Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 2 VIKUSKIFTI Noreg er besta landið at eiga børn í Republikanari við undan - tøkum Redaktørur: Inna Törnroos Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Hanus G. Johannesen / Mynd: Álvur Haraldsen 4 SaMrøða: EyðbjørN KarbEch MouritsEN 7 TIPS: suMMarbøKur 8 90 SEkund: Pál joENsEN 10 BakGrund: FErðaMaNNasKiPiNi, ið KoMa á havNiNa 12 SaMrøða: haNus, 60 ár 16 uMrøða: Nýggja FløgaN hjá haNusi 18 VoxPoP: hEtta MErKir haNus Fyri oKKuM 20 BakGrund: PriNsEssubrúdlEyP í svøríKi 22 TIl arBEIðIS: NaNsy PoulsEN 23 uMafTurafTuruM: høgNi djurhuus 24 fóTBólTur: hM - og Fríður í EiN MáNað hjá KviNNuM 26 HEIlSa: børN, Matur og ítróttur 27 Mín BESTa uPPSkrIfT: arabisK bøNusalat 31 Tað HEndur: KoNsErtir, bøKur, sENdiNgar osFr 32 VIkuMyndIn: bEsta MyNdiN í viKuNi Eg eri republikanari! Eg eri republikanari! Eg eri republikanari... uttan tá tað eru kongalig brúdleyp. Eg eri ein »sucker«, tá tað kemur til kongalig ball, stórar kjólar og glitur og glamour. Eg forsvari tað við, at tað er einastu ferð, at man fær nakað fyri allar tær skattakrónur, man dag og dagliga rindar til tey kongaligu. Leygardagin hevði eg vilja verið í Stock­ holm. Ikki tí – eg hevði ikki farið og hugt eftir korteguni, tað eri ov nógv republikanari fyri. Men stemningurin er serligur tá stór, kongalig ball eru í býnum. Minnist tá eg nýinflutt til Stockholm var og veittraði til kongin á 50­ára degnum. Blívi flóv við tankan, at eg faktist stóð har og vink aði til eina balkong millum hundratals aðr ar kongaligar fjepparar. Kongar, drotningar, prinsar og prinsessur hoyra heima í ævintýrheiminum, ikki í ný­ mótans samfeløgum. At verða føddur til ríkidóm og ein tittul er so gamaldags, at man vil skrála. Eitt er tó troystaríkt, og tað er, at nú hava vit øll møguleikan at gerast prinsar og prinsessur. Mary var onki annað enn ein vanlig kontórsdama, Daniel venjari, og daman hjá svenska prinsinum Carl Philip er fyrr verandi bikinimodell. Summi taka synd í teimum kongaligu, tey sleppa ongantíð at verða í frið osfr. Eg hevði gjarna skift um við tey, kanska ikki krún­ arv ing ar nar, men hini nummar tvey og trý í barna røðini eru fødd til eitt perlulív. Ongar ser ligar pliktir, uttan bara pengar, slott og fyri munir. So Madeleine, Joakim og Harry – eg skifti lív við tykkum anytime! Les mína grein á s 20­21 um søguliga brúd leypið, og hvat føroyingarnir í Svøríki halda um sirkusi. INNIHALD Kanning Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Kanningin umfatar heilsu og trivnað fyri kvinnur og børn, og hædd verður tikin fyri sjúkrarøkt, útbúgving og fíggj arligum møguleikum. Eitt av stóru yvirraskilsunum er, at USA liggur heilt niðri á einum 28. plássi. Tað kemst av, at deyðstíttleikin fyri barnakonur er sera høgur fyri eitt framkomið land. Vandin fyri, at kvinnur doyggja í sambandi við barnsburð er fimm ferðir størri í USA enn í til dømis Bosnia, Grikkalandi ella Italia og tíggju ferðir størri enn í til dømis Írlandi, stendur í rapportini. Áttinda hvør barnakona doyr Í Afghanistan doyr fjórða hvørt barn, áðrenn tað verður 5 ára gamalt, og ein út av átta kvinnum doyr í sambandi við barnsburð og føðing. Í Danmark er hetta talið umleið ein út av 18.000. Størsti trupulleikin í tilafturskomnu lond unum er serliga, at atgongdin til lækna og heilsustovur er sera av­ markað. – Tíbetur kunnu vit siga, at hóast talið er óhugnaliga høgt, so er hetta ein trupulleiki, ið er lutfalsliga lættur at loysa. Vit skulu útbúgva fleiri kvinnur, sum kunnu geva vaksinur, antibiotika og greiða aðrar heilsuligar trupulleikar fyri barnakonur, nýggjar mammur og børnini, sigur Sita Michael Bormann í Red Barnet við BBC. Hvørt ár doygga 8,8 milliónir av børnum, áðrenn tey fylla fimm ár, og hetta talið er alt, alt ov høgt, stendur í rapportini. Tí verður heitt á heimsins leiðarar um at seta meiri av peningi til síðis fyri at minka um barnadeyðan og til at út búgva kvinnuligar heilsuhjálparar í u­londunum. Tað vísir árliga kanningin »StAtE of tHE WorLD’S MotHErS’ rApport«, sum rED BArNEt sTendur fyri. efTir NorEg koma ausTralia, ísland, svøríki og danmark. Hesi LoND umboða topp fimm, meðan AfgANIStAN, niger og TcHad eru NIðASt á lisTanum klumman Inna Törnroos Noreg er á fyrsta plássinum á listanum, sum ger upp hvørji lond eru best at eiga børn í. Men ikki øll hava góð kor, og heilar 8,8 milliónir av børnum kring heimin doyggja, áðrenn tey gerast fimm ára gomul MyND: istock