fríggjadagur 18. juni 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
17
VIKUSKIFTI
og sum vildu eiga nakrar dagar í
Keyp mannahavn saman. Vit spýttu í
pulj una so frægt, at fjarskotna hetjan
slapp at bumla longu leiðina í toki til
høvuðsstaðin fyri at vera saman við
okk um. Og brátt ljómaði Hans Jacob
Glerfoss millum parcellhúsini í Søborg,
drykki vísurnar hjá Cæsari á vertshúsi
og Leonard Cohen allan vegin gjøgnum
býin og náttina.
T
á tú vart í velmaktini, vardu tínir
bý túrur oftani í fleiri dagar. Tað
er ikki ov nógv fyri vanlig deyðilig
menniskju. Og mangur við mær
hevur undr ast, hvussu væl tú orkaði
at halda tørn, at vera uppi, at syngja
nátt ina fulla og liva mitt í verðini. Men
tú yvir livdi tað harða lívið, og hevði
tú ikki bremsað upp í tøkum tíma, eri
eg bang in fyri, at títt kraftarverk var
brent út.
T
ú hevur orkað og hildið leingi.
Við tínum gittara og tónastiga ert
tú komin víða. Tú hevur sungið fyri
inn bodnum í roykstovuni í Kirkjubø,
framført millum vísuvinir í Íslandi,
hug tikið inuittar í Grønlandi, ferðast
á vestlandinum í Noregi, yndað tað
svenska og flent saman við hugnaligum
dønum. Tú eigur vøgguvísuna til barnið
og troystarkvæði til seinasta gestin. Tú
syngur fegin, um bert fá eru, sum lurta,
og tú syngur frítt, um tað eru fleiri
túsund áhoyrarar. At vera nærverandi
í tínum sangi er tín styrki. Tí minnast
vit á magiskar løtur saman við tær.
T
ú hevur válað gjøgnum lívið og eisini
verið heimleysur í egnum landi. Tú
fekst ein einvegis ferðaseðil aftur til
Føroya í 1983. Men, sum umstøðurnar
vóru, so kundi tú eins væl sett teg aftur
í flogfarið og veittrað oyggjunum eitt
endaligt farvæl. Tó vil eg halda, at
hetta var point of no return í tínum
lívi. At ein meining var við øllum. Tú
skuldi, sum tann burturvilsti sonurin,
koma heimaftur. Ikki til familjuna ella
nak að netverk av týdningi. Men tað
bíðaðu uppgávur eftir tær. Tú vart tann
saknaða røddin í samfelagnum. Tann
djarvi og speirekandi vísusangarin,
sum fór at grava upp gomul skøld og
gera tey livandi. Maðurin, sum skuldi
fáa fólk at steðga upp og lýða á. Ein
samfelagsrevsari og eitt sendiboð hjá
kær leikanum. Tú skuldi fáa tjóðina at
flenna eftir fananum og kasta akker
á eydnunar tíðarhavi. Tú skuldi flyta
mørk og flyta inn í fólkasálina.
H
anus! Tú hevur skrivað, sagt, hug
tikið og gjørt so nógv spennandi, at
tað vildi verið váðaverk at skrivað lívs
søgu her. Men eg veit, at títt nærlagni
er stórt, og í tínum yrki at goyma og
niðurskriva løg er ein ómissandi partur
av Hanusar søgu longu skrivaður. Eg
kann bara undrast yvir ein vakran og
stóran sangskatt, sum varð tín gáva til
lívið.
T
að er so lætt at unna teimum deyðu
heiður og uppreisn, men tess størri
er tað, at vit framvegis eiga og hava
teg millum okkum sum ta skapandi og
livandi menniskju, tú ert.
G
óður skaldskapur sker inn á bein
og vendur ranguna út á fólki. Í ein
um landi, sum stríðist fyri at yvirliva
sum tjóð og at varðveita egið mál og
mentan, hevur rødd tín týdning. Men
í okkara vanahugsan skal Hanus G.
Johansen upp úr songini klokkan sjey.
Hann skal hava borgarligt arbeiði,
keypa hús og seta seg fyri stórum lán
um. Hetta at liva sum einabúgvi og
vála sum eitt syngjandi landastrok øll
vaksna mannaárini gera einans ser
skøltar og droymarar. Og hvørjum
skulu bankastjórarnir koma við, um
mað urin hinumegin borðið syngur og
smíðar løg? Einum yvirberandi smíli?
M
en í dag átti hvør Hanus og
Janus at hugsað, at í Føroyum
eigur tað ikki longur at vera ein spurn
ingur, hvørjum vit liva av, men heldur
hvørjum vit liva fyri! Hanus, sum
menta maður og sendiharrin heima og
úti hevur títt tilfeingi stórt virði fyri alla
tjóðina. Tú hevur livað fyri tón leikin,
ta góðu yrkingina, tað vakra lagið og
ta sterku framførsluna. Eg veit, at tað
eisini finnast aðrir dýrgripir í tín um
lívi. Tú eigur jú ein son og eina dóttir og
góðar vinir kring landið og landa mørk.
At gera burturúr høgtíðum og føð ingar
døgum hevur ikki verið tín stílur. Men
kortini plagar at vera eitt ávíst samsvar
og góðar timingar í tínum gonguverki.
At tú á degnum eisini laðar ein varða
eftir listarmannin Hans Jacob Glerfoss,
er stórfingið.
G
óði Hanus! Eg verði ikki heima
og tískil ikki millum gestirnar á
føð ingardegnum. Men vit fáa vónandi
fleiri ríkar løtur í framtíðini. Og
hjart aliga til lukku við 60 vøkrum og
livaðum árum!
Vinmenninir Steintór Rasmussen og Hanus G. Johansen í Perluni í Havn í 1980.
eigari: steintór rasmussen