Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 14 - 22. januar 2002 Nr. 14 - 22. januar 2002 3 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra kona, mamma, omma og vermamma okkara Brynhild Larsen Tórshavn andaðist 19. januar 2002. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin 22. januar kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Lars, Marita og Annika Tøkk Øllum tykkum, ið vitjaðu inn á gólvið við gávum, blómum, fjarritum og uppringingum nær og fjar og á ein hvønn hátt vóru við til at gera gullbrúdleypsdagin hjá okkum hugnaligan og ógloymandi, vilja vit her siga hjartans tøkk og gott nýggjár øll somul. Emmy og Jóhan Norðfoss Viðmerking frá Postfelagnum til grein í bløðunum um donsku innkrevjing- arnar hjá Tryggingar- felagnum TRYGGING Postfelag Føroya – Sum kunnugt hevur Tryggingarfelagið sent donsk girokort til viðskifta- fólk síni. Postfelag Føroya heldur tað vera ógvuliga óheppið, at ein føroysk fyritøka velur at senda pen- ingin, sum føroyingar inn- gjalda, til Danmarkar. Hetta sigur Postfelagið í tíðindaskrivi. Felagið sigur víðari, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur fyrr nýtt før- oysk girokort, og pening- urin er farin á føroyskar kontur. Hettar hevur riggað væl. Viðskiftafólk post- verksins eru nú ógvuliga misnøgd, tí postgjaldið er sjálvandi hægri fyri eina inngjalding til Danmarkar enn í Føroyum. Annars er at viðmerkja, at Postverk Føroya hevur havt eina “Gjaldtænastu” í 15-20 ár. Óheppið at senda pening uttanlands UNGDÓMSPOLITIKKUR Fólkafloksungdómur Fólkafloksungdomur hevði aðalfund friggjadagin, 30. november 2001. Aftan á aðalfundin var hugnakvøld. Áðrenn sjalvan aðalfundin var orðaskifti um bustaðar- viðurskiftini - serliga hjá ungdóminum - og um borg- arligan politikk. Jan Chris- tiansen, borgarstjori í Havn, greiddi fyrst frá, hvussu kommunan roynir at loysa trupulleikan og hvat Fólka- flokkurin i býráðnum ger í hesum málinum. Óli Breckmann, for- maður Fólkafloksins á tingi, greiddi síðan m. a. frá um uppskot Folkafloksins um skattalætta á leiguinn- tøkum hja teimum, ið leiga part av egnum húsum út. Aftan á var nevndarval á skránni, og er nevndin nú mannað soleiðis: Sólja Jóanisdottir, formaður Torkil V. Rasmussen, skrivari Tummas Pauli Djurholm, kassameistari Teir báðir, Torkil og Tum- mas Pauli, eru afturvaldir, meðan Sólja Fríða er ný- vald. Triði nevndarlimur í gomlu nevndini, Hallur O. Gunnarsson, bar seg undan afturvali. Tiltakslimir í nýggju nevndini eru Turid Christophersen og Fróði Sørensen. Seinasta punktið á skrá- nni var kjak um virkis- ætlanina fyri komandi ár. Á fundinum vóru nógv góð uppskot til ymisk tiltøk, felagið eigur at fremja komandi ár, og fekk ný- valda nevndin til uppgavu at gera eina endaliga virkis- ætlan at leggja fyri næsta fund í felagnum. Á aðalfundinum var eis- ini nýggja heimasíðan hja F ó l k a f l o k s u n g d ó m i , huxa.fo, løgd fram. Á heimasíðuni kanst tú finna upplýsingar um Folkafloks- ungdóm, og hvat felagið tekst við. Tað ber til at tekna seg sum lim i felag- num á heimasi?uni. Eisini kunnu limirnir og onnur áhugað siga sína huxan um ymisk mál sum eru uppi í tíðini, m.a. sjálvstýris- politikk, skattamál, ung- dómsspurningar, bústaðar- viðurskifti og privatisering, sigur Fólkafloksungdómur í tíðindaskrivi. VIÐMERKINGAR Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Høgni Hoydal, landsstýris- maður og formaður Tjóð- veldisfloksins, er aftaná vitjan Anders Fogh Ras- mussens farin at filosofera yvir leiklutin hjá donsku stjórnini í føroyskum poli- tikki, og ger tað í grein, sum hann nevnir ”Eg sigi tað við babba !”. Kanska skuldi Høgni funnið sær eina aðra yvir- skrift, tí tey, sum síggja hana, kundu lættliga fingið assosiasiónir um hin mann- in í London! Men nú er greinin vend soleiðis, at Høgni brúkar heitið m.a. í sambandi við Sambandsflokkin, og und- irritaða verður eisini nevnd saman við Marjusi Dam, løgtingsmanni. Ikki sørt ósmæðið av Høgna Hoydal og hartil rættiliga nasadjarvt av manninum, sum annars al- faðirliga formanar onnur til sakligheit, tá hann nú skírir Sambandsflokkin at vilja ”keypa sær vinir” fyri danskar pengar ! hvat billar landsstýrismaðurin sær inn at koma við tílíkum skuld- setingum ? Sambandsflokkurin biður ikki um peningaliga hjálp at keypa sær vinir, og vit ganga heldur ikki ørindi fyri onnur, sum samgongu- limir Høgna hava ført fram. Sambandsflokkurin hevur eina politiska stevnuskrá, og við hava uppskot til eina nýskipan av føroyska sam- felagnum, sum flokkurin hevur samtykt at virka fyri, og tað er tað vit gera. Bæði stevnuskráin og nýskipanaruppskotið eru almenn. Trupulleikin hjá Høgna Vit siga, hvat vit vilja, og at við møguligum yvirtøkum skal fylgja gjaldsskylda. Vit hava eisini sagt við umboð fyri sitandi landsstýri á nógv umrøddu kaffifund- unum, at teirra fullveldis- ætlan og samráðingarupp- legg var órealistiskt, og vit fingu rætt! Nú hevur samgongan, og serliga Høgni Hoydal, fing- ið ein trupulleika at dragast við, tí nú kann danska stjórnin ikki brúkast sum vápn í fullveldisstríðnum. Danski forsætisráðharrin hevur sagt tað sama vegna donsku stjórnina, sum fyrri forsætisráðharrin segði, at vilja føroyingar hava loys- ing, so fer danska stjórnin ikki at forða fyri tí. Hesu ferð var tað tó sagt í øðrum tóna, men boðini vóru greið – ikki arrogant og niðurlátandi, men klár og greið ! Helena Dam á Neystabø er farin úr samgonguni, so nú kann hon koma við upp- skotum, sum hon vil, og gera sum hon vil, og løg- maður er farin ”á annað spor” í samráðingunum; eftir stendur ein ørkyml- aður formaður í Tjóðveld- isflokkinum, sum nú langar til høgru og vinstru, tí nú liggur bólturin í Føroyum. At undirritaða skal hava nærum bønað og biðið Anders Fogh Rasmussen um ikki at ganga løgting- inum á møti, ella siga at yvirtøkurnar ikki bóru til, er pástandur, sum er so púra burturvið, at nú ber av ! Føroyingar, vit øll, hava fingið at vita ikki bert eina ferð, men fleiri ferðir, og nú enn eina ferð, at tað bar til, men avgerðin er okkara. Tí hevur Høgni Hoydal ein stóran trupulleika, og ikki Sambandsflokkurin, men tað skal sláast fast, at Sambandsflokkurin fer at berjast móti fullveldisætl- anum landsstýrisins, eisini um tær skulu krógvast undir heimastýrislógini og yvirtøkum. Nú ber av, Høgni ! Sólja formaður í Fólkafloksungdómi Finnleif Guttesen borgarstjóri At løgmaður í sjónvarpi- num sigur at Finnleif Guttesen og aðrir kom- munupolitikarar ikki skulu óttast tað, sum samgongan er í holt við viðvíkjandi pensiónum, so kunnu Finn- leif Guttesen og aðrir kom- munupolitikarar illa trúgva orðunum hjá løgmanni. Niðanfyri vísta gongd vísur nakað heilt annað, hetta dømi er fráTvøroyri og vísur hvussu landstýrið hevur minka inntøkurnar hjá kommununi . Gjald til landsvega- grunnin, sum kommunur- nar vóru trektar fyri, var ólóligur og bleiv tí avtikin, samtíðis bleiv asfaltstudn- ingurin til kommunurnar avtikin. FAS skipaskrásetingar- skipanin hevur koyrt í fleiri ár og kommunurnar eru trektar fyri gjaldið ,uttan møguleika fyri at stoppa tíð. Hendan skipan, sum landstýrismaðurin í fiski- vinnumálum sigur er eitt gullnám, er bert ein stór útreiðsla fyri flest allar kommunur. Omanfyri vístu dømir vísa klárt, hvussu sam- gongan við sínum fíggjar- politikki niðurbindur kommunurnar, Tvøroyrar kommuna hevur uppá tvey ár mist 5,5 mill. krónur, sum vit kundu hava niður- goldið skuld ella gjørt nógv ymisk tiltrongd arbeiðir í kommununi við. Tað er lætt, at reypa av givnum skættalatta og hækkaðum pensiónum, tá ið kommunurnar skulu gjalda uttan at verða eftir- spurdar yvirhøvur. Landstýrið tekur uttan eitt orð frá kommununum Ár 2001 Ár 2002 Botnfrádráttur 700.000 1.400.000 Landsvegagrunnur 800.000 0 Pensiónsfrádráttur 0 1.800.000 Inntøku missur 1.500.000 3.200.000 Asfaltstudningur - 180.000 0 Inntøku missur íalt 1.320.000 3.200.000 + Gjald til FAS 500.000 500.000 Álagt gjald frá landinum1.820.000 3.700.000 Foreldrafelagið, felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, hevur sett sær fyri, at seta nøkur týðandi mál á politisku dagsskránna í sambandi við komandi løg- tingsval. Tí skipar foreldrafelagið fyri almennum pallborðs- fundi mikudagin 30 januar kl. 19.30 í Norðurlanda- húsinum. Heitið á fundin- um verður: "Barnaansing – rættur ella krav?". Dentur verður lagdur á at lýsa tey krøv sum verða sett barna- familjum, og tey rættindi, sum hesar hava í einum nýmótans samfelag, ser- stakliga í sambandi við barnaansing, skúlafrítíðar- skipan og frítíð annars. Hóast hesi øki eru sera týdningarmikil í gerandis- degnum hjá tí einstaka, og hóast tey eisini eru grund- arsteinar í samfelagsbú- skaparligum vøkstri, verða tey ikki tikin í álvara av landspolitisku myndugleik- unum. Foreldrafelagið heldur, at hesi øki eiga at verða rað- fest hægri av landspolitik- arum, ikki einans í po- litiska kjakinum, men eis- ini tá talan er um at gera nakað veruligt við hesi álvarsmál. Kurla er eitt rættiliga nýtt orð í føroyskum høpi. Kurla er nýggja orðið, ið er smíðað til at verða nýtt ístaðin fyri trant-a, snápul-a ella sum summi siga, att KURLA Ingrid Bjarnastein Smíðað orðið hevur Jóan Hendrik Winther Poulsen, sum starvast á Føroyamáls- deildini. Nú hevur barna- garðurin hjá Føroya Tele fingið heitið Kurl@ eftir nýggja orðinum kurla fyri @. Hvønn týdning hevur hetta fyri orðið sjálvt og merkir hetta kanska, at orðið fer at verða verandi í føroyska málinum fram- yvir. Sosialurin spurdi orð- smiðin, hvat hann sjálvur helt. – Jú, tað er væl hugsandi, sigur Jóan Hendrik Winther Poulsen. – Føroya Tele og barnagarðurin hava valt at nýta hetta heitið, og kanska stimbra teir eisini orðinum á henda hátt. Hetta kann væl merkja, at uppskotið, sum eg kom við av fyrstan tíð er vorðið góðkent. Jóan Hendrik Winther Poulsen sigur sjálvur, at hann hevði tað norska "krøll-alfa" í huganum tá hann kom við orðinum. – Kurla er jú eitt føroyskt orð fyri krúlla. Snápul er ikki eitt gott føroyskt orð, og tá tú hyggur eftir tekn- inum sjálvum er sjálvur snápulin eitt sindur ov langur at vera ein snápul. Att er upprunaliga ein gomul, latínsk stytting, sum varð brúkt í rokni- skapi. Ad, søgdu teir tá, og merkir tað hjá ella til. Tað byrjaði við, at Jóan Hendrik skrivaði ein stubba til eitt av bløðunum um hesa góðu kurlu. Hann helt orðið hava ein ógvuliga skemtingarsaman dám, og tað vísir seg, at á onkran hátt hava fólk tikið við hesum. – Hetta var bert eitt uppskot sum so mong onnur. Viðhvørt riggar tað, og viðhvørt ikki, sigur orðsmíðarin. –Alt er eitt sindur undarligt í byrjanini, tað gongur ein tíð áðrenn fólk hava vant seg við tað. Tó skerst ikki burtur, at tað ljóðaði, sum málfrøð- ingurin var glaður fyri, at fólk hava tikið so væl móti nýggju kurluni, sum helst skjótt verður ein partur av okkara dagligu talu. Frá Foreldrafelagnum: Barnaansing – rættur ella krav? Kurlan góðkend Barnagarðurin hjá Føroya Tele hevur fingið heitið Kurl@, eftir orðinum kurla, sum Jóan Hendrik Winter Poulsen hevur gjørt fyri @ Jóan Hendrik Winther Poulsen C M Y K 3 2