Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Dysturin á Argjum ferð ikki í søguna fyri fótbóltsspælið, men heldur fyri ein heldur sjálvsama hending í seinna hálvleiki. Tá góðir tjúgu minuttir eru eftir av vanligu leiktíðini, bresta Heðin Stenberg, málmaður hjá AB, og Símun Samuelsen, framherji hjá HB, saman eftir ein miseydnaða afturlegging til Heðin. Tíverri fyri AB og Heðin mátti Heðin berast av vøllinum við minnni skaða í knænum. AB hevði ongan eykamálmann á bonkinum og so vóru góð ráð dýr. – Eg plagi at standa í mál til venjing, so spælarnir vóru tryggir við at eg tók mál mans­ handskarnir uppá, sigur Evrard Blé, sum tók uppgávuna á seg. Hann gjørdi okkurt gott og okkurt minni gott. Tá HB stutt­ fyri tíð legði seg á odda, var tað eftir ein mistak frá Blé, tá hann tók bóltin upp fyri aðru ferð og dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frískparki í brots­ steiginum. HB leikarnir gjørdu skjótt av og tóku frísparki, sum endaði við at innskifti Jógvan Skeel Nolsøe skoraði. Argja menn vóru í øðini inn á dómaran, tí hann loyvdi frí­ sparkinum at verða tikið so skjótt. – Eg kenni ikki orduliga mál mansreglarnir, men eg var ónøgdur við at frísparkið hjá teim um verður tikið langt frá har sum eg tók bóltin upp, sigur Evrard Blé. Vegna skaðan hjá Heini Stenberg, vóru tíggju minutir lagtir aftrat vanligu leiktíðini. Tá bara ein av teimum minutt­ inum manglaði, bragdaði hjá AB. 18­ára gamli Alex Mellem­ gaard krúllaði eitt fríspark upp um manngarðin og í málið til endaliga úrslitið 1­1. trondur@sosialurin.fo Dagfinn Olsen Mjørkin lætti ikki yvir vøllinum á Eiðinum mikukvøldið, heldur gjørdist hann tættari og myrkari, sum dysturin leið, og tóktist hetta hóska til leikgongdina, um ein sær hana úr sjónarhorninum hjá heimaliðnum. EB.Streymur byrjaði eitt sindur betri í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom FC Suðuroy meira við og javnt gekk á. Hetta gjørdist ein undirhaldandi dystur við nógvum møguleikum til báðar partar. Seint í fyrra hálvleiki var ein FC Suðuroy leikari nærum einsamallur við málmanninum hjá EB Streymi, men skotið kom beint í føvningin á málmanninum, og slíkan møguleika fær ein ikki fleiri ferðir í einum dysti. Seinni hálvleikur var frá byrjan merktur av, at báðir partar ætlaðu sær mál, og spælið gjørdist eitt sindur harðari, eins og trýstið frá báðum pørtum. Hetta økti um undirhaldsvirðið, og alla tíðina høvdu partarnir møguleika hvør hjá øðrum. Nokkso janvt gekk á. Tað gjørdist tó Egil á Bø hjá EB Streymi, ið gjørdi álvara av, tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Hann stóð har hann skuldi og fekk sett bóltin í mál. Báðir partar trýstu og fleiri mál kundu komið í hesum undirhaldandi dysti, men FC Suðuroy megnaði ikki at nýta sínar møguleikar, meðan EB Streymur hevði gagnnýtt ein møguleika g var á odda 1­0. FC Suðuroy skiftu út, tá eini 20 minuttir vóru eftir og Obi Charles kom inn, men hetta gjørdi ikki stórvegis mun. EB Streymur fekk stigini við sær norður um fjørð, og botnliðið fór av mjørkaklædda heimavøllinum við enn einum tapi, og gongdin við fleiri tapum á rað helt fram í myrka mjørkanum mikukvøldið. dagfinn@sosialurin.fo HB vinnur ikki á Argjum Vodafonedeildin Tað var støðan áðrenn dystin og níggju minuttir inn í yvirtíðina, staðfesti Alex Mellemgaard ta støðuna við beinleiðis frísparki. Tá hevði fílabeinsstrandingurin og miðvallarin, Evrard Blé, staði í mál hjá argjamonnum í næstan ein hálvan tíma og undirhildið áskoðarnar FC Suðuroy 0 EB/Streymur 1 AB 1 HB 1 Mjørkatám yvir Eiðinum í Vági Vodafonedeildin FC Suðuroy er seinastu mongu dystirnar farið av vøllinum við tapi, og mikukvøldið gjørdist onki undantak. EB Streymur vann 1-0, og mjørkin, sum allan dystin lá tjúkkur og myrkur kring vøllin, tóktist hóska til mjørkagongdina hjá heimaliðnum Eg plagi at standa í mál til venjing, so spælarnir vóru tryggir við at eg tók handskarnar uppá evrArD blé, Ab Pætur Dam Jacobsen og sundalagsmenn vunnu á botnliðnum FC Suðuroy í mjørkanum í Vági Mynd: Dagfinn Olsen mjørkasigur