Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 18 Sosialurin Nøvn Dagin eftir longsta dag, týsdagin 22. juni, fyllir ein ikki so lítið kendur havnar­ maður, Poul Johan Djurhuus, seksti ár. Hann er einkarsonur Hervør og Andrew Djurhuus. Hervør er ættað úr Húsavík í Sandoynni og Andrew var føddur og uppvaksin innan Glyvur í Eysturoynni Bygdarøtur Júst hetta, at hann hevur røtur av bygd, hevur evnað Poul Johan til ein fjøl­ broyttan og vitandi mann við brennandi áhuga í bygdar­ lívinum og øllum tí, ið har fer fram av spennandi uppliving­ um úr fjalli í fjøru, umframt alt tað fjølbroytta, ið høvuðs­ staðurin, Havnin, stóð fyri í hansara uppvøkstri. Hann hevur mangan greitt frá teim góðu summar­ løtunum, ið hann hevur havt í spæli og leiki suðuri í Húsavík og innan Glyvur, hagar hann leitaði í barnaárunum, saman við foreldrum sínum, sum ongantíð gloymdu røtur og bygdarfólk teirra, men ynsktu at sonurin skuldi kenna ættaruppruna sín og bygdarmentanina. »Hin deiliga Havn...« Soleiðis yrkir skaldið um høvuðsstað okkara, Havnina, ið eisini gjørdist barn dóms­ borgin hjá Poul Johan, sum hann ongantíð hevur gloymt, men altíð borið ein sannan alsk til alt sítt lív, til dagin í dag. Hann er vaksin upp í J. Nolsøesgøtu, úti í Grøn­ landi, sum hesin nýggi býar­ parturin varð nevndur, tí hann tá – í 1950­unum – var so langt úti og burtur frá miðbýnum. Har býr mamman Hervør, framvegis í barn­ dómsheiminum, við ein um vøkrum urtagarði, har Poul Johan og kona hans ara, Else, eiga manga arbeiðsløtuna. Poul Johan hevur mang­ an greitt frá hugnaliga um­ hvørvi num úti í Grøn landi, frá grannum, spæli brøðr um, ið hann enn hevur sam band við frá góðu barn dóms árun um. Í handilslæru og handilsvinnu 14 ára gamal fór Poul Johan í handilslæru hjá parta­ felagnum Valdemar Lützen í Vágsbotni, har sum Miðla­ húsið nú er. Hann hevur mangan greitt frá, hvussu tann fyrsti dagurin var, tá ið hann eitt sindur óroyndur og smæðin skuldi taka ímóti tí fyrsta kundanum. Men júst lærutíðin hjá Pf. Valdemar Lützen gjørdist ein hin besti venjingarskúlin hjá føðingardagsbarninum, bæði at fara væl um fólk, vera góður og vinarligur við fólk og hava áhuga fyri øllum teirra viðurskiftum. Hetta kom at gerast honum ein virðismikil lærdómur í samband við tað verk, ið seinni skuldi gerast hansara lívsverk: At arbeiða tætt saman við fólki, at lurta eftir og hjálpa fólki, og at tala til fólk, bæði í tí gerandisliga og andaliga umhvørvinum. Hann hevur einans gott at bera Lützensfólkunum. Andaliga umhvørvið Foreldur hansara høvdu sítt andaliga heim í Ebenezer, hagar tey trúfast leitaðu til møti, somuleiðis til møti aðrastaði og serstakliga til samfelagsmøti kring landið. Andrew var hýruvognsførari, so har var lagaligt at ferðast hjá teimum, hóast vegakervið ikki var nær náminda tí, ið tað er í dag. Poul Johan gjørdist trúgv andi sum sunnudags­ skúla drongur. Trúgvin á Jesus Kristus, sum frels ara hansara kom bein an vegin at eyðkenna lív hansara. Hann byrjaði longu sum smá drongur at hava barna­ møti fyri granna børnum, og neyvan eldri enn 14 ára gamal var hann fyrstu ferð at síggja á talarapallinum í Ebenezer, har tað var um reppið at høvdið kom undan aftan fyri pallin. Í bíbliuskúla Júst hetta, at tala Guds orð, hevur verið stóra kall hans­ ara gjøgnum alt lívið til dagin í dag. Og soleiðis kennir ein fjøld av fólki, Poul Johan. Liðugur við handilslæruna fór hann – 18 ára gamal á ein 8 mánaða bíbliuskúla, sum var í Zarepta ársskiftið 1968­1969. Stutt eftir fór Poul Johan á Moorlands bíbliuskúlan í Suðuronglandi, har hann var í 2 ár. Umframt góðan bíbliukunnleika, nam hann sær har hollan førleika í enska málinum. Ferðandi handilsmaður Seinni gjørdist hann sølu­ maður hjá handils fyritøkuni Farodane, sum seinni skifti navn. Hann hevur einans havt góð orð at bera teimum øllum. Hann ferðaðist kring alt landið og seldi fyri teir. Í hesum arbeiði kom hann at kenna hvønn krók í landinum og eina ørgrynni av fólki. Hetta varð honum eitt gott íkast til tað heiltíðartrúboðaraverk, sum hann alla tíðina hevði kent seg kallaðan til. Trúboðari burturav Stutt eftir at Poul Johan hevði verið á bíbliuskúla giftist hann við Else, ættað úr Keypmannahavn, ið var einkja eftir Brynleif Hansen, og sum sat eftir við fýra børnum. Í Else fekk hann eina framúr konu, ið hevur verið honum ein dyggur stuðul. Men tað skal eisini sigast, at í Poul Johan fekk Else ein mann, ið hon ikki kundi ynskt sær betri. Hóast so ungur, tók hann, sum forsyrgjari, ábyrgd av henni og børnunum. Og hesa ábyrgd hevur hann ikki svikið. Umframt tey fýra børn ini, sum Else hevði við sær inn í hjúnalagið, Billy, Filip, Anitu og Miriam, so fingu Else og Poul Johan saman børnini Andrew og Hervør. Leiðir okkara bera saman Poul Johan var 15 ára gamal, tá ið leiðir okkara bóru saman. Hetta var í 1965. Birgit og eg vóru nýgift og kallaðu ungfólk saman til bíbliutímar heima hjá okkum. Hesar løtur gjørdust til eitt lívlangt vinalag. Ikki einans vinalag, men eitt signað gróðrar­ og ávakstrargott samarbeiði í andaligu tænastuni. Poul Johan og eg hava havt so mangt gott saman, ikki minst saman við sam­ verkamonnum okkara í ár so mong: Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Osmundi Justinussen. Ótald eru tey møti, funda­ røðir, bíbliuskúlaskeið, trakt­ atferðir og bíbliuskeið, ið vit samverkamenn hava skipað fyri og havt saman, bæði burturi og heima, t.d. fundarøðin hjá Luis Palau, somuleiðis fundarøðirnar hjá Billy Graham úr Essen í Týskalandi og Puerto Rico, ið vórðu sjónvarpaðar til Føroya, sum vit samverkabrøður stóðu saman um. Poul Jóhan tolkaði Luis Palau í Føroyum og saman við Zacharias Zachariassen tolkaði hann Billy Graham. Poul Johan var eisini tolkur hjá navnframa Richard Wurmbrand, úr Rumenia, sum í 14 ár hevði sitið fongslaður undir komm un ist iska stýrinum í heim land inum, vegna trúgv sína á Kristus. Í fjør vitjaðu Poul Johan og eg eitt av fongslunum í Rumenia, har Richard Wurmbrand sat sum fangi. Munurin var tann stóri, at vit høvdu nú frælsi at kunngera boðskapin um Jesus í hesum og øðrum fongslum har í landinum. Menniskju eru vorðin frelst og nýggjar samkomur stovnaðar í gjøgnum okkara samarbeiði. Meðan eg skrivi hetta, renna gleðistár á mínum kinnum, tá ið eg hugsi um menniskjalív og húski, sum vórðu umbroytt, tí tey hoyrdu evangeliið um Jesus Kristus og tóku við tí í trúgv. Av sonnum minnisríkar løtur við frelsu­, endurreisingarsigningum, sum Harrin hevur latið okku­ m upplivað saman. Kristnastova og Malta Else og Poul Johan hava saman tænt í verkinum í Kristna stovu, har tey vóru í nøkur ár til stóra gleði fyri útiset ar okkara, ið komu har og eisini í vitjanirnar á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Tey hava havt avloysara­ ábyrgd á Malta í Hirtshals frá heystinum og út á várið nú í mong Harrans ár. Tey hava tikið ímóti fólki, verið um fólk og hjálpt fólki, umframt at taka sær av møtum. Poul Johan skal hava verið klárur at tala á møtum í Malta og aðrastaðni við, serstakliga í samband við tær møtiferðir, ið verða gjørdar ymsastaðni í Jútlandi hvønn mánaða. Røðari av Guds náði Einki er at taka seg aftur í at siga, at Poul Johan er ein av okkara allarbestu røðar ­ um, evangelistum og undir­ vísarum í orði Guds. Andaligi akurin her á landi hevði verið mikið fátækari uttan Poul Johan Djurhuus. Mong við mær takka Gudi fyri henda mann, ið er so er trúfastur í kalli sínum, trúfastur móti orði Guds og ein av ítarstu evangelisku stríðsmonnum okkara, ið fult og heilt lítur á innblásta og æviga orð Guds, og sum ótroyttiliga virkar fyri, at svikaleysa, trúfesta og sanna orð Guds verður handað víðari til komandi ættarliðið í Føroyum. »Keldan« í Skálafirði karm ur um føðingar­ dags haldið Poul Johan hevur valt at halda seksti ára føð ingar­ dagin í nýggja, hugnaliga og rúmliga samkomuhúsinum Kelduni í Skálabotni týs­ kvøldið 22. juni kl. 18. Byrj að verður stundisliga við sang­ løtu – og øll eru hjartaliga væl komin. Ver heilsaður, holli og trúfasti vinur. Harrin gevi tær mong góð ár enn í signaða verki tínum. Eg gleði meg til framhaldandi verk saman við tær og samverkamonnum í evangeliska kalli okkara. Svenning av Lofti Poul Johan Djurhuus seksti Poul Jóhan á vitjan í rumenskum fongsli