Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 6 VIKUSKIFTI 90% av tilfeldunum gingu viðgerðirnar væl,« sigur Eyðbjørn. »Eg fekk so mína fyrstu kemoviðgerð. Hon tók ikki serliga hart uppá meg, og føldi eg so at siga ongi hjáárin. Hvønn dag fylgdi eg við spenningi og góðum treysti blóðtølunum, hvussu tey skuldu hækka. Læknin hevði sagt, at tølini burdu voksið skjótt, men har hendi stórt sæð einki. Tølini vuksu bara eitt sindur og ógvuliga seint. Eg skilti, at her ruggaði ikki heilt rætt, men valdi tó ikki at geva upp, men enn trúgva uppá tað besta,« sigur Eyðbjørn. »Læknasamtalan, sannleikans tími, kom langt um leingi tríggjar til fýra vikur aftaná, og hevði eg bæði for­ eldr ini við mær. Við tað sama sum eg trakk aði innar, sá eg á læknanum og sjúkra systrini, at tey ikki høvdu nøkur góð boð at bera mær. Læknin var ógvuliga óróligur og visti ikki, hvar hann skuldi hyggja. Hann segði einki í eina góða løtu, ið føldist sum tím ar. Til síðst fekk hann sagt nakað, ið óbein­ leiðis sipaði til, at støðan hjá mær var ógvuliga, ógvuliga kritisk, og at tað sá sera vónleyst út. Fyrsta viðgerð hevði so at siga fulkomiliga kiksað. Tá knekk aði eg. Kundi tað veruliga passa, at mín tími longu var komin? Skuldi eg doyggja sum bert 21 ára gamal? Eg var ful komiliga sundurknústur og frá mær sjálvum av sorg og fjáltri. Læknin segði, at har var sum so ein møguleiki, at eg fór at klára tað, men hann var at líkna við, at Føroyar vinna á Týsklandi í fótbólti. Ongantíð hevur ein dagur kenst so langur, tungur og drúgvur,« sigur Eyðbjørn rørdur á málinum, men skoytir tó uppí »Tað, sum tó stendur mær klárast í minninum frá tí degnum, er, at pápi mín var vísur í, at eg nokk skuldi klára tað. Hann segði tað við meg við so stórari sannføring, at stríðsviljan so við og við birtist í mær aftur. Frá tí løtuni av avgjørdi eg, at eg ongantíð skuldi geva upp,« sigur Eyðbjørn. Vón av nýggjum »Dagin eftir tey tungu boðini fór eg á sjúkrahúsið aftur, har eg tosaði við ein annan av mínum læknum. Tað var ein tann besta samrøðan í mínum lívi. Hesin læknin greiddi frá støðuni á ein nógv positivari hátt. Hann segði, at av tí at eg var ungur og sterkur, so vóru møguleikarnir nógv bjartari hjá mær enn hjá teimum eldru fólkunum. Tá fekk eg vónina av nýggjum,« sigur Eyðbjørn. »Tann seinna kemoviðgerðin mátti fyri alt í verðini ikki kiksa, og tað vórðu ikki tiknir nakrir kjansir. Eg fekk at vita, at læknin vildi blanda nakað krútsterkt kemo saman, og at eg nokk skuldi síggja fram til at blíva nokk so illa fyri. Síðani skuldi eg aftur bíða í tríggjar til fýra – langar ­ vikur. Kemoviðgerðin gekk tíbetur væl, so nú skuldi eg fáa merg. Eg bleiv settur á bíðilista og sá fram til at skula bæði hava stráling, kemoviðgerð og mergtransplantatión. Eftir eg hevði fingið stráling, fekk eg kemoviðgerðina, ið var blandað ultra sterkt, nógv sterkari enn vanliga – við tí endamáli, at mergurin skuldi setast úr funktión, soleiðis at ein nýggjur kundi trakka til. Hon tók likamliga hart uppá meg, og tey fáu hárini, eg hevði eftir, misti eg. Viðgerðin var so sterk, at um eg pissaði, og okkurt av pissinum rakti húðina, so etsaði tað húðina. Tí fekk eg eina salvu at smyrja á húðina, tá eg fór á wc. Kemoviðgerðin gekk tíbetur væl, og nú skuldi mergurin transplanterast. Beiggi mín uppfylti tíbetur krøvini sum donor, so eg fekk merg frá honum. Eg hevði alla tíðina góðar vónir, men eg hevði fingið at vita, at tað var ein ávísur møguleiki at doyggja undir mergtransplantaiónini, og hetta nívdi meg nógv. Men tíbetur gekk hon eisini væl, og skuldi eg nú í fyrstu atløgu bara bíða« sigur Eyðbjørn smílandi. »Sjálvsagt merkti eg nógv hjáárin av øllum viðgerðunum. Okkurt av medi cin inum gjørdi, at eg fekk fyri­ bils diabetes í einar tveir mánaðir, og lá eg eina ferð í eina viku við 41 gradum av fepri. Yvirhøvur var eg sera veikur og mátti ganga við masku mill um fremmand fólk, tí mín nýggja immun­ verja skuldi byggja seg sterka. Tað kann saman berast við at verða fødd ur av nýggjum, har tú hevur eina veika verju eins og eitt smábarn. Hetta var tó ikki øðrvísi enn væntað, og føldi eg alla tíðina, at tað gekk framá,« sigur Eyðbjørn. Til morgunmat við livandi deyðum »Tað er einki at taka feil av, at deildin, har eg lá, var ógvuliga trist og tyngj­ andi. Nógv vóru uppgivin av lækn­ unum og bíðaðu bara, til tey skuldu doyggja. Summar stovur vóru enntá so ræðu ligar og daprar, at man næstan fyri ein og hvønn prís royndi at halda seg burtur frá teimum. Eg føldi meg nógv frískari enn hini, og royndi eg alla tíð ina at hava ein so vanligan dag ligdag, sum gjørligt. Eitt nú gekk eg altíð í mínum egnu klæðum. At síggja øll hesi deyðiliga sjúka koma host andi til morgunmat í sínum hvítu sjúkraklæðum var ein ógvuliga vónleys og døpur sjón. Deyðin var eisini ein ógv uliga vanligur gestur á okkara deild, har hann vitjaði fleiri, sum eg hevði ligið á stovu saman við og hevði knýtt vinarbond við. Hóast hetta var ógvuliga trist, so fekk tað meg ongantíð at missa mótið,« sigur Eyðbjørn. Beiggin eigur lívið »Eg kann ikki koma uttanum lítla­ beiggja mín, Bjarni. Hevði tað ikki ver ið fyri honum, so veit eg ikki, um eg hevði verið her í dag. Eitt er so víst, eg hevði ikki verið eins væl fyri, sum eg nú eri. Tað, sum hann gjørdi fyri meg, kann eg ongantíð koma at full­ takka honum fyri, tí tað var so stórt av hon um. Transplantatiónin var jú heldur ikki heilt vandaleys fyri hansara viðkomandi, og ger tað hansara val enn størri og djarvari,« sigur ein takksamur Eyðbjørn. Eyðbjørn dugir eisini at síggja tað skemtiliga í at hava fingið merg frá beiggja sínum. »Eg havi í dag immunverjuna hjá beiggja mínum. Tað vil við øðrum orð­ um siga, at um Bjarni ger eina brots­ gerð og letur spor eftir seg, so kann eg væl verða dømdur fyri hana,« sigur Eyðbjørn skemtandi og skoytir uppí »so eg royni alla tíðina at halda í oyrunum á honum«. Gestirnir alt at siga »Eingin trýr, hvussu nógv tað hevði at siga at fáa gestir í mínari støðu. Tað var sera hugaligt og lívgandi at vita, at fólk hugsaðu um seg, so man ikki var einsamallur í stríðnum. Eg fekk ótrúliga ofta vitjan, og fólk vóru sera røsk at ringja og skriva teldupost. Eitt var, at tey allarnærmastu høvdu samband við meg, men eisini fólk, ið eg helt meg bara líka kenna, settu seg í samband við meg. Tað var ótrúliga stuttligt. Fólk vóru eisini hugað at hjálpa mær á alskins hættir, har ein vinkona úr flokkinum í Hoydølum eitt nú sendi mær koralir, ið søgdust skula hjálpa móti nógvum, eitt nú krabba. Tílíkar gávur givnar av hjarta seta síni djúpu spor í minnið,« sigur ein glaður Eyðbjørn. Vildi bara fáa stress »Ongin trýr, hvussu nógv eg longdist eftir at koma út at arbeiða og fáa ein van ligan dagligdag aftur. Eg las og hoyrdi ofta um, at fólk vóru so stressað, tí tey høvdu so nógv um oyruni. Eg vildi bara verða ein av teimum,« sigur Eyðbjørn avgjørdur. »Pengarnir høvdu einki at siga. Teir vóru einans eitt gott bonus. Eg ynskti at koma út at arbeiða fyri at kunna føla meg sum ein av teimum vanligu aftur. Tíbetur skaffaði ein góður vinmaður mær arbeiði sum timburmaður, sum eg var serstakliga glaður fyri,« sigur Eyðbjørn. Maratonið sum staðfesti sigurin »Hóast eg havi verið likamliga og ítróttar liga virkin so at siga alt mítt lív, hevur tað at renna maraton ongantíð ligið í mínum huga. Hundrað dagar eftir mergtransplantatiónina var mín verja nóg góð, at eg kundi umgangast onnur uttan masku, og føldi eg, at eg hevði tørv á at á onkran hátt at staðfesta, at eg var blivin frískur. Tá kom eg í tankar um, at tað vildi verið ótrúligt, um eg kundi runnið marathon, tí tað er eitt tað harð asta ítróttarbragdið, ein kann gjøgnumføra,« sigur Eyðbjørn. »Eg byrjaði so at kanna, hvørjir møgu leikar vóru til staðar. Mín dreym­ ur var at renna New York Marathon, og gjørdi eg eisini so at siga alt, sum eg kundi fyri at koma hartil. Men bíði røðin var alt ov lang, so tað bar ikki til. Hinvegin slapp eg at renna í Amsterdam, sum eisini var fínt. Hetta maratonið lá einans ellivu mánaðir eftir mína mergtransplantatión« sigur Eyðbjørn. »Dagurin upprann, at eg skuldi renna mítt fyrsta og týdningarmiklasta mara ton. Eg var í einum donskum ferða lagi, og var eg heilt ófatiliga spent ur. Fleiri túsund fólk skuldu renna maraton, og var tað einki at taka feil av, at hetta var ein ótrúliga stór løta fyri øll, ið vóru til staðar. Ein minutt áðrenn hann skeyt í gongd, rann tað veru liga upp fyri mær, og hugsaði eg bara »Ok Eyðbjørn, so er tað nú«. Og so skeyt hann, renningin var í gongd. Teir fyrstu 20­30 kilometrarnir gingu væl, tá man enn hevði nógvar kreftir eftir. Men tað síðsta strekkið, tað var hart, øgiliga hart. Tað varð bara longri og longri millum kilometrarnar, og tykt ist teinurin ongan enda at fáa. Eg føldi eisini bara, hvussu beinini byrjaðu at orka minni og minni, men har einki, sum æt: Eg skuldi gjøgnumføra tað, og tað skuldi rennast allan vegin – hvørki ganga ella steðga. Langt um leingi rundaði eg teir 42 kilometrarnar, og málið var endiliga í eygsjón. At renna forbí málstrikuna var einki minni enn fan tastiskt. Eitt var, at tað at renna mara ton er stórt í sjálvum sær, men við hesum maratoninum kundi eg end iliga leggja sjúkuna afturum meg. Eitt nýtt lív var byrjað. Hetta var ein tann týdn­ ingarmiklasti sigurin í mínum lívi,« sigur ein glaður Eybjørn. Læknarnir í Danmark vóru púra bilsnir av bragdinum hjá Eyðbirni. Ongan tíð hava teir hoyrt um nakran í danska kongaríkinum, sum er komin so skjótt og væl fyri seg eftir eina so um fatandi og álvarsliga kreftsjúku. Teir hildu milt sagt, at tað var ótrúligt. Tíðin hjá Eyðbirni var 3.44, sum er ein rættiliga skjót tíð fyri ein, ið rennur maraton fyri fyrstu ferð. Síðani hetta hevur Eyðbjørn runnið fýra onn ur maraton: Eitt í Berlin og trý í Keyp­ mannahavn, har hann rann seinast tann 23. mai 2010 í Keypmannahavn við tíðini 3.36. Gev ongantíð upp! Søgan um Eyðbjørn er mest ein søga um ein drong, ið valdi ongantíð at geva upp. »Tað er bara ein orsøk, at eg velji at fara út við mínari søgu: at fortelja fólki í líknandi støðu sum eg, at tey ong an tíð skulu geva upp, men altíð velja at trúgva uppá, at tað ber tað. Inn stillingurin hevur alt at siga, tí um tú kastar handklæðið í ringin við tað sama, so verða úrslitini eisini hareftir. Hóast tað sær svart út, blív við! Um tú missir vónina, so hevur tú ikki nógv eftir,« sigur Eyðbjørn. »Eg ynski eisini at minna fólk á at virðis meta tað, sum tey hava og ikki bara stara seg blind í alt tað, sum tey kanska ikki hava. Síggj ikki trupulleikar, men heldur avbjóðingar. Tey tingini, sum vit ofta taka sum eina sjálvfylgju, eru als ikki ein sjálvfylgja. Tíverri veit man ofta ikki, hvat man hevur, fyrr enn man hevur mist tað. Men tá er ofta for seint. Sannleikin í orðatakinum »ongin veit av søtum at siga, fyrr enn hann av beiskum bítur«, er veruliga gingin upp fyri mær,« sigur Eyðbjørn at enda. Gev ongantíð upp, trúgv altíð uppá tað. Innstilningurin hevur alt at siga mynd: privat