týsdagur 22. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 14 - 22. januar 2002
Nr. 14 - 22. januar 2002
7
–Tað er fullkomiliga
burturvið, tá ið
Karsten Hansen og
Høgni Hoydal siga, at
eg nýti løgmans-
embætið til at reka
partapolitikk. Eg
úttali meg sum sam-
gonguleiðari, tí tað, ið
teir siga, ikki er í tráð
við poltikkin hjá
samgonguni, sigur
Anfinn Kallsberg
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Tað var løgmaður sjálvur,
sum byrjaði tíðindabræva-
trætuni í landsstýrinum, við
at senda út eitt tíðindaskriv
fríggjadagin,
har
hann
hartaði teir báðar, Høgna
Hoydal og Karsten Hansen.
Tíðindaskrivið er grund-
að á útsagnir frá áður
nevndu landsstýrimonnum
í íslendskum og føroyskum
fjølmiðlum.
Tað er einamest útsagn-
irnar frá teimum báðum
viðvíkjandi fýra ára skiftis-
tíðini, ið hava vakt ans hjá
løgmanni.
Hann sigur í tíðindaskriv-
inum, at úttalilsini eru í
andsøgn við politikk sam-
gongunnar
mótvegis
Nyrup-stjórnini,
sam-
gongusemjuna,
løgtings-
samtyktina um sjálvstýri og
sjálvsavgerðarrætt Føroya
fólks og ta felagsfráboðan,
løgmaður og forsætismála-
ráðharrin
undirritaðu
í
síðstu viku, og sum allir
flokkar á tingi hava tikið
undir við.
Hann undirstrikar har-
afturat, at samgongan held-
ur seg til løgtingssam-
tyktina, sum byggir á 12-15
ára búskaparliga tillaging
ella ta tíð, sum tað eru
búskaparliga forsvarligt at
laga búskapin til føroyskt
sjálvsstýri.
Burturvið
Síðani Løgmaður sendi út
sítt tíðindaskriv fríggja-
dagin, hava sum áður nevnt
Karsten Hansen og Høgni
Hoydal svarað aftur. Í teirra
felagstíðindaskrivið verður
m.a. sagt, at løgmaður nýtir
sítt embætið til at reka
partapolitikk.
Hetta heldur Løgmaður
vera púrasta burturvið.
– Eg úttali meg sum sam-
gonguleiðari og ikki sum
fólkafloksmaður. Tað vera
óivað eisini onnur sum fara
at úttala seg vegna Fólka-
flokkin, men tað er ikki eg í
hesum førinum, sigur An-
finn Kallsberg.
Hann sigur, at tað ikki er
nakar politiskur dekningur
fyri tí, ið teir báðir, Karsten
og Høgni, siga við fjølmiðl-
ar.
Hann tekur tó stríðið so
mikið róliga, at hann nevn-
ir, at ósemjur eru vanligar í
politikki, og hetta er heldur
ikki so undarligt, heldur
hann.
Hann er tó alt annað enn
fegin um útspælini frá
Karsten og Høgna, í fjøl-
miðlunum
og
í
teirra
felagstíðindaskrivi.
– Hetta skapar ótrygg-
leika í samgonguni. Tí tað
kemur ongantíð upp á tal, at
vit fara at fáa eina fýra ára
skiftistíð - í øllum førum
ikki við mær sum sam-
gonguleiðara, sigur Anfinn
Kallsberg.
Hann kendi tað vera
neyðugt at úttala seg um
hetta alment í fjølmiðlun-
um, heldur enn at tosa við
teir báðir innanhýsir. Hetta
er heldur ikki at samgongu-
mál, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Hann heldur, at sam-
starvið hevur riggað væl í
samgonguni, men hann
heldur, at hann útspælið frá
Karsten og Høgna má vera
at rokna sum valupplegg.
Tá hann verður spurdur
um hetta er eitt høvdinga-
stríð í samgonguni, sigur
hann, at tað í øllum førum
er onkur, sum roynir at
sleppa upp á brúnna, sum
ikki longu er har.
Anfinn Kallsberg veit
ikki at siga, hvussu verður
víðari við hesum málinum.
– Eg havi svarað ís-
lendskum tíðinda-
fólki upp á konkretar
spurningar, og tað má
eg hava loyvi til. Tað
harmar meg, at løg-
maður fer í fjølmiðl-
arnar við hesum,
sigur Karsten Han-
sen, nú løgmaður
hevur sent tíðinda-
skriv út viðvíkjandi
úttalilsum hjá
Karsten Hansen og
Høgna Hoydal
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Beint eftir middag fríggja-
dagin kom eitt tíðindaskriv
frá
Løgmanni,
Anfinn
Kallsberg, har hann hartar
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, og Høgni
Hoydal, varaløgmann, fyri
at hava úttala seg um, at
Føroyar fáa fullveldi um
fýra ár. Hetta hava teir gjørt
við ávíkavíst íslendskar og
føroyskar fjølmiðlar.
Karsten Hansen sigur seg
harmast yvir, at løgmaður
kennir tað vera neyðugt at
fara í fjølmiðlar við tílík-
um. Hann vísir á, at hann
hevur havt fleiri fundir við
Anfinn Kallsberg, men á
hesum fundunum er einki
komið fram um hetta.
Løgmaður hevur sent úr
tíðindaskrivi í sambandi
við, at tíðindi bórust í
sambandi við íslandsvitj-
anina hjá Karsten Hansen
fyri kortum, at Karsten
segði við íslendskar fjøl-
miðlar, at verður talan um
oljuframleiðslu
í/undir
Føroyum, merkir hetta, at
fullveldi verður veruleiki
innan fýra ár.
Karsten Hansen sigur
seg, at hann varð spurdur
ein konkretan spurning frá
íslendskum fjølmiðlafólki,
sum kendu til prátið um
fýra ára skiftistíð.
– Eg havi svarað ís-
lendskum tíðindafólki upp
á konkretar spurningar, og
tað má eg hava loyvi til. Eg
segði teimum mína hugsan
um málið, og tað kann ikki
koma óvart á nakran, at eg
sum tjóðveldismaður hava
hesa hugsan, og at hendan
er ein onnur enn tann hjá
Fólkaflokkinum,
sigur
Karsten Hansen.
Hann undirstrikar, at
hansara úttalilsir byggja á
avtalir, ið eru gjørdar mill-
um Føroyar og Danmark,
og hann kann ikki ímynda
sær – um ein oljuvinna
verður til veruleika – at
danir framvegis verða sinn-
aðir at gjalda blokkstuðul.
Fíggjarmálaráðharrin
harmast um, at Anfinn
Kallsberg kennir tað vera
neyðugt at fara í fjølmiðl-
arnar við hesum, tá ið
Karsten sjálvur metir seg
hava sagt sína egnu hugsan,
einki annað.
– Eg greiddi teimum eis-
ini frá samtyktiktini, ið
samgongan hevur gjørt,
sigur Karsten Hansen.
Svara aftur
Spurdur um, hví teir eisini
hava valt at fara í fjølmiðlar
við einum tíðindaskrivi og
ikki bert loysa trupulleikan
innanhýsis í samgonguni,
sigur Karsten Hansen, at
teir hava ikki gjørt annað
enn at svara tíðindaskriv-
inum frá Løgmanni aftur,
og tað má mann væl rokna
við.
At hetta er nakað val-
upplegg frá teirra síðu, vil
Karsten Hansen ikki hoyra
talan um, men roknar sam-
stundis við, at Løgmaður
sum fólkafloksmaður royn-
ist at tekkjast sínum egnu
veljarum, sum í ein stóran
part eru sambandsfólk.
Sum heild skilir Karsten
Hansen ikki rættiliga, hví
Løgmaður kennir tað vera
neyðugt at senda út tíðinda-
skriv.
– Eg skilji ikki trupul-
leikan. Stevið í samgong-
uni – í øllum førum í lands-
stýrinum – hevur verið gott,
og samstarvið hevur verið
sera gott. Eisini tí kennist
tað ørkymlandi, at Løg-
maður nú kemur við hes-
um, sigur Karsten Hansen.
Í tíðindaskrivinum frá
Karsten og Høgna verður
millum annað sagt, at
Løgmaður nýtir løgmans-
embætið til at reka parta-
politikk og við skeivum
upplýsingum.
Tá ið vit spyrja Karsten
Hansen um hetta, vil hann
ikki siga nakað um, at hetta
nú merkir, at hann metir,
Løgmaður misnýtir sítt
embæti.
Karsten Hansen veit ikki
siga, hvørjar fylgjur hetta
fær fyri samgonguna ella
samstarvið millum hann og
Anfinn Kallsberg.
Tíðindaskrivið er soljóð-
andi:
Tíðindaskriv
Løgmaður rekur part-
apolitikk við villeiðandi
upplýsingum um full-
veldismálið
Tað undrar okkum stórliga
at frætta umvegis fjølmiðl-
arnar, at løgmaður í einum
tíðindaskrivi viðger úttal-
ilsir hjá undirritaðu á ein
villeiðandi hátt. Vit hava
báðir verið saman við løg-
manni, har hann onki hevur
nevnt um hetta við okkum.
Vit harmast tó mest um,
at ein røð av villeiðandi
upplýsingum eru í tíðinda-
skrivinum frá løgmanni:
1.Karsten Hansen hevur
sagt uppá fyrispurning
frá íslendskum fjølmiðl-
um, at um olja verður
framleidd og um búskap-
arvøksturin heldur fram,
so trýr hann uppá, at
føroyingar taka fullveldi
innan næsta valskeið er
runnið.
2.Høgni Hoydal segði í
fimmaranum í ÚF, at vit
halda okkum til løgtings-
samtyktina um sjálvstýri
Føroya fólks. Hana hava
vit sjálvi orðað og lagt
fyri tingið. Har eru ásett-
ar tíðarfreistir, tá málsøki
í seinasta lagi skulu verða
komin á føroyskar hend-
ur. Og sambært henni,
skal alt verða framt í
seinasta lagi um 10 ár.
3.Í sama fimmara segði
Høgni
Hoydal,
uppá
fyrispurning um støðu
Tjóðveldisfloksins, at um
vit framdu tær neyðugu
yvirtøkurnar og hildu
fram við tí sjálvberandi
búskaparpolitikkinum, so
miðaði Tjóðveldisflokk-
urin eftir at hava eina
fólkaatkvøðu í næsta
valskeiði.
4.Tað er tí beinleiðis skeivt,
tá løgmaður sigur, at
okkara úttalilsir eru í
andsøgn við løgtings-
samtyktina
og
sam-
gongusemjurnar.
Tað er hinvegin beinleið-
is í andsøgn við løgtings-
samtyktina, tá løgmaður
tosar um tíðarfreistir
uppá 12-15 ár. Vit skilja
ikki, hvussu løgmaður
roknar seg fram til hetta
tal.
Vit hava hildið allar avtalur
í hesi samgongu til punkt
og prikkar og tað gera vit
framvegis. Vit hava enntá
góðtikið, at avtalur verða
brotnar og hava funnið
semingsloysnir til tess at
røkka á mál.
Tað er í lagi, at Anfinn
Kallsberg sum fólkafloks-
maður sigur sína politisku
hugsan. Men tað er ikki
rætt at brúka løgmansem-
bætið til at reka partapoli-
tikk við skeivum upplýs-
ingum. Tí átti eitt tílíkt tíð-
indaskriv at verið sent frá
fólkaflokkinum og ikki frá
løgmanni. Tá hevði eisini
verið høvi at spurt, um
fólkaflokkurin hevur slept
fullveldisætlanini,
og
hvørjum tað skal gagna
støðugt at leggja eftir sín-
um egnu samgongufeløg-
um?
Er tað tildømis ein samd-
ur fólkaflokkur, ið tekur
undir við skrivingini í Dag-
blaðnum, har boðskapurin
er, at bert Tjóðveldisflokk-
urin vil ikki viðurkenna, at
føroyingar vilja verða ver-
andi í danska ríkinum?
Tórshavn, 20. januar
2002.
Høgni Hoydal og
Karsten Hansen
Anfinn Kallsberg, løgmaður:
Fullkomiliga burturvið
Karsten Hansen:
–Eg sigi mína hugsan
Eingin dekningur er fyri
útsagnunum hjá Karsten
Hansen og Høgna Hoydal
politiskt, heldur Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Karsten Hansen sigur seg
hava sagt íslendskum
tíðindafólki sína egnu
hugsan og einki annað
C
M
Y
K
7
6