fríggjadagur 18. juni 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Søgan um
STóra brETan
nigel Knight hevur gjørt umfatandi
kanningararbeiði av Wintson Churchill, sum
leiddi bretlandi undir seinna heimsbardaga,
og hann sigur søguna um stóra leiðaran.
Churchill var ein hetja, men hann gjørdi
eisini nøkur stór mistøk, og hann var ofta í
ringum lag. nigel Knight hevur eisini gravað
spennandi myndir fram av Churchill og
hansara tíð.
Nigel KNight
Churchill: The greates briton unmasked
David & Charles PLC
Uppliv lítla dímUn
Fyrra ferðin út í lítlu dímun í summar verður hetta vikuskiftið. í dímun upplivir tú
sólina seta og rísa, og sagt verður, at upplivingin er framúr góð. avmarkað pláss er fyri
ferðafólkum á ferðini. meira fæst at vita á ldimun.com.
lítla DímuN
leygardagin 19/6-Sunnudagin 20/6
Stevna
í rUnavík
hetta vikuskiftið er eystanstevna í runavík. har skipað
tey fyri eini ørgrynnu av tiltøkum, dansur verður við
countrykonginum hallur Joensen, og eisini er barnatiltak
við trølla pætur, kappróður, karnivalur, boccia, fótbóltur
og annað á skránni í runavík í dag og komandi dagarnar.
eystaNstevNa
runavík
18-20/6
urðarDanSur
í KvívíK
Leygarkvøldið kanst tú fara í eitt veruligt
bygdaball í Kvívík. Har hava tey urðardans.
Dagurin byrjar við tiltøkum fyri børn og
vaksin seinnapartin, og frá klokkan ellivu
spæla klaksvíkingarnir Jákup marnar
anthoniussen og Heini Ziska Dahl til dans.
urðarDaNsur
Kvívíki
Leygarkvøldið 19/6 kl. 23.00
ShUtter iSland
í 1954 fara tveir løgreglumenn til Shutter island
fyri at finna ein sjúkling, sum er rýmdur av einum
sinnissjúkrahúsi. Undir kanningararbeiðnum finnur
annar løgreglumaðurin út av, at bæði starvsfelagi
hansara og oyggin goyma loynidómar. millum
sjónleikararnar í filminum eru leonardo dicaprio,
mark ruffalo, Ben kingsley og max von Sydow.
shutter islaND
dvd-filmur
22/6
Sandoyingar
BJóða til hUgna
leygardagin verður stórt tiltak á Sandi. tiltakið
verður rópt Føroya vakrasti Familjufestivalur, og
tað bjóðar nógvan góðan tónleik frá nøkrum av
fremstu tónleikarunum í Føroyum. millum annað
fara páll Finnur páll, terji rasmussen, Jákup
veyhe & kim hansen, guðrið hansdóttir og martin
Joensen at spæla.
Føroya vaKrasti FamiljuFestivalur
Sandur
leygardagin 19/6
SUmmar-
romantikkUr
ein fartelefon, sum verður gloymd, er byrjanin
til, at tann heldur kiksaði trygdarvørðurin kirk
hittir vøkru molly. og hóast øll halda, at tey
bæði als ikki passa saman, kann tað verða,
at tey gera tað alíkavæl. ein romantiskur
summarfilmur at stytta sær um stundir við.
overscoriNg
havnar Bio
Frá hósdegnum 17/6