fríggjadagur 18. juni 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
5
VIKUSKIFTI
var ein ov stórur biti fyri meg, og
klár aði eg ikki at standa í meira enn
ein hálvan minut í senn. Hetta legði
myndamaðurin til merkis og spurdi:
»Nú, hvar bleiv hann sjálvur av har
afturi?« Tað var heilt einkult ræðuligt.
Alt hvítn aði fyri mær á sama hátt, sum
tá man starir eftir sólini. Eg royndi
at blinka, men tað hjálpti einki. Við
hjálp frá tveimum floksfeløgum fekk
eg staðið so frætt uppi, at myndirnar
vórðu tiknar,« sigur Eyðbjørn.
Nakrantíð hoyrt um leukemi?
»Sama dag sum eg helt studentar veitsl
una, fór eg um kvøldið inn á Lands
sjúkra húsið, har eg varð innlagdur. Tað
gekk ikki long tíð, til eg fekk at vita, at
eg var alvorliga sjúkur. Uttan tað fekk
eg ikki serliga nógv at vita. Eg skuldi
fáa penicillin hvønn áttanda tíma, so
tað var ikki nógv annað at gera hjá mær
enn at bíða. Hóast eg fekk hesi boðini,
tók eg tað ikki serliga tungt, tí eg dugdi
ikki ordiliga at síggja, hvussu eg nakr
antíð kundi blíva soleiðis veruliga
sjúkur. Næsta dagin frætti eg nærri, at
tað var okkurt galið við blóðinum, men
eg hugsaði bara, at so mátti tað vera
blóðforgifting. Tað gekk tó ikki long
tíð, til tey hildu seg hava funnið útav,
hvat mær veruliga feilti. Onki ítøkiligt
fekk eg at vita, uttan at eg skuldi niður
til Dan markar dagin eftir. Eg valdi
at spyrja læknan, hvat mær feilti,
og svarið kom sum ein spurningur:
»Eyðbjørn, hevur tú nakrantíð hoyrt
um leukemi?« Eg hugdi spyrjandi uppá
hann, og so fór hann víðari. Hóast eg
ikki heilt visti, hvat tað var, so skilti eg,
at tað var meira álvarsamt, enn hvat eg
av fyrstan tíð trúði«, sigur Eyðbjørn.
Akut til Danmarkar
Eyðbjørn varð við tað sama sendur niður
á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn,
har hann skuldi kannast enn meira og
fáa viðgerð.
»Eg varð sera væl móttikin á Ríkis
sjúkra húsinum, og føldi eg meg væl
frá fyrsta degi av. Ein ógvu liga fryntlig
sjúkrasystir greiddi mær gjøll ari frá,
hvat leukemi ella blóð krabbi inni bar.
Eg havi bara gott at bera Ríkis sjúkra
húsinum, og føldi eg veruliga, at eg
var í góðum og tryggum hondum.
Ein før oyskur kvinniligur lækni hevði
nógv við meg at gera, og var hon heilt
ótrúliga fyrikomandi og dugnalig. Mill
um annað at tað vóru so nógv góð og
dugnalig starvsfólk rundan um meg, so
hevði eg fulla vissu um, at hetta fór at
ganga, og at eg innan heilt stutta tíð
kundi fortseta mín vanliga dagligdag,”
sigur Eyðbjørn.
»Støðan var ógvuliga akut, og tí
hendi tað ótrúliga nógv, har eg alla tíð
ina skuldi kannast fyri okkurt. Einar
tvær til tríggjar ferðir um dagin skuldi
eg taka blóðroynd. Tann eini læknin
segði tó við meg, at sanlíkindini fyri,
at eg fór at blíva frískur, vóru næstan
hundrað prosent, og at eg nokk fór at
koma heim eftir trimum mánaðum.
Hesi boðini gjørdu meg róligan og
trygg an,« sigur Eyðbjørn.
Fekk deyðadómin
Sjúkan var tó álvarsamari enn fyrst
hild ið. Nógv álvarsamari.
»Eina viku eftir at eg var komin
niður, fór eg undir kemoviðgerð.
Læknin forkláraði mær, at man vanliga
fyrst skal ígjøgnum tvær viðgerðir. Er
krabbin ikki sligin út tá, loysir tað seg
neyvan at royna við eini triðu viðgerð.
Eftir fyrstu viðgerð burdi krabbin verið
minkaður so mikið nógv, at hægst
15% eru eftir. Eftir aðru viðgerð burdi
krabbin verið horvin so mikið nógv, at
hann ikki kann síggjast í blóð ella merg
royndum. Um krabbin ikki er horvin
eftir aðru viðgerð, so er tíverri einki at
gera. Tá er tað einans ein spurningur
um tíð, áðrenn tímaglasið rennur út.
Lækn in sissaði meg tó og segði, at í yvir
Eg varð innlagdur, og tað gekk ikki lang tíð,
til eg fekk at vita, at eg var alvorliga sjúkur
Eyðbjørn vildi staðfesta at hann
verðuliga var blivin frískur við at
renna eitt maraton.
Deyðin var vanligur
gestur á deildini
har Eyðbjørn lá,
men Eyðbjørn misti
ongantóð mótið.
myndir: privatar