Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 6 Sosialurin Rigmor Dam Myndir: Irwin Mittún Uppi í Hoyvík svimja seks svanir runt í byrgingini við Djúpagilsvegin. Sein­ astu tíðina hava fólk í granna langnum varnast, at svanaparið hevur reiðrast í hylinum, og nú er so úrslit at síggja. Tróndur Leivsson, landsskóg vørður, sigur við Sosial in, at vaksnu fugl­ arnir upprunaliga vóru tveir ungar, sum tey í Skógrøktini klektu niðri í Hoydølum fyri nøkrum árum síðani. Teir eru ikki heilt javngamlir, men eru báðir tveir settir út millum villan fugl í Mjáuvøtnum. Síðan tá hava tey í Skógrøktini ikki havt teir á hondum, men teir eru eyð kendir á ringunum um beinini. – Svanaparið hevur leitað eftir einum bústaði her í Havn í fleiri mánaðir. Í vetur búði parið í Hoyvíkstjørn, og vit vita eisini, at tað hevur verið aðrastaðni í Havn. Men nú hevur parið eftir øllum at døma valt sær Djúpagil sum reiðurspláss, sigur Tróndur Leivsson. Mugu fáa frið Hann roknar við, at parið fer at trívast í grannalagnum í Hoyvík um tað fær frið og kennir seg trygt. Tí mælir hann fólki til at vera varin hesa sárbæru tíðina, meðan ungarnir eru smáir. – Vanliga eru svanirnir spakir og blíðir. Men nú teir hava fingið ungar, eru teir viðbreknir, og steggin kann lættliga gerast aggresiv ur, um hann kennir seg hót tan. Tí hansara natúrliga upp­ gáva er at verja avkomið, sigur Tróndur Leivsson. Hann mælir tó fólki til fram­ hald andi at geva svanunum at eta og annars at ansa eftir, at børn og hundar ikki gera seg inn á teir. Aling gevur úrslit Landsskógarvørðurin greiðir frá, at tað, sum byrjaði meiri í stuttleika við at hava svanir í plantaguni í Havn, seinastu árini hevur ment seg til meiri miðvísa aling hjá Skógrøktini. Hetta kemst av, at sang­ svanurin, sum hann verður róptur, allarhelst hevur verið vanligur fuglur í Føroyum í eldri tíðum. Tí hava tey sett sær sum mál at endurstovna stovnin. Tróndur Leivsson greið ir frá, at svanur verð ur eisini róptur okn á før oysk um, og í Føroyum eru tríggir »oknadalir« í ávika vist Sandoy, í Vágum og í Eystur­ oynni. Tí er sera sannlíkt, at nógv hevur verið til at hesum fugli. Í skógrøktini hava tey fingið ungar á hvørjum ári síðan 2004. Nú er so næsta ættarliðið, sum ger um seg á Eiði og í Djúpagili. – Í løtuni er ongin svanur í plantaguni í Havn. Har vóru tveir, men teir rýmdu, og hava búð í Kirkjubø og í Koltri í vetur, sigur Tróndur Leivsson. Hann fortelur eisini, at niðri í Hoydølum hava tey fingið tríggjar ungar í ár, og væntandi verða tveir teirra settir oman í plantasjuna seinni. – So fáa vit at síggja, um teir fara at støðast har. Tí svanarnir verða ikki skerdir, tá vit seta teir út, so teir velja sjálvir, hvar teir búseta seg. rigmor@sosialurin.fo Sangsvanur (lat. Cygnus cygnus L; da. Sangsvane), oftast nevndur bara svanur, er sera prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men, stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir. ...Teir gera sær reiður av sevi og mosa, digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til endans verður tað ein stór túgva. Teir eru so ráðaríkir og harðsintir, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið, og heldur ikki er greitt hjá øðrum fuglum at vera teimum í nánd. Men makarnir halda væl saman og eru sera umhugsnir fyri ungunum, lata teir ikki úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári. Meðan bøgan verm­ ir, situr steggin uttanum og syngur. Og svanasongur er tiltikin; helst á stillum stjørnu­ glógv andi góð­ veðurs kvøldum sigst tað at vera hug takandi at lurta eftir songi hansara. Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951. Kelda: Snar.fo Fakta Fýra fittir svanaungar í Hoyvík Nú um dagarnar er hugalig sjón at finna í byrgingini við Djúpagilsvegin. Eitt svanapar hevur fingið fýra ungar, og lítla familjan tykist trívast væl við summarsól og sóljukoppi í Hoyvík