Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 28 Sosialurin Poul Hansen Ósamdir!! So letur í honum »Hygg at Vest­ manna. Vit hava einki mist« (av náttúruni) Nú velst alt um eygað, ið sær og hesuferð hyggja vit nærri at útbyggingunum oman fyri Vest­ manna, landinum áðrenn og aftaná og lesarin kann so sjálvur meta um nakað er mist. Eisini verður greitt frá, hví hesar útbyggingar hóast alt eru øðrvísi enn útbyggingin í Norðureysturoy og komandi útbyggingar av Víka­ vatni, Vágum og Dølum. Fossá í Vestmanna rennur í Vatnið »Frammi á Vatni« gjøgnum Fonsdal og er vatn ríkasta á í Føroyum. Ovara byrgingin í Fonsdali, sum byrgdi Vatnið og Fossá inni, var byrjað í 1952 og liðug í august 1953. Síðani varð byrgingin á Lómund­ ar oyri í Fonsdali gjørd. Í 1958 varð í Dalá vestan fyri veitt yvir í Fonsdal. Heljareygað er hin stóra áin í Vestmanna. Renn ur gjøgnum Mýrarnar og í Heygardal. So vatnrík er áin, at hon einsamøll fyllir vatngoymsluna í Heygardali – byrgingin 23 m høg – uttan, at aðrar áir eru førdar í Heljareygað. Byrgingarnar á Mýrunum og í Heygadali vórðu lidnar í fyrru helvt av trýssunum. Í Vestmanna fevndi vatnorku­ útbyggingin tí stórt sæð bert um at byrgja upp fyri Fossá í Fonsdali og Heljareygað í Heygardali. Munurin á vatnorkuútbyggingini í Vest­ manna og Eiði, Víkavatni, Dølum og Vágum er tann, at í Vestmanna er stórt sæð alt vatnið savnað í tveimum áum, sum renna í tveimum dølum – Fonsdali og Heygardali. Hesir báðir dalar vórðu byrgd­ ir og tað var stórt sæð vatnorku­ útbyggingin í Vestmanna. Haraftur ímóti fevnir útbygg­ ing in á Eiði – nevnt Eiði 1 – IV – ikki bert at byrgja upp fyri Eiðisvatni við 2 byrgingum har einasta á av týdningi – Argisáin – rennur í Vatnið, men neyðugt var eisini at taka allar áir á norðurvestursíðuni í Eysturoy, líka frá Øksnaránni norðanfyri Slættaratind til Blás­ enda sunnanfyri Veðranes. Funningsmegin eru allar áir frá Stórá í Funningi til Vesturdalsá Mill um Fjarða førdar norður í Eiðis­ vatn. Víkavatn liggur á norðureystursíðuni á Streym oy. Ongin á av týdningi renn ur í Víkavatn. Tí er neyðugt hjá SEV – tá felagið hevur gjørt eina 23 m høga byrging á suðursíðu ni á Víkavatni – at leiða allar áir eystanfyri Saksunardal frá Streymneshálsi og líka norður til Sjeyndir, í Víkavatn til tess at fáa nakað av vatni í byrgingina. Dalar Til byrging í Dølum skal alt vatn norðurímóti Saksun, allar áir í Dølum og allar áir Hvalvíksmegin Saksunardal heilt suður í Tofta­ dalsáir sunnanfyri Hvalvík um­ framt part av avfallsøkinum til Dalá og Argisá, sum renna í Leynavatn, før ast norð í Dalar. Eisini skulu áirnar í Djúpadali, Øksnadali og Nálagjógv, sunnanfyri Dalar, førast norð í Dalar. Vágar Har vil SEV savna alt vatn norðan fyri Háls í Sandavági og eystanfyri Sørvágs/Leitisvatn og Fjallavatn í eina byrging Uppi í Glyvur. Hóast øll Norðurstreymoy og eyst ursíðan av Vágum verða turr­ lagdar, er tað framvegis alt ov lítið vatn til eina lønandi el­fram­ leiðslu. Vatnorkuætlanir SEV’s eru tí á ongan hátt fíggjarliga forsvarligar. Tað fara vit at hyggja nærri eftir næstu ferð. Land Tosaðu um vatnorku- ætlanir SEV’s Fossá áðrenn byrgingarnar Tveir av vøkru fossunum í Fossá, sum bert livna uppaftur tá SEV reinsar turbinurnar