Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Kirkjugarður á Svínaryggi Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Partur nr. 150 J acob Lützen var sonur Andreas Christian Lütz­ en, sum kom til Havnar úr Danmark í 1838 at vera eina­ lærari við almúguskúlan. Hann giftist skjótt við Evu úr Baianstovu, kend fyri sín dugnaskap. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð. Her skal bert komast inn á handilsskapin hjá Andreas. Helst hevur læraralønin ikki verið so høg, so hann er farin at handla, eftir at eina­ handilin varð avtikin í 1856. Jacob var tann einasti av systkjunum, sum bleiv ver­ andi í Havn alla sína ævi. Helst hevur hann verið í handils­ læru hjá einum av stórhandl­ unum í Havn, frá tí skúlatíðin til hann var eini 20 ár. Jørgen Bech & Sønner keypti úthandilin hjá eina­ handlinum í Klaksvík. Teir settu á stovn úthandlar í fleiri bygdum við Klaksvíkar­ handlinum sum miðdepil. Tað gjørdu teir eisini í Havn. A.C. Lützen stóð fyri hesum handli frá 1858 til 1871. Hann handlaði fyrst í Lille Christinestue. Men í 1870­unum keypir Jørgen Bech & Sønner Fúta­ stovu frá Handverksskúlan­ um. Í 1871 yvirtekur Jacob Lützen, 31 ára gamal, handilin frá pápanum og flytir hann yvir í Fútastovu. Hetta verður størsti úthandilin hjá Jørgen Bech & Sønner. Skipsfiskiskapurin var stórur í Havn um hetta mundi, og handilin keypir eina rúgvu av saltfiski, sum verður virkaður til klippfisk. Í 1896 verður her gjørd ein »Fisketørringsanstalt« til eftirturking inni, og er hetta fyrsta millumlið í umlegg­ ingini frá úti­ til inniturking. Giftist við dóttir Restorff Jacob giftist við Henriettu, vanliga kallað Jetta, dóttir gamla Restorff. Hann bygdi sethús niðast við Tinghúsvegin, eystanfyri. Í 1906 byggir hann so uppí sethúsini suðureftir. Tá er helst brúgv løgd um Havnará við samband til Amtmans­ brekkuna. Handil í Suður­ endanum á húsunum skuldi ligið væl fyri. Hetta gjørdist tann kendi handilin hjá Jacob Lützen við Áarvegin. Ovaru hæddina nýtti son­ urin Valdemar til íbúð, inntil hann bygdi húsini í Rættará seinast í 1920­unum. Jákup var farin um tey seksti, tá ið hann byrjaði egn­ an handil uppi við Áarvegin. Hann hevur tá helst merkt, at eingin av synunum hevði hug til at fara inn í fiskivinnuna. Tí er tað kanska, at hann hevur slept Fútastovu við teirri fiskaturking o.ø, ið hartil hoyrdi. Útróður í Íslandi Tað hevur nokk so nógv verið greitt frá útróðri til lands í Íslandi í Miðvikuni. Her var Jacob Lützen eisini við. Í 1888 og 1889 hevði hann fleiri lýsingar í Dimma­ lætting eftir fólki. Tann 8. desember 1888 søkti hann eftir ikki færri enn 116 útróðrarmonnum at koma til Vopnafjørðin árið eftir. Tann 29. desember søkir hann eftir 10 røskum føroysk­ um gentum at arbeiða fisk á Vopnafjørðinum. Lønin var kr. 35 um mánaðin og fría ferð. Jacob hevur helst lýst sum umboðsmaður fyri íslendingar og norðmenn. Fyrst í 1889 lýsir Jacob við, at tað ber til at fáa ferðaætlan fyri postskipasambandið millum Keypmannahavn, Leith, Føroyar og Íslands fyri 10 oyra stk. Hesa lýsing hevur hann sum kassameistari hjá Færø Amtstidendes Bogtrykkeri. Ny Fabriksvirksomhed Í 1896 keypti Jacob Lützen fabrikkina hjá Østrøm á Skálatrøð, og hann stovnaði spinnarí har við Johan Evensen sum leiðara. Seinni byrjaði Johan egið virki við Sandá. Dimmalætting skrivar um aldarskiftið: I Slutningen af forrige Aar have Dhrr Købmand J. Lützen & Søn (Valdemae) paabegyndt en ny Virksomhed i den gamle Fabriksbygning, nemlig med henkogning af Fisk. Vi have prøvet en daase af Fiskeboller, der saa vidt vi kunde skønne i enhver henseende kan maale sig med det bedste norske Fabrikat af denne Artikel. Det er kun godt og vel 50 Aar siden, at Klipfisk­ tilvirkningen begyndte her paa Øerne. Siden da er der ikke bragt nogen ny variation af fisk som Handelsvare. Da lignende Fabriksvirk­ somhed, som den der nu er paabegyndt her, med Fordel drives paa flere Steder i Norge, hvor Fisken hverken er bedre eller billigere end her, maa man haabe, at den her begyndte Virksomhed maa have en Fremtid for sig. Navnlig kunne vi ikke tænke os andet end, at afsætningen til Danmark, hvor der er indførselstold paa det norske Fabrikat, maa kunne blive betydelig. Henda framleiðsla kom eisini at halda fram til seinna heimsbardaga. Umframt fisk var eisini fuglur og enntá hara niðursjóðað. Mong álitisstørv Jákup hevði annars mong álitisstørv. Í í býarstýrinum sat hann eini 20 ár, 1874­79 og 1880­1895. Í stjórn spari­ kassans sat hann frá 1897 til 1906, eisini var hann grann­ skoðari í sparikassanum. Í nevndini fyri Føroya Banka sat hann frá tí, bankin var stovnaður til sín doyggjandi dag. Franskur varakonsul var hann í 1895, og var starvið í ættini til fyri fáum árum síðani. Hann um­ boðaði eisni Lloyds Agency. Jacob var eisini ein stovn­ ari av Havnar Sjúkrakassa í 1886, og hann var í fyrstu nevndini. Ættin William Heinesen skrivar í ikki prentaðari lýsing av sínum ættarfólki, at »M.C. Restorffs yngste Datter Henriette var lille og rund med høj Pande og en troskyldig naiv Mund. Hun bar Briller og var noger Vindøjet. Jacob Lützen var en høj, statelig Mand af fast, vindskibelig Karakter. Hans klare Omdømme og gode indsigt i lokale For­ hold gjorede ham til en slags Raagiver for danske Embedsmænd, som han omgikkes hyppigt og gerne. Moder skildrer ham som en elskværdig og spøgefuld Mand af en snart strikst­ koket, snart noget vranten Optræden. »Tante Jette« var hans tro og føjelige Følge­ svend. Forholdet mellem Ægtefællerne har ikke været uligt det mellem gl. Restorf og hans Kone.« Um hana skrivar William m.a.: »Hun synede ikki meget ved siden af sin Mand, som hun i enhver henseende føjede sig efter. Hun var stilfærdig, venlig og ligefrem.« Øll uttan Valdemar, Herluf og Knud fluttu til Danmarkar og eiga nógvar eftirkomarar har. Ein serliga kendur ver­ sonur var »onkel Aage«, sum giftist við Kirstin. Hetta var Aage Vedel við heitinum viceadmiral. Hann var víða gitin á nógvum økjum. Hann skipaði í 1943 fyri at søkkja allan tann danska herflotan at forða fyri, at hann fall í hendurnar á týskarum. Jacob Lützen: Byrjaði at framleiða dósamat í Føroyum Tað var av tilvild, at Lützen-ættin kom til Føroya. Heppið var tað, tí henda ætt hevur eisini havt sína gagnligu ávirkan á okkara samfelag JACOB LÜTZEN FØDT 19. NOVEMBER 1845 DØD 7. NOVEMBER 1920 JETTE LÜTZEN FØDT RESTORFF FØDT 3. OKTOBER 1854 DØD 26. AUGUST 1922 Børnini hjá teimum báðum: Standandi f.v.: Knud f. 1891, Eva Margretha f. 1880, gjørdist 103 ár, Herluf f. 1887, Borghild f. 1893, Mia f. 1896 og Astrid f. 1883 Sitandi: Aksel f. 1882, Kirsten f. 1899, Valdemar f. 1878, Elsa f. 1877, Ingrid f. 1889 og Ove f. 1885 Jetta og Jacob Lützen Etikettirnar hjá dósamatin hjá Lützen fyri 100 árum síðani høvdu ikki kunnað verið gjørdar smartari í dag Komandi partur fer at snúgva seg um Elsu, Helgu og Nyholm Debes