Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 14 - 22. januar 2002 Nr. 14 - 22. januar 2002 5 –Fiskivinnan gongur væl á summum økj- um, men tað er eisini nógv, sum gongur illa, tí vilja reiðaríðini ikki átaka sær enn størri vága við at keypa Fiskasøluna FISKASØLAN Áki Bertholdsen – Vit halda, at tað er ov stóru vági forbundin við at Keypa Fiskasøluni afturat. Bjarti Mohr var ein av reiðarunum, sum var á fundinum um vikuskiftið, at møguleikin fyri at keypa Fiskasøluna varð umrødd- ur. (Les viðtalu við Olaf Olsen í hinari greinini her á síðuni). Hann sigur, at eitt, sum tók áhuga frá teimum at royna at keypa seg inn í Fiskasøluna, var spurning- urin um tann økta vágan, hetta førir við sær. – Reiðaríðini hava átikið sær nóg stóran vága sum er og tí halda vit ikki at tað er rætt at átaka okkum størri vága við at keypa Fiska- søluna. Hann vísir á, at føroying- ar hava fiskað í yvir 100 ár, men nógv tey flestu av teimum árunum hava verið vánalig. –Tí eiga vit ikki at lata okkum blinda av, at tað nú hevur gingið gott í nøkur ár. Hann nevnir, at hóast tað eru nógvir partar í Fiski- vinnuni, sum ganga væl í løtuni, eru tað eisini nógvir partar, sum ganga illa, eitt nú rækjuvinnan og alivinn- an. –Um eitt ár kann tað vera øvugt. Tað, hann sigur við hesum, er, at tað gongur upp og niður og at reiðaríð- ini halda seg ikki til at á- taka sær størri vága við at keypa Fiskasøluna, enn tey longu hava við at reka skip- ini. Ein sterk Fiskasøla Bjarti Mohr leggur dent á, at talan er ikki um, at Fram- taksgrunnurin hevur bjóðað teimum Fiskasøluna til sølu. – Tað hevur onki sam- band verið ímillum Fram- taksgrunnin og okkum, tað var ikki tí, fundurin var ímillum reiðaríðini. –Fundurin var einans hildin fyri at kanna ein møguleika. Hann sigur, at reiðaríðini bæði kanna møguleikan fyri at keypa ein part av Fiskasøluni ella at keypa hana alla sum hon var. – Hesin møguleikin er nú sleptur og mær vitandi hendir ikki meiri í hesum máli. Hann sigur, at ongar upp- hæddir vórðu nevndar. Bjarti Mohr heldur, at fyri tað um reiðaríðini ikki hildu seg til at keypa Fiska- søluna, skal tað neyvan tak- ast sum tekin um, at ongin áhugi ella vilji er í Føroyum yvirhøvur at keypa hana. Men selur Framtaksgrunn- urin Fiskasøluna, vónar hann, at grunnurin hugsar seg væl um og ikki tekur av teimum lættaru loysnunum, sum kunnu skaða føroyska fiskivinnu. – Tað hevur alstóran týd- ning fyri fiskavirkini, at vit hava eina Fiskasølu, sum er so mikið sterk fíggjarliga, at hon kann fíggja sølurnar hjá virkjunum, kanska ser- liga teimum smærru fiska- virkjunum, tí júst fíggingin er ein afturvendandi trupul- leiki hjá smáu virkjunum. Tí vónar hann heldur ikki, at Fiskasølan verður lutað sundur og seld í bit- um, tí vit hava brúk fyri eini sterkari eind. Hann hugsar m.a. um, at Fiskasølan selur nógv yymisk sløg av fiski. Hann vónar eisini, at Fiskasølan verður seld í Føroyum, tí verður hon seld av landinum, missa vit bæði vitan av landinum og ein samleika, sigur Bjarti Mohr. Um vikuskiftið hittust nøkur reiðarí á fundi um at keypa Føroya Fiskasølu, men tað var ongin áhugi FISKASØLAN Áki Bertholdsen Líka síðani Føroya Fiska- søla varð endurstovnað undir Framtaksgrunninum, hevur nógv verið tosað um at sølufyritøkan skuldi aftur á privatar hendur og at Framtaksgrunnurin skuldi selja síni partabrøv. Síðani hevur fleiri ferðir verið róð framundir, at nú var tíðin komin at selja burturav Føroya Fiskasølu. Men skal metast út frá tí, sum er farið fram hetta vikuskiftið, er tað í hvussu gravgangur eftir at keypa Partabrøv í Føroya Fiska- sølu, í øllum førum ikki í Føroyum. Hetta vikuskiftið hittust nøkur reiðarí á fundi fyri at vita, um áhugi var fyri at keypa partabrøv í Fiska- søluni. Men tað var ikki hildið at vera ein góður handil. Olaf Olsen var ein av teimum, sum var á fundi- num, men hann sigur, at tað er ikki so nógv at siga um tað. – Vit vóru nøkur reiðarí sum hittust at tosa um Fiskasøluna og fyri at vita um áhugi var at keypa partabrøv í henni. Hann sigur, at niður- støðan var, at ongin áhugi var fyri tí og tað kom held- ur ongantíð so langt sum til at samráðingar vóru við, Framtaksgrunnin ella við Fiskasøluna um at keypa partabrøv í Fiskasøluni. Hann vil ikki siga, hvussu nógv reiðarí vóru á fundi, ella hvørji tey vóru. Men talan var um nøkur av feskfiskareiðaríðunum í landinum. Hann sigur, at kallað var saman til fundar í vitanini um at tað leingi hevur verið talan um hjá Framtaks- grunninum at selja parta- brøv í Fiskasøluni. Men reiðaríðini halda so ikki, at tað er nakar góður handil. Sí eisini viðtal við Bjarta Mohr í hinari greinini her á síðuni. Ongin áhugi fyri at keypa Føroya Fiskasølu Føroysk reiðarí hava ikki áhuga fyri at keypa Føroya Fiskasølu er niðurstøðan av fundi ímillum reiðaríðini nú um dagarnar Ov stórur vandi at keypa Fiskasøluna – Eg vóni, at Framtaks- grunnurin hugsar seg væl um, áðrenn hann selur privatum Fiskasøluna, tí tað hevur alstóran týdningfyri fiskavirkimi, at vit hava eitt sterkt sølufelag, sigur Bjarti Mohr Í august í ár verður stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har fólk úr øllum norðanlondum verða við og fara at rógva kapp RÓÐRAR- OG MENTANARSTEVNA Áki Bertholdsen Í summar verður Tvøroyri miðdepilin fyri eini stórari norðurlendskari summar- stevnu. Hetta er ein róðrar- og mentanarstevna, sum verð- ur í døguum frá 9.-11. aug- ust í summar og har fara fólk úr øllum norðurlond- um at verða við. Á tíðindafundi á Tvøroyri hósdagin, fingu vit at vita, at fyribils hava yvir 200 fólk úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Grønlandi boðað frá lut- tøku. Hugskotið til tiltakið eig- ur Ólavur á Heygum, sum ognaði sær gamla kappróð- rarbátin á Tvøroyri, 10 mannafarið Tvørabátin. Hann vendi sær til Froðbiar Sóknar Róðrar- felag, sum er kappróðrar- felagið á Tvøroyri við hug- skotinum og har varð tað loftað beinanvegin. Og endamálið við stevn- uni er júst at menna áhugan fyri føroyska bátinum. Eyd- nast stevnan á Tvøroyri væl, er ætlanin at skipa fyri slíkum stevnum í onkrum av hinum londunum eina aðru ferð, um hugur er til tess og at gera hetta til ein fastan tátt í norðurlendska samstarvinum, kanska annað hvørt ár. Norðurlendingarnar, sum koma við, eru fyri ein stóran part feløg, sum frammanundan hava føroy- skar bátar, men ikki øll. –Í hinum norðurlond- unum er tað ikki søret áhugi fyri føroyska báti- num og tað eru feløg í ymsum londum, sum eiga føroyskar bátar. Nógvir av luttakarunum á stevnuni vera fólk úr hesum feløg- unum, siga fyrireikararnar. Á stevnuni er kappróður við føroyskum bátum ímill- um manningar úr teimum ymsu norðurlondunum. Men ætlanin er eisini at vísa fram útlendskar bátar og tað er eisini ætlanin at grønlendingar koma henda- vegin at vísa fólki kynstrið at rógva í kajakk. Mentanartiltøk Men tað er ikki bara kapp- róður á skránni. Talan er um eina róðrar- og mentan- arstevnu, og tískil eru tað Tvøroyrar Fornminnis- felag, Bátafelagið Nadd- oddur og Tvøroyrar Kom- muna, sum skipa fyri tiltak- inum saman við Kappróð- rarfelagnum. At samskipa tiltakið, hava fyrireikararnir fingið Suðuroyar Kunningarstovu. Av mentanarligum tiltøk- um, er eitt nú ætlanin at vísa fram fornminnissavn- ið, Kongliga handilin hjá Thomsen, har nógv gamalt er varðveitt, umframt sjálv- sagt føroyskan dans, fólka- dans, kórsang, Naddodd, tann gamla føroyska bátin, kanska grindabátar úr Vági. Ætlanin er eisini at hava onkrar fyrilestrar á skránni um áhugaverd evni o.a.Um kvøldarnar verður eisini skipa fyri ymsum tiltøkum. Men enn er skráin ikki løgd í fastar rammur Natúran er heldur ikki gloymd og stevnugestirnir fáa høvi at vitja runt í Suðuroynni, umframt at ætlanin er at fara ein túr runt um oynna við Smyrli. Teir útlendsku gestirnir sleppa eisini fram at vísa okkurt fram, sum sereyð- kennir teirra land og men- tan. Eitt nú verður grøn- lendskur trummudansur á skránni. Men eitt slíkt tiltak er dýrt. Fyribils hevur Tvør- oyrar Kommuna sett 100.000 krónur av til enda- málið, umframt at skúlarnir í kommununi eru til taks at gista og eta í. Fyrireikararnir siga, at ætlanin er søkja almennar og privatar grunnar um stuðul og at finna onkran sponsor. – Onkur sponsorur hevur longu víst áhuga, siga fyri- reikararnir. Summarstevna á Tvøroyri við fólki úr øllum norðurlondum – Hetta verður fyrsta stevnan av hesum slagi, men eydnast hon væl, kann hon gerast fastur táttur í norðurlendska mentanarsamstarvinum, halda Jonny Dimon, Helgi Enni fyri Bátafelagið Nadd- odd, sum situr í miðjuni og Torfinnur Hammer frá kapp- róðrarfelagnum, sum eru trý av teimum, sum fyrireika stóru róðrar- og mentanar- stevnuna á Tvøroyri í summar - Heystið 1997-1998 var óvanliga nógvur smáseiður allastaðni, og í summar høvdu skipini stórar trupul- leikar av seiði, tey fingu í velduga stór- um hálum, sigur Hjalti í Jákupsstovu. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í Sosialinum leygardagin vísti virkisleiðari á hagtøl, sum prógva, at miðalvektin á upsa minkaði eitt pund seinna hálvár í fjør í mun til fyrra hálvár sama ár. - Men hetta er ikki óvæntað, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. Ikki sæð hetta ”fenomenið” áður Hann vísir á, at árgangurin, sum talan er um, er heilt óvanliga góður. - Vit hava ongantíð sæð hetta ”fenomenið” áður, sum tá ið smái upsin, sum núer inni í fiskiskapinum, var ternumurtur. Tá var ein ørgrynna av ternumurti fram við landi longu tíðliga um heystið, nógv meira enn vanligt. Hjalti vísir á, at t.d. í Vestmannasundi livdi alt av berum ternumurti hettaheystið. - Og heystið 1997-1998 var óvanliga nógvur smáseiður allastaðni. Hann vísir á, at í summar høvdu skipini stórar trupulleikar av hesum seiði, sum tey fingu í velduga stórum hálum. Tískil noyddist Vaktar-og Bjargingartænastan at steingja leiðir. - Minnist eg rætt, er hetta fýra ára gamal upsi nú. Hjalti sigur, at so hvørt, sum seiðurin veksur, kemur hann út á leiðirnar, har upsin heldur til og kemur tískil inn í fiskiskapin. - Nú veksur hesin fiskurin skjótt, og vónandi verður nakað eftir av honum, tá ið hann verður størri. Ov stórt veiðitrýst Stjórin minnir framvegis á, at veiðitrýstið undir Føroyum yvirhøvur er ov stórt, og tí verður so nógv tikið av hesum smáa upsanum, nú áðrenn hann er vaksin. - Sjálvandi verður nógv fiskað av einum stórum árgangi, og tað liggur eisini ískipanini, vit hava. Men eg haldi, at kjansurin hjá fiskinum at gerast gamal, er ov lítið, tá ið trýstið er so stórt. Hesin javngamli fiskurin gongur ofta saman í torvum – og ikki saman við størri ella smærri fiski. Tí kunnu skipini gera velduga stór hál av hesum smáa upsanum, meðan lítið og einki einki sæst til tann størra fiskin, sigur Hjalti. Hann vísir á, at tess størri fiskurin er, jú lættari er hann at arbeiða, og meira fæst fyri hann á marknaðinum. - Sum nú er, verður ein veldug nøgd av smáupsa veidd undir Føroyum, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda. (Lesið meira um fiskivinnu á síðu 15) Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni: Ikki óvæntað, at upsin er smáur – Veiðitrýstið undir Føroyum yvirhøvur er ov stórt, og tí verður so nógv tikið av hesum smáa upsanum, nú áðrenn hann er vaksin, heldur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu – Sjálvandi verður nógv fiskað av einum stórum árgangi, og tað liggur eisini í skipanini, vit hava. Men eg haldi, at kjansurin hjá fiskinum at gerast gamal, er ov lítið, tá ið trýstið er so stórt, sigur Hjalti í Jákupsstovu C M Y K 5 4