fríggjadagur 18. juni 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
21
VIKUSKIFTI
Heri Eysturlíð, tónleikari Sødertælje:
– Eg spæli sjálvur til fýra brúðarvígslur í Tyresö
kyrka um vikuskiftið og fylgi slett yvirhøvur
ikki við í hasum kongafjasinum. Fari at halda
meg langt vekk frá miðbýnum leygardagin.
Kringvarpið segði annars í fjør, at tey helst fóru
at ringja til mín, men eg havi sagt í beinleiðis
sending, at eg eri republikanari, so kanska ringja
tey ikki.
– Vit gjalda ovmikið í skatti til hatta sirkusið,
og umframt tað fáa tey ikki inn í eygað frá mær.
Eg kenni heldur ikki brúðarparið (hóast eg haldi, at Victoria einaferð
hevur vinkað til mín úr einum bili, men tað var helst av óvart).
Osva Olsen, frásøgufólk, Uppsala:
– Eg verði til arbeiðis tann dagin. Mín trupul
leiki henda góða dag verður at koma til og frá
arbeidsplássinum, sum liggur nær við, har sum
kongaliga sirkusið verður.
– Eg eri republikanari, so tey kongaligu fáa
ongu gávu frá mær, men um eg kendi tey og var
boðin í brúdleyp og átti nógvan pening, so hevði
eg kanska givið teimum ein vakran oljumálning
av til dømis Zakariasi Heinesen.
Guðrið Højgaard, marknaðarstjóri,
Stockholm;
– Eg fari at hava fult hús tann dagin, tí Linn,
dóttir mín, fyllir. Umframt at halda føðingardag
fara vit nokk bæði at fylgja við í sjónvarpinum
og eisini kanska "live" inni í býnum, tá kortegan
fer ígjøgnum Stockholms gøtur.
– Bæði Victoria og Daniel eru náttúru
menniskju, so hvat kundi verið betur enn at
givið teimum eina romantiska ferð til Føroya, við nógvum spennandi
aktivitetum og støðum at vitja á skránni.
Myrna Hansen, hárfríðkannarkvinna,
Stockholm
– Jú tað skal feirast! Eg ætli mær at sita
framman fyri sjónvarpinum og ikki missa
eitt sekund, haha. Havi bjóðað vinfólki til ein
fínari døgurða, og gestirnir skulu bera klæði,
sum hóska til eitt fínari brúdleyp. So hugna
vit okkum sum best alt kvøldið:) Tað verður
stuttligt!!
– Hevði Atlantic Airways ikki verið so óluksáliga dýrt, vildi eg fegin
givið teimum báðum eina ferð til Føroya.
Oddvør Lamhauge, innkeypari, Hæsselby
Vit fara nokk at vitja vinir og fylgja eitt sindur
við brúdleypinum í sjónvarpinum.
– Eg veit ikki hvat eg skuldi funnið uppá at
givið teimum. Materialistiskt eiga tey alt. Kanska
eitt ynski um góða eydnu í teirra lívi saman, og
at journalistar og onnur, sum skriva so negativt
um tey, bara kunna lata tey fáa frið. Finn okkurt
annað at grenja um! Stakkals menniskju, sum
ongantíð kunna fáa frið! Kongshúsið ger eitt flott arbeiði fyri altjóða
svenskt vinnulív, og tað átti at verðið meira áhugavert at skriva um, enn
teirra kærleikslív.
Hvussu fara
føroyingar
í Svøríki
at fylgja við?
Tað man neyvan vera nakar í Svøríki – sjálvt ikki
tann harð førasti republikanarin – sum ikki hevur
fingið við, at tað verður konga ligt brúdleyp.
Vit hava spurt fimm før oyingar, búsit andi í
Svøríki, hvussu teir fara at fylgja við brúd leypinum
og hvat tey høvdu viljað givið Victoriu og Daniel
í gávu.