Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Ítróttur Hólmgonga við Løkin Hilmar Jan Hansen Báðir hava teir fingið sín fót bólts­ uppvøkstur í B68, men kort ini er hvørgin teirra í dag at finna í barndómsfelagnum. Fróði Benja­ minsen hevur verið útlagin tofta­ maður í Havn í sjey ár – fyrst í B36 og síðstu trý árini í HB – og seks ára gamli Jann Ingi Petersen spælir á øðrum ári í Runavík. Báðir hava teir eisini verið uttanlands og roynt seg, Fróði í Íslandi og Jann Ingi í Danmark. Fyrstu ferð, teirra fótbóltsleiðir krossaðust, var tá Fróði var smá­ pilta venjari hjá Jann Inga, men ann ars hava teir eisini báðir spælt á besta liðnum hjá B68 eitt skifti. – Longu tá Jann Ingi var smá­ drongur, komu hansara sera góðu evni til sjóndar, minnist eg. Og nú sær út til, at hann í síðstuni aftur hevur ment seg so nógv, at hann má sigast at vera komin ordiliga fyri seg sum fótbóltsspælari, sigur Fróði, sum í annaðkvøld við HB kemur at vitja Jann Inga og teir í NSÍ. Eisini Jann Ingi hevur bert føgur orð at bera kappingarneytanum á miðvøllinum, sum hann sá nógv upp til, tá hann sjálvur var yngri og skuldi royna seg millum teir vaksnu. – Eg veit ikki akkurát, um Fróði beinleiðis var mín fyrimynd, tá eg var smápiltur, tí tá var hann enn ikki komin upp á fyrsta lið. Men tá eg sjálvur var yngri, sá nógv upp til hann, tí tað er jú eingin ivi um, at hann er ein heilt ótrúliga góður fót bóltsspælari. Hann dugir tað mesta og er líka góður allastaðni á vøll inum. Og so fær hann nógv mál eisini, sigur Jann Ingi. Báðir vilja vinna Nú teir báðir møtast í fyrsta veruliga oddadystinum í landskappingini í ár, halda bæði Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen, at hóast kapp ingin enn ikki er komin í helvt, hev ur tað nógv at siga at fáa nakað burtur úr júst hesum dystinum. – Vit hava verið oddalið í eina tíð nú, so tí skulu vit helst ikki snáva nú. Tí hevur tað øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit vinna dystin. Tað koyrir øgiliga væl hjá NSÍ fyri tíð ina, so tí mugu teir ikki sleppa av stað nú. Hetta er sjálvandi ein øgiliga trupul dystur, men vit fara inn til Runavíkar fyri at vinna, sigur Fróði. Og sum væntandi er, hava Jann Ingi og teir í NSÍ júst somu ætlan, nú teir taka ímóti HB við Løkin: – Ja, hetta er ein dystur, sum má og skal vinnast. Vit skulu tora at spæla upp á okkara máta, tí tað hev­ ur riggað væl hjá okkum higartil, og vit mugu frameftir, tí tað er tað, vit duga best. Tað verður ikki lætt, tí HB roynist altíð væl, men vit ætla okkum at vinna henda dystin eisini, sigur Jann Ingi. At talan er um stevnudyst, sam­ stundis sum hetta er toppdystur, fær báðar at síggja fram ímóti dyst inum við spenningi, tí tað skuldi givið bestu karmar um hesa upp gerðina. Báðir eru samdir um, at roknast kann við nógvum áskoð arum, men at tað bara ger tað uppaftur stuttligari at spæla, sam­ stundis sum eisini sjálvur odda­ sessurin stendur upp á spæl. Hóska væl saman Flestu munnu vera á einum máli um, at NSÍ og HB eru tvey lið, ið standa væl til hvørt annað, og hesum taka eisini bæði Jann Ingi Petersen og Fróði Benjaminsen undir við. Men hóast mong eisini munnu halda, at tað júst er á miðvøllinum hesir dystirnir kunnu verða avgjørdir, leggja teir meira dent á samlaða lið­ avrikið, tá teir skulu seta orð á, hvat kann avgera dystin. – Vit hava víst í teimum undan­ farnu dystunum, at vit eru væl fyri og koma altíð sterkt aftur, sjálvt tá vit koma afturum. Og vit koyra á alla tíðina, líka til dysturin er liðugur. Umráðandi er tí, at vit eru klárir og til reiðar at stríðast allan vegin, sigur Jann Ingi, sum gleðir seg til dystin, tí hann heldur, at bæði NSÍ og HB eru tvey lið, sum vilja og kunnu spæla góðan fótbólt. Hesum tekur Fróði eisini undir við, samstundis sum hann ásannar, at bæði liðini hava havt viðrák í kappingini higartil og nú skulu vísa, hvør dugur veruliga er í teimum. – Sum sagt, er tað torført at koma til Runavíkar at spæla, og tá NSÍ tey seinnu árini hevur spælt okkum eitt puss, hevur tað sum oftast verið við Løkin. Men fyri okkum ræður um at fáa tað besta av okkara spæli fram, so tí verður tað eitt sindur upp til okkum sjálvar, skulu vit vinna henda dystin og aftur leggja okk um á odda, sigur Fróði. Spurningurin er so, um tað í annað kvøld endar við, at NSÍ enn eina ferð setir met og tekur níggj­ unda sigurin á rað, ella um HB við sínum áttanda sigri í ár aft ur yvirtekur oddasessin. Triði møgu­ leikin er javnleikur… hilmarjan@sosialurin.fo vodafoneupptakt Tá NSÍ og HB hittast í Runavík í annaðkvøld, er talan um tvey tey fremstu liðini, ið vanliga standa væl til hvørt annað. Tí kann roknast við, at dysturin verður avgjørdur á miðvøllinum. Vit hava hitt tveir av teimum, ið mynda miðvallirnar báðar Hólmgongan Jann Ingi Petersen Fróði Benjaminsen Føðingardagur . . . . . . . . . . 7. januar 1984 14. desember 1977 Føroysk feløg . . . . . . . . . . B68 2000-2008 B68 1994-2003 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ 2009- B36 2004-2007 HB 2008- Fyrsti dystur. . . . . . . . . . . . 30. apríl 2000 6. august 1994 Dystir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 216 348 Mál . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34 103 Gul kort . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 71 Reyð kort . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 6 Kelda: FaroeSoccer.com Tá eg sjálvur var yngri, sá eg nógv upp til Fróða Longu tá Jann Ingi var smádrongur, komu hansara sera góðu evni til sjóndar, minn ist eg hólmgonga Toftamenninir báðir, Fróði Benjaminsen, HB og Jann Ingi Petersen, NSÍ. Her í dystinum millum liðini fyrr í ár í Gundadali, ið føroyameistararnir vunnu 2-1, eftir at runavíkingar vóru á odda tá vanliga leiktíðin var farin. Mynd: Hilmar Jan Hansen