaka áhoyrarar í øllum
aldri og frá fleiri ymiskum londum við bert einum
gittara og röddini hjá sær. Havi upplivað tað nakrar
ferðir og má staðfesta, at hann er so suverent tann
mest karismatiski vísusangarin, vit hava. Hann
hevur »tað,« sum skal til fyri at síggjast í gráu
fjöldini.
Helena Dam á Neystabø
Originalur
trubadurur
Hanus Johansen er okkara originali trubadurur.
Úrmælingur og frálíkur sangari. Eg lærdi hann at
kenna saman við »Hundinum Brúna«. Tá var hann
í tí skemtiliga horninum. Men Hanus spennir víða,
er dapur og yndisligur, fólksligur og serstakur,
og hann hevur um nakar víst okkum á ríkidømið
í skaldskapinum hjá Poul F. Við sínum trygga
gittarspæli og síni mjúku og kenslubornu torurødd
rúnarbindur henda lítillátaða kempa okkum øll,
ung sum gomul.
Lena Anderssen
Okkara
fagra blóma
Í føroyskum samanhangi er Hanus sum Johnny
Cash og Neil Young. Hann sker ígjøgnum vrøvlið
og sigur, sum tað er. Hann er bæði vandamikil og
skroypiligur. Hann er ein stórur tónasmiður og
dugir sera væl at tulka yrkingar. Á palli syngur
hann beinleiðis til tín, og tú sleppur ikki undan
hansara eygnakasti. Hann er okkara fagra blóma.
Jógvan Andrias Joensen
Smidligur
sniðgevi
Hanus dugir sera væl at taka sær av teimum
yrkingum, hann fer í hóslag við. Fyrst og fremst
tí, at hann tekur tær so nær at sær, sum vóru tær
hansara egnu. Og løgini, hann smíðar, um tað er
kvæðalag í ætt við góðan gamlan rock ella meira
jazzkent, verða hegnisliga evnað til. Tey eru sum
búnar av tónum. Hanus er tónasmiður! Hann
telgir løg! Smidliga sniðgevur hann løg til eitt
nú goymdar og gloymdar yrkingar. Og fleiri hava
fingið nýtt lív, ja, hava nærum fingið bein at ganga
á ella veingir at flúgva við. Úr tónasmiðju hansara
eru løg komin, íð køva hvassan vind, temja illar
tungur og fjálga sjálvt hitt kalda lotið.
Terji Rasmussen
Tóni og nærleiki
Eg bar oyra við Hanus á fyrstu Frændur-útgávuni,
har hann sang »Lívsmynd.« Fall beinanvegin fyri
hansara tóna og nærleika. Eg lærdi hann at kenna
sama árið, tí vit onkursvegna komu at leiga kamar
í somu húsum. Eg var beinanvegin hugtikin av
honum og sat ofta í tímavís og nýtti hansara sang
og til tíðir brongluta, men altíð væl hóskandi
guitarspæl. Vit hittust mangan til hugna í árunum,
ið runnu. Hesi seinastu árini hevur tó verið heldur
langt millum snapsirnar okkara millum, men
hugnaligt er altíð.
Og forrestin Hanus, Paul letur heilsa!
Hvat siga tey
um Hanus
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein og Uni Arge