Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 14 - 22. januar 2002 Nr. 14 - 22. januar 2002 9 Fær rækjuflotin ikki studning beinan- vegin, má meginpart- urin av skipunum leggjast. Formaðurin í Reiðarafelagnum staðfestir, at vinnan klárar ikki kreppuna einsamøll, men lands- stýrismaðurin vil sleppa undan stuðli RÆKJUKREPPA Eyðun Klakstein Rækjuflotin er í álvarsam- ari kreppu, og fær flotin ikki hjálp frá tí almenna, so má meginparturin av teim- um 10 rækjuskipunum leggjast. – Seinastu tvey árini hava verið sera vánalig, og nú orkar rækjuflotin ikki meira. Tað er bara ein spurningur um nakrir mán- aðir, áðrenn skip verða løgd. Tað sigur Jákup Egholm Hansen, sum er reiðari og hevur verið formaður í Fel- agnum Rækjuskip. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at vinnan klárar ikki kreppuna einsamøll. – Vinnan skal klára seg uttan stuðul, men veruleik- in er ikki svartur og hvítur. Rækjuflotin er í kreppu og fær hann ikki hjálp beinan- vegin, so verður galið innan stutta tíð, sigur Jákup Sól- stein. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum fyrra- partin í gjár, men fríggja- dagin segði Jørgen Nicla- sen við Dag og Viku, at landsstýrið vil sleppa und- an at lata fiskivinnuni studning. Lægri prísur orsøkin Tey 10 rækjuskipini hava seinastu tvey árini stríðst við lágar rækjuprísir og høgan oljuprís. Hendan samanseting hevur givið skipunum hall, og tá tey hava lítið at standa ímóti við, eru skipini við at renna seg fast fíggjarliga. – Rækjuflotin hevur ikki havt góð ár sum aðrir partar av flotanum, og tí hava skipini lítið at standa ímóti við. Seinastu tvey árini hava verið trupul, og nú orkar flotin iki meira, sigur Jákup Egholm Hansen. Rækjuskipini hava tríggj- ar høvuðsframleiðslur. Tann mest gevandi fram- leiðslan hevur verið Japan- rækjur, men búskaparligar niðurgongstíðir í Japan og størri kapping um markn- aðin hevur hvat við sær, at prísurin fyri hesar rækjur er nógv lægri, enn hann plagdi at vera. Tað sama er galdandi fyri kókaðar rækjur. Bæði tær smærru rækjurnar, sum vanliga verða seldar til Kina, og tær størru, sum verða seldar í Europa, eru farnar nógv niður í prísi. Prísurin fyri rækjurnar, sum verða seldar til virkini á landi, er tengdur at, hvat fæst fyri lidnu vørurnar, og tí kunnu hesi virkini heldur ikki gjalda tað sama við rá- vøruna longur. Sum um lægri rækjuprís- urin ikki hevur gjørt tað nóg trupult, so hevur olju- prísurin seinastu tvey árini verið munandi hægri, enn hann plagdi at vera. Olju- prísurin er lækkaður, síðani hann var upp á tað hægsta, men hann er framvegis hægri enn tað, sum plagdi at vera, og hetta er tung byrða hjá flotanum omaná vánaliga rækjuprísin. Kreppuloysn Leygardagin hevði Felagið Rækjuskip aðalfund, og her var semja millum tey, sum reka skipini, at støðan sær vónleys út. – Gongdin hevur verið skeiv í eini tvey ár, og nú klárar flotin ikki meira. Vit hava áður gjørt landsstýrið vart við støðuna, men svar- ið var tað sama, sum tað er nú, at vit mugu bíða og vita, hvussu gongdin fer at vera, sigur Jákup Egholm Hansen. – Trupulleikin er bara, at flotin er so illa fyri nú, at tað er neyðugt við eini kreppuloysn, um flotin skal yvirliva. Verður einki gjørt, so má flotin leggjast innan stutta tíð. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur seg ikki hava nakra loysn á trupul- leikanum hjá rækjuskipun- um, men hann sigur seg vera sannførdan um, at verður einki gjørt, so mugu rækjuskipini leggjast. – Aðalmálið skal verða, at vinnan skal klára seg uttan stuðul, men tað eru eisini krepputíðir í vinnuni, og í løtuni er tað rækjuflot- in, sum er í eini vanlukku- ligari støðu. Okkurt má gerast, og um myndugleik- arnir ikki vilja hjálpa, so mugu teir samstundis gera sær greitt, hvørjar avleið- ingarnar verða, sigur Jákup Sólstein. – Rækjuflotin hevur ikki havt gylt ár, soleiðis sum aðrir skipabólkar hava havt, og tí hava skipini ikki kunnað lagt pengar til síðis. Tí klára tey illa at standa ímóti í slíkari støðu. Tíðaravmarkað Jákup Egholm Hansen heldur, at landið kann veita rækjuflotanum ein tíðarav- markaðan stuðul, so skipini yvirliva krepputíðina, sum hann vónar er tíðaravmark- að. – Vit ynskja okkum ikki aftur í 80’ini, men ein hjálpandi hond í eina tíð kundi verið tað, sum fekk tað at bera til. Vit hava góð- ar royndir við avmarkaðum stuðli til vinnuna, sigur hann og sipar til Sandoyar- verkætlanina, sum setti gongd í flakavinnuna á landi, og á smoltstuðulin til alivinnuna fyri nøkrum árum síðani. – Men ístaðinfyri at við- gera álvarsama trupulleik- an, hoyra vit tann sama ret- orikkin frá landsstýrinum um, at fiskivinnan hevur ongantíð havt tað betri enn nú, og at vit mugu fylgja gongdini eina tíð. – Men tað gongur bara ikki. Verður einki gjørt, so missa vit ein útflutning upp á millum 200 og 250 milli- ónir krónur, og her er eisini talan um eini 400 arbeiðs- pláss á sjógvi og landi. Hetta er eitt álvarsmál, sum ikki kann loysast við funda- mentalistiskari liberalismu, sigur Jákup Egholm Han- sen. 400 arbeiðspláss í vanda: Rækjuflotin hevur brúk fyri skjótari hjálp Fáa føroysku rækjuskipini ikki eina hjálpandi hond beinanvegin, so verða skipini løgd innan stutta tíð. Vinnan klárar ikki sjálv at koma í gjøgnum álvarsomu kreppuna í vinnuni – Eg vil ikki verða forsprákari fyri, at vit skulu fara aftur til vinnustuðul, men um landsstýrið ikki vil tosa um trupulleik- arnar, so vil eg fegin taka stig til, at stóru flokkarnir viðgera álvarsligu støðuna hjá rækjuskipunum, sigur Jóannes Eides- gaard RÆKJUKREPPA Eyðun Klakstein Jóannes Eidesgaard sigur seg vera til reiðar at seta hol á eina ítøkiliga politiska viðgerð av støðuni hjá rækjuflotanum. – Tað er ábyrgdarleyst av landsstýrinum, at tað ikki vil viðurkenna, at rækju- flotin hevur stórar trupul- leikar. Politikkur snýr seg ikki um at røkja hugsjónar- lig mál, men um at taka trupulleikarnar upp til við- gerðar og royna at loysa teir, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Hann var leygardagin boðin til aðalfundin hjá Fel- agnum Rækjuskip sum gestarøðari, og har varð hann eisini kunnaður nærri um støðuna hjá rækjuskip- unum. – Støðan er álvarsom, og flotin er veruliga í vanda. Tí kunnu politikarar ikki bara lata sum einki. Rækjuflotin hevur ikki bara lágar rækju- prísir og høgan oljuprís at stríðast við. Flotin er eisini illa fyri av einum hugsjón- arligum ráki hjá landsstýr- inum, heldur Jóannes Eidesgaard. Vandi fyri at verða stemplaður Formaðurin í Javnaðar- flokkuinum hevur biðið um alt viðkomandi tilfar frá Felagnum Rækjuskip, og tá hann hevur fingið hetta tilfar, er hann sinnaður at taka stig til, at stóru flokk- arnir viðgera støðuna. – Eg veit væl, at tað er stórur vandi fyri at fáa ein stempul á seg við at taka stig til hesa viðgerð. Eg ynski ikki at vera forsprák- ari fyri, at vinnan skal hava stuðul, men her er bara tal- an um eina álvarsama støðu, sum vit eiga at við- gera, heldur Jóannes Eides- gaard. – Tað verður sagt, at stuð- ul er av tí ónda, og vit skulu ikki aftur í somu støðu sum í 80’unum, tá vinnan fekk nógvan rakstrarstuðul, men tað tykist, sum vit eru farin úr einari veit í eina aðra. – Støðan er bara tann, at vit hava bara eitt bein at standa á, og tí mugu slíkar trupulleikar í einum parti av fiskivinnuni takast í álvara. Vit eiga at kanna, um tað ber til at veita flot- anum onkra avmarkaða hjálp, heldur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin fyri Javnaðarflokkin: Landsstýrið er ábyrgdarleyst – Eg veit væl, at tað er stórur vandi fyri at fáa ein stempul á seg við at taka stig til hesa viðgerð. Eg ynski ikki at vera forsprákari fyri, at vinnan skal hava stuðul, men her er bara talan um eina álvarsama støðu, sum vit eiga at viðgera, heldur Jóannes Eidesgaard Føroya Javnaðar- flokkur mótmælir, at ríkisstjórnin ætlar at spara burtur stuðulin til felagskapin hjá inuittum, ICC UMHVØRVI Eirikur Lindenskov – Tað harmar okkum almik- ið, at stjórnin ætlar at taka av árliga stuðulin upp á 1.5 milliónir krónur til ICC (Inuit Circumpolar Confe- rence). Hetta sigur Jóannes Eid- esgaard, formaður í Javnað- arflokkinum, í eini áheitan til Andres Fogh Rasmus- sen, forsætisráðharra, nú tað ljóðar, at stuðulin til ICC skal takast av. Í áheitanini sigur Javnað- arflokkurin, at ICC er av stórum týdningi fyri inuitt- arnar í Grønlandi, Canada, Alaska og Russlandi. – ICC (Inuit Circumpolar Conference) er altjóða fel- agsskapur hjá Inuit í Arktis. Hesin stovnur ger eitt stórt arbeiði fyri at verja og varðveita umhvørvið í Arktis, eins og stovnurin hevur alstóran týdning fyri mentan og samleika hjá inuit-tjóðunum í arktisku økjunum. Samstarvið røkk- ur frá Chukotka í Russlandi yvir Grønland og Nunavut í Canada til Northern Slope í Alaska. Felagsskapurin umboðar 150.000 íbúgvar, verður sagt í tíðindaskrivin- um, sum Javnaðarflokkurin hevur sent út í hesum sam- bandi. ICC er ein sera týðandi altjóða felagsskapur, ið hevur vunnið sær stóra al- tjóða viðurkenning fyri virksemi sítt. Sum dømi um hesa viðurkenning nevnir Jóannes Eidesgaard, at ICC hevur ráðgevarastøðu hjá ST, og at ICC hevur fingið umhvørvisvirðisløn Norð- urlandaráðsins. Endamálið hjá ICC er eitt nú at styrkja samanhaldið millum Inuit í londunum í arktisku økjun- um, at virka fyri rættindum hjá Inuit, at tryggja um- hvørvið og at virka fyri pol- itiskari, búskaparligari og sosialari menning í arktisku økjunum. – Tað er tí harmiligt og skelkandi, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen nú hevur gjørt av at strika árliga stuðulin til ICC. ICC hevur í nøkur ár fingið 1,5 mió. kr. í rakstrarstuðli av donsku fíggjarlógini og hevur hesin stuðul havt stóran týdning fyri virk- semið hjá stovninum, sigur Jóannes Eidesgaard. Føroya Javnaðarflokkur vil gera vart við, virksemið hjá ICC ikki bert hevur týdning fyri Arktis. Um- hvørvið í Arktis hevur týdning fyri allar tjóðir í Útnorði og kring Norður- atlantshavsins strendur. – Umhvørvisarbeiðið hjá ICC hevur tískil týdning ikki bert fyri Inuit, men fyri allar tjóðir fyri Norðan. Avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava ta av- leiðing, at virksemið hjá ICC verður skert. Hetta merkir aftur, at avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava negativar avleiðingar ikki bert fyri ICC, men eisini fyri tjóðirnar eitt nú í Út- norði, sigur hann. Javnaðarflokkurin sigur, at danski ríkiskassin hevur spart umleið 360 mill. kr. við yvirtøkunum, ið komu í gildi 1. januar í ár. Javnað- arflokkurin heldur tí, at tað skuldi borið væl til hjá donsku stjórnini at nýtt ein lítlan part av hesum sparda peningi til gangs fyri um- hvørvi og mentan í norðaru pørtunum av ríkisfelags- skapinum, heldur Javnaðar- flokkurin, sum í gjár skriv- aði Anders Fogh Rasmus- sen, forsætisráðharra, bræv, har Javnaðarflokkurin heit- ir á forsætisráðharran um at nýta 1,5 mió kr. av sparda blokkstuðlinum til Føroya sum stuðul til ICC í 2002 og framyvir. – Á henda hátt kann stjórnin tryggja, at virk- semið hjá ICC ótarnað kann halda fram til mikið gagn fyri tjóðirnar í Arktis eins væl og fyri allar tjóðir í Norðuratlantshavi, sigur Javnaðarflokkurin at enda í brævinum til Anders Fogh Rasmussen. Gevið ICC 1.5 mió av føroyska blokkstuðlinum Danska stjórnin ætlar at gera stórar sparingar m. a. við at niðurleggja nógvar nevndir, sum stjórnin heldur eru uttan týdning. Ein av sparingunum er eisini stuðulin til felagsskapi inuitta, ICC Føroya Javnaðarflokkurin hevur sent Anders Fogh Rasmussen mótmæli ímóti, at stuðulin til ICC verður spardur burtur. – Tit kunnu taka hann av tí, tit spara í føroyska blokkstuðlinum, sigur Jóannes Eidesgaard ICC er ein sera týðandi altjóða felagsskapur, ið hevur vunnið sær stóra altjóða viðurkenning fyri virksemi sítt. Sum dømi um hesa viðurkenning nevnir Jóannes Eidesgaard, at ICC hevur ráðgevarastøðu hjá ST, og at ICC hevur fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Endamálið hjá ICC er eitt nú at styrkja samanhaldið millum Inuit í londunum í arktisku økjunum, at virka fyri rættindum hjá Inuit, at tryggja umhvørvið og at virka fyri politiskari, búskaparligari og sosialari menning í arktisku økjunum C M Y K 9 8