Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Vilmund Jacobsen   Í  Autistafelagnum  er  ein  foreldrabólkur,  sum  skipar  fyri  ymiskum  tiltøkum  gjøgnum árið. Tað eru Krista Brimheim  og Osvør Strøm Hentze, sum  eru  oddakvinnur  í  hesum  bólki. Einar  tríggjar  ella  fýra  ferðir  um  árið  bjóða  tær  foreldrum  hjá  børnum  og  ungum  við  autismu  til  morgunkaffi  í  Havn.  Her  verður  prátað  um  ymisk  viðurskifti,  eitt  nú  um  skeiðir,  fundir,  ymisk  tiltøk  og  annað  sum  viðkemur  teirra familjum. Krista Brimheim og Osvør  Strøm  Hentze  skipa  eisini  fyri  jólahugna,  grilltúri  og  útferðum. Í fjør vóru foreldur, børn  og ung soleiðis á einari útferð  við  Nesvatn  í  Neshaga,  og  í  ár  er  ætlanin  at  ganga  yvir  um  fjall  úr  Leirvík  til  Norðragøtu. Grillaðu í Tjørnuvík Seinasta  leygardag  var  so  tann  árligi  grilltúrurin  til  Tjørnuvíkar.  Hóast  veðrið  tóktist  eitt  sindur  heystligt  hendan  dagin, møttu kortini eini 50  fólk upp til hendan túrin. Byrjað  varð  við  at  grilla,  og í ár vóru tað tveir pápar,  sum stóðu fyri at grilla væl­ smakkandi  burgarar  og  pylsur.  So hvørt, sum fólk gjørd­ ust liðug at eta, fóru børnini  oman  á  sandin  at  renna  undan aldum. Sum  myndirnar  vísa,  trutu aldur ikki á sandinum  í Tjørnuvík hendan dagin. Hetta  dámdi  børnunum  sera væl. Summi tordu betri  enn  onnur  –  og  karmarnir  gjørdust  hareftir.  Nøkur  børn  løgdu  so  rívan  fyri  og  gjørdust  so  vát,  at  neyðugt  varð at stoyta sjógv úr aftur  styvlunum! Hundur við fløskuposti Meðan  leikur  fór  fram  á  sandinum í Tjørnuvík, komu  tveir hundar eisini oman at  spæla við børnini. Hundunum  dámdu  væl,  tá  okkurt  bleiv  blakað  út  í  aldurnar,  sum  teir  síðan  kundu renna eftir. Knappliga  kom  annar  hundurin  upp  úr  aldunum  við einum fløskuposti! Fløskuposturin  var  frá  Miðvágs Badmintonfelag og  var kastaður í Vágum hin 20.  mei í ár.  Autistafelagið fer at svara  Miðvágs  Badmintonfelag  uppá postin, sum hundurin  fann hendan dagin. Gleða seg longu Tá børn og ung høvdu skift  í  turr  klæði,  fóru  øll  inn  í  bygdarhúsið,  har  foreldrini  fingu kaffi og køkur, meðan  børnini fingu ís. Tá børn og ung høvdu etið,  fóru tey at spæla á teldu. Sagt  verður  úr  Autista­ felagnum, at foreldur og børn  eru  sera  glað  fyri  grilltúrin  í  Tjørnuvík,  sum  eydnaðist  sera væl. ­  Vit  gleða  okkum  longu  til  næsta  tiltak  verður  seinni í summar, siga tey við  Sosialin.   Sosialurin  hevur  fingið  loyvi frá teimum, sum vóru  við  til  tiltakið,  at  prenta  hesar myndir og hesa frásøgn  frá  hesum  hugnaliga  degi  í  Tjørnuvík. vilmund@sosialurin.fo HUGNI Seinasta leygardag skipaði foreldrabólkurin hjá Autistafelagnum fyri útferð til Tjørnuvíkar, har umleið 50 børn og ung saman við foreldrum hugnaðu sær við at grilla og renna undan aldum á stóra sandinum í bygdini Børn og ung við autismu á útferð í Tjørnuvík Krista lesur fløskupostin, sum Miðvágs Badmintonfelag hevur kastað í Vágum Krista Brimheim og Osvør Strøm Hentze eru oddakvinnur í hesum bólki... Tveir hundar komu oman á sandin at spæla við børnini – og annar teirra kom upp úr aldunum við einum fløskuposti!