Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 27 VIKUSKIFTI Eitt av eyðkennunum fyri smá lond og oyggjasamfeløg er, at fleiri fólk upp á seg flyta til og úr landinum. Á manntalinum 2011 verður kannað nærri, hvussu flytingin millum Føroyar og umheimin hevur verið, og hvørji sambond eru millum føroyingar í Føroyum og fólk uttanlands. Nakrir av spurningunum snúgva seg um, hvussu nógv hava forfedrar ella eftirkomarar uttanlands. Hetta eru tøl, sum ikki áður hava verið tøk. Í Føroyum hevur samlaði fólka­ streymurin til og úr Føroyum verið umleið 3000 fólk seinastu 10 árini. Tað er sonevnda bruttoflytingin, ið sigur nakað um fólkastreymin. Bruttoflytingin er samlaða talið á teimum, sum flyta til landið og teimum, sum flyta av landinum. Ovast í Evropa Okkurt árið eru fleiri flutt til landið enn av landinum, men samlaði fólkastreym ur in til og úr Føroyum hevur seinastu árini verið á leið tann sami. Í prosentum ber til at siga, at bruttoflytingin í Føroyum Føroyar hava seinastu 25 árini ligið ovast í evropeisku hagtølunum yvir brutto flyting. Seinastu trý­fýra árini eru Grønland, Ísland og Áland komin upp í evropeiska oddin og hava nú eisini eina bruttoflyting upp á umleið seks prosent. Av øðrum evropeiskum londum hevur bara Luxemborg á leið somu brutto flyting, sum í Føroyum. Fyrst í níti­árunum fór brutto­ flytingin upp um 10 prosent. Í 1993 fluttu 3273 fólk úr Føroyum og 1342 til Føroya. Norra, Svørríki og Danmark hava eina bruttoflyting á umleið tvey prosent. Ikki óvæntað hevur fólka streym­ urin millum Føroyar og Danmark verið nógv tann størsti. 75 % av allari flyting til og úr Føroyum eru umvegis Danmark. Norra og Íslandi eru næst. Seinastu seks árini hevur fólkastreymurin verið størri til Danmarkar enn úr Danmark. Kelda: Hagstovan Fólk streyma til og úr Føroyum Mín besta uppskrift er teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Maiken Skarðenni Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Arabisk bønusalat Byrja við at koyra kikertrar og bønir í eina sílu og skola væl í køldum vatni. Uttan á kikertrunum og bønunum situr nakað, sum gevur luft í maganum, tí skula tær skolast. Lat torna. Rør dressingina saman. Brúka kryddaríini eftir tínum smakkið, hvítleykurin kann veljast frá. Sker piparfruktir og reyðleykin smátt og blanda saman við bønum og kikertrum. Rør saman við dressingini. Passar væl saman við ymiskum rættum, ella bara flutes. Væl gagnist! Salat 2 dósir av kikertrum 2 dósir av bønum (chilibønur ella reyðar kidneybønur eru væl egnaðar) 3 piparfruktir í ymiskum litum 2 smáir reyðleykir Dressing 5 spsk av olju saft frá 2 lime ella ½ sitrón 3 bátar av hvítleyki 2 spsk av balsamico eddiki uml. eina tsk av sukuri ella tilsvarandi søtievni 1 tsk av paprika 1 tsk av spískumman 1 tsk av koriander salt og pipar Umleið 3000 fólk flyta millUm Føroyar og útheimin Um árið. Manntal 2011 Fer at lýsa, hvørji sambond Føroyingar hava til Fólk uttan fyri føroyar. Føroyar hava seinastu 25 árini ligið ovast í evropeisku hagtølunum yvir brutto flyting