Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 42 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen – Eg eri sera glaður fyri, at eg fekk hol á aftur málskjótingina. Av teim um fyrstu níggju málunum, vit fingu, skjeyt eg tey átta, men síð ani hevur staðið fast. Tíbetur skutu hinir málini, sum skuldu til, so vit fingu allíkavæl tað, vit skuldu hava. Tað segði toppskjúttin, Christian Høgni Jacobsen, eftir dystin ímóti Víkingi mikukvøldið, tá hann við tveimum málum fekk endað mál­ turkin hjá sær, samstundis sum NSÍ vann áttandu ferð á rað og tískil hevur tikið oddasessin frá HB. Og júst tey bæði liðini møtast við Løkin í Runavík í morgin. – Tað verður ein stórdystur, sum óivað verður spennandi. Vit gleða okkum til at taka ímóti HB, og av tí at hetta er stevnudystur, verður helst nógv fólk til dystin eisini, sigur Christian Høgni. NSÍ kom tíðliga á odda í dyst­ inum í Sarpugerði, tá Klæmint A. Olsen við høvdinum stýrdi einum innkasti í mál, men mitt í fyrra hálvleiki javnaði Sølvi Vatnhamar fyri Víking, somuleiðis við einum skallara. Men 10 minuttir fyri hálv­ leik var Christian Høgni á blettinum fyrru ferðina, eftir at NSÍ við fleiri sendingum hevði spælt verjuna hjá Víkingi sundur og saman inni í brotsteiginum. Frustrerandi Ta longu fyrstu løtuna av seinna hálvleiki kundi NSÍ saktans fingið fleiri mál og avgjørt dystin, men í staðin kom Víkingur so líðandi meira við og kom við einum sjálv­ máli upp á javnleik, tá smáir 10 min­ uttir vóru eftir. Men fimm minuttir fyri tíð streyk Heðin av Lakjuni avstað og sendi innfyri til Christian Høgna, sum tryggur staðfesti 3­2 sigurin hjá teimum gulu. – Vit noyðast bara at viðurkenna, at vit eru at kalla í kreppu. At vit ikki hava vunnið í ein mánað ella meira, er ræðuligt, men so mugu vit bara royna at hála okkum upp­ aftur. Tað fara vit eisini at gera, so nú gleða vit okkum til at spæla ímóti EB/Streymi við Margáir sunnu dagin, sigur liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclassen, sum held ur, at dysturin ímóti NSÍ var ikki sørt merktur av, at liðini høvdu ymsar fortreytir, nú tey møttust. – Teir komu fullir av sjálvsáliti til Gøtu, meðan vit eru meira krúp­ andi fyri tíðina. Tað sæst aftur á spælinum, tí teir skora upp á lítið og lætt, meðan vit skulu arbeiða øgiliga hart, bara fyri at halda málið reint og at fáa mál. Og sjálvt um vit berja okkum upp á javnt, so vit kunnu fáa eitt stig aftur, klára vit ikki at halda tað, og tað er øgiliga frustrer andi, heldur Niclas. hilmarjans@sosialurin.fo Heri Simonsen Tað gongur av skriðuni hjá B36. Seinastu níggju dystirnar í voda fonedeildini eru teir farnir av vøllinum við ongum ella bert einum stigi, og er tað ein stór andsøgn at fáa bert seks stig í níggju dystum, tá liðið fekk níggju stig í trimum teimum fyrstu dystunum. Aftur ígjár høvdu teir hvítu nóg mikið av mál møguleikum til at vinna dystin. Dysturin var ikki nógv meiri enn byrjaður so rakti Hjalgrím Elttør yvirliggjaran, beint aftaná var Magnus Olsen ógvuliga nær við, og Hjalgrím gjørdist púra leysur, men hann skeyt bóltin á Predrag Markovic í B71­málinum. B71 ress aðist til uppgávuna í seinna hálv leiki, og tá komu teir eisini til góðar málmøguleikar. Fyrst stórbjargaði Jóan Pauli Jacob­ sen einari atsókn frá Ebba Kristin Thomsen. Løtu seinni setur Símun Hansen Odmar av í høgru síðu, har hann við einari góðari sending finnur Danilo Kovacevic, sum bert nýtist at seta fótin á og B71 var á sigurskós. Nú sá svart út hjá, men tað eydnaðist árstals­ felagnum at bjarga sær tað eina stigið. Høgni Eysturoy var spældur fríur í einum yvirlappi. Høgni legði so bóltin uppá tvørs til Heina í Skorini, sum hegn isliga setti innaru síðu á, og so stóð aftur á jøvnum. Báðir partar iðraðu seg Jóan Pauli Jacobsen og Jóhan Ell ingsgaard hjá B36 iðraðu seg aftaná dystin, ser liga um allar teir misnýttu mál møgu­ leikarnar í fyrra hálvleiki, sum burdu givið B36 eina trygga leiðslu, áðrenn steðgin. Símun Hansen og Ebbe Kristin Thomsen viðgingu, at teir í B71 vóru í ringum skørum í fyrra hálvleiki, men at B71 átti at bundið fyri og tikið øll trý stigini suður við sær um Skopunar fjørð, tá teir vóru komnir á odda, tí teir stóðu seg væl, aftaná uppsangin hjá Piotr Krakowski í steðginum. Símun Hansen fekk tvey gul kort, og verður hann tí ikki tøkur til heimadystin ímóti ÍF leygardagin. heris@sosialurin.fo Nummar átta… vodafonedeildin Metrøðin hjá NSÍ helt fram í Sarpugerði mikukvøldið, tá áttandi sigurin á rað varð fingin til høldar ímóti Víkingi, ið sær út til at vera í kreppu fyri tíðina Christian Høgni Jacobsen, sum er toppskjútti í Vodafonedeildini, hevði ikki skoraði í fýra dystum á rað, tá tað aftur mikukvøldið eydnaðist honum at fáa tvey týðandi mál fyri NSÍ ímóti Víkingi Mynd: Hilmar Jan Hansen Danilo Kovacevic leggur B71 á odda í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen fann MÁliÐ afTUR Sigurs leysir í 9 dystum vodafonedeildin B36 sat á øllum í fyrra hálvleiki, men teir punkteraðu ikki dystin tá. Í seinna hálvleiki mundu sandoyingar farið við øllum Víkingur 2 NSÍ 3 B36 1 B71 1 Fagnaður á Danilo og B71- leikarunum eftir leislumálið Mynd: Álvur Haraldsen Teir komu fullir av sjálvs áliti til Gøtu, meðan vit eru meira krúp andi NiclaS NiclaSeN, víkiNgur