Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 44 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Sunnudagin tekur EB/Streymur hesa ferð ímóti Víkingi, sum hinvegin hevur havt mót brekku í ein mánað, har tað bara er blivið til eitt stig í fýra dyst um, umframt at liðið reyk úr steypa kappingini – bara ein dyst frá finaluni. Her má EB/Streymur sigast at vera favorittur. ÍF, sum eisini liggur framvið har frammi, skal í sínum lagi leygardagin spæla á útivølli á Sandi, har eitt skert B71-lið tekur ímóti, tí liðformaðurin, Símun Hansen, varð útvístur miku kvøldið og nú hevur karantenu. Grannauppgerð er í Gunda dali, har kreppurakta B36 enn eina ferð skal jagstra fyrsta sig urin síðani triðja umfar, nú AB kemur á vitjan. Ein spurningur undan dystinum er, hvør skal verja AB-málið, nú Heðin Sten berg er skaddur – og tað verður í øllum førum ikki Evrard Ble, ið ger tað hesa ferð, tí hann hevur karantenu sunnudagin. Í síðsta dystinum skal sving- andi og formveika B68 á Svanga- skarði taka ímóti niðasta liðnum, FC Suðuroy, ið hevur tapt síðstu seks dystirnar. vodafoneupptakt Meðan øll hava lagt NSÍ og HB til merkis, hava fleiri helst yvirsæð EB/Streym, ið hevur vunnið fimm av síðstu seks dystunum og saman við ÍF liggur og lúrir beint aftan fyri hini bæði EB/Streymur og ÍF lúra Sigfríður ikki koyrdur Kristian á Neystabø: nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 12 8 1 3 28 15 +13 25 2 HB 12 7 4 1 23 14 +9 25 3 EB/Streymur 12 6 3 3 20 12 +8 21 4 ÍF 12 6 3 3 21 17 +4 21 5 Víkingur 12 4 4 4 21 21 0 16 6 B36 12 3 6 3 18 18 0 15 7 B68 12 4 1 7 20 25 -5 13 8 B71 12 3 4 5 12 20 -8 13 9 AB 12 1 5 6 14 23 -9 8 10 FC Suðuroy 12 1 3 8 12 24 -12 6 Føroyska Vodafonedeildin Ólavur Øre Hansen Tað hevur gingið væl hjá fugl- firðingum higartil í lands kapp- ingini, og í dystinum móti B68 vístu fuglfirðingar til tíðir gott fótbóltsspæl. Venjarin hjá fugl- firðingum, Ábraham Løkin, var eisini nøgdur við spælið hjá fuglfirðingum. – Vit hava fleiri góðar bólt- spælarar á liðnum, og tá vit royna at spæla fótbólt, heldur enn at spæla við longum send ingum, hava vit víst at vit kunnu geva øðrum liðum skarp an gang, og tað eydnaðist í dyst inum móti B68, segði Ábrahan Løkin. Ímeðan Ábraham kundi fegn ast um sigurin, so var B68 venj arin, Bill Mc Jacobsen, alt annað enn nøgdur eftir dyst in. Hann metti B68 til tíðir spældi væl, men at at persónlig mis- tøk gjørdu sítt til at ÍF vann dystin. Saric var eygsýndur Fuglfirðingar hava fleiri góðar bóltspælarar á liðnum, og miku kvøldið var álopsspælarin Nenad Saric eygsýndur. Um- framt at hann skoraði tvey mál í dystinum, so var hann við í nógvum av álopsspælinum hjá heima liðnum, og var ein kon- stant hóttan móti B68 verjuni. ÍF legði seg á odda tíðliga í dystinum, tá Karl Løkin skoraði við beinleiðis frísparki, áðrenn Nenad Saric økti um leiðsluna, tá hann hegnisliga setti bóltin í kassan, eftir skjótt og gott álopsspæl. Hóast B68 fikk minkað um munin tiðliga í seinra hálvleiki, við máli frá Remi Langgard, so køvdi Høgni Zachariassen vónina hjá toftamonnum við málinum til 3-1, áðrenn Nenad Saric kundi seta krúnuna á verkið, tá hann við góðum lang skoti skoraði til 4-1. So gjørdi tað minni at toftamenn enn einaferð fingu minkað um munin, tá eitt langskot hjá Jónleif Højgaard fann leiðina til mesk arnar. Samanumtikið ein fult uppiborin sigur til fuglfirðingar, sum halda sambandið við oddin, meðan toftamenn enn hava fyrstu stigini á útivølli til góð ar í ár. post@sosialurin.fo vodafonedeildin Við støði í góðum snárálopum, og einum sera vælspælandi Nenad Saric, vann ÍF ein uppibornan 4-2 sigur á B68 á Fløtugerði mikukvøldið ÍF 4 B68 2 ÍF vann greiðan sigur fotbóltur Eftir javnleikin ímóti B71 sunnudagin gingu leysasøgur um, at B36 hevði sagt venj- arunum, Sigfríði Clementsen, úr starvi. Tað avsanna nú bæði formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, og stjórin í P/F FC Tórshavn, sum rekur 1. liðið hjá B36, Bárður Simonsen Tróndur Arge – Tað passar ikki, Sigfríður Clem- entsen er framvegis venjari hjá B36 og tað liggur fast, sigur Kristian á Neystabø greiður, tá Sosialurin spyr um nakað hald er í søguni um at B36 hevur sagt venjaranum úr starvi. Sigfríður Clementsen varð í fjør uppsagdur í EB/Streymi og kom aftur til B36 at hjálpa teimum úr niður flytingarvandanum. Sigfríður var í 2005 og 2006 venjari hjá B36 við góðum úrslitum. Millum annað eydnaðist tað teimum at spæla seg víðari úr fyrstu rundu í UEFA Cup og Champions League, umframt at vinna eitt meistaraheiti. – B36 hevur ongar ætlanir um at skifta venjara. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið enn tað, sigur Bárður Simonsen, sum er stjóri í P/F FC Tórshavn, sum rekur 1. lið ið hjá B36. B36 hevur í ár havt tað trupult í landskappingini. Teir byrjaðu væl og vunnu tríggjar teir fyrstu dyst- irnar, men síðani tá hava teir ikki vunnið í landskappingini. Teir taptu eisini samanlagt fyri EB/Streymi í hálv- finaluni í steypa- kappingini. trondur@sosialurin.fo situr enn Hóðast vánalig úrslit sigur B36 leiðslan seg framvegis hava álit á Sigfríða Clementsen sum venjara Mynd: savnsmynd