Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 22 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin mikudagin hittu vit Nansy Poulsen, ið er fuglfjarðarkona, sum býr og er gift á Skála. Maðurin er Poul Poulsen, sum venur vælleikandi voda fon liðið hjá NSÍ. Tey eiga trý børn, yngsta fyllir seks fyrsta dagin – og hitt elsta er 16. Nansy gjørdist pedagog í februar í 2004 og hevur síðan 1. oktober í 2008 verið leiðari á dagstovninum hjá Runa­ víkar kommunu, sum hevur leigað seg inn í Kelduna í Skálafirði. Ein góð fyribilsloysn Nú dagstovnarnir, sum kommunan letur byggja á Skála og í Søldarfirði, verða klárir at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina, heldur barnagarðurin og vøggustovan í Skálafirði uppat, og børn og starvsfólk flyta út á nýggju stovnarnar, eins og nøkur børn flyta út í barnagarðin við Mýrarnar í Runavík. – Vit hava havt umleið 40 børn í Kelduni, og talið av starvsfólki hevur verið 16. Eg haldi, at Keldan hevur riggað væl sum ein fyribilsloysn, meðan bíðað hevur verið eftir nýggju stovnunum. Men nú gleða vit okk um ómetaliga nógv til nýggju umstøð urnar, sum bygdar og lagaðar eru til endamálið. Nansy, ið fer at halda fram sum leið­ ari á stovninum á Skála, sigur, at har verð ur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 20 barna garðsbørnum. ­ Hin 16. august letur dagstovnurin upp á Skála. Stovnurin verður handaður kommununi fyrst í juli, og tá fara vit inn at rigga til, so klárt verður hjá børnum og starvsfólki at byrja beint eftir summarfrítíðina, sigur hon. Nansy Poulsen byrjaði at lesa til pedagog í Danmark í 1999, men kom heimaftur til Føroya til jólar í ár 2000 og helt fram at lesa her heima. – Eg fór í farloyvi í eitt hálvt ár, og tað passaði okkum væl, sigur hon. Nansy og maðurin búðu í Danmark í hálvt triðja ár tilsamans, meðan tey lósu. Byrjaði við Rúnarveg Eftir at hon hevði fingið sína útbúgving sum pedagog í februar í 2004, byrjaði hon longu 1. mars sama ár í starvi sum pedagogur við Rúnarvegin í Saltangará. – Hetta eru tveir stovnar undir somu leiðslu, har annað er bústovnur og hitt er sambýli – í báðum føri er talan um fólk við menningartarni. Nansy sá eina lýsing eftir peda­ gog um, meðan hon var við at gera seg lidnað á skúlanum. Hon søkti og fekk starvið. – Eg var á hesum stovni til 1. desember í 2005. Mær dámdi væl at arbeiða við menningartarnaðum, og eg var ógvuliga glað fyri at vera har. Orsøkin til, at eg gavst, var, at vit ofta arbeiddu skeivar arbeiðstíðir. Onkuntíð kundu vaktirnar gerast upp í 18 tímar – frá klokkan 15 um dagin til klokkan 9 morgunin eftir. Sum frá leið helt eg, at tað ikki var so lætt at samantvinna arbeiðstíðirnar við familjulívið. Leiðari í Hvalvík Úr Saltangará fór Nansy Poulsen nú til Hvalvíkar, har hon gjørdist leiðari á dagstovninum við Kráir. – Tað var av tilvild, at eg endaði sum leiðari í Hvalvík. Tey søktu eftir leiðara, og eg leitaði eftir øðrum avbjóðingum. Eg gjørdi av at søkja. Hugsaði, at fekk eg ikki starvið, so hevði eg í hvussu er roynt – men eg fekk starvið. Við Kráir lá barnatalið um 40­60 børn, og aftrat hesum fevndi starvið eisini um frítíðarskúlan í Hvalvík, sum nú er við Margáir. Nansy var nú á dagstovninum í Hvalvík til 1. oktober í 2008. – Mær dámdi ógvuliga væl, og eg treivst væl millum tey fólk, eg hevði við at gera, sigur hon. Spurdar til ráðs Tá Runavíkar kommuna søkti eftir leiðara til dagstovnin í Skálafirði, og tað var við í hesi lýsing, at viðkomandi eisini slapp at verða við til at tilrættaleggja nýggja dagstovnin á Skála, helt Nansy, at hetta ljóðaði rættiliga áhugavert. – Rósa Prestá, sum eisini er leiðari á dagstovni og eg, hava soleiðis verið við í bólki, sum hevur gjørt onkrar broytingar og justeringar av tekningunum hjá Palla Gregoriussen, arkitekti, sum við hepnari hond hevur teknað stovnarnar á Skála og í Søldarfirði. Nansy sigur, at báðir stovnarnir eru identiskir uttan, sum hon tekur til, men saman við øðrum hava tær báðar nú verið við til at tillagað stovnin á Skála eftir, hvussu mett verður, at fram­ tíðartørvurin verður har í økinum. – Eg haldi, at vit hava fingið ein fínan bygning og stovn á Skála, og vit eru ógvuliga spent eftir at sleppa inn at rigga til, sigur hon. Fegin um valið – Eg eri fegin um mína pedagog­ útbúgving, og eg trúgvi, at hevði eg valt umaftur í dag, hevði eg gjørt sama val, sum eg gjørdi tá. Mær dám­ ar ógvuliga væl at arbeiða við børnum og fólki annars. Eg havi eitt spennandi og gevandi starv, har eg sjálv eri arbeiðsamboðið, um eg so kann siga, sigur Nansy Poulsen. – Eg Eri fEgin um mína pedagogútbúgVing, og Eg trúgvi, at hEvði Eg valt umaftur í dag, hEvði Eg gjørt sama val, sum Eg gjørdi tá. mær dámar ógVu liga Væl at arbeiða Við børnum og fólki annars. Eg havi Eitt spEnn andi og gEvandi starv, sigur nansy poulsen, sum nú vErður lEiðari á nýggja dagstoVninum á skála Mær dáMar at vera arbeiðsamboðið til arbeIðIs Navn: Nansy Poulsen starv: Leiðari besta við starvinum: Sjálv at vera arbeiðsamboðið ringasta við starvinum: Elski at vera pedagog starvstíð: 2008 starvsfólk: 16 staður: Dagstovnurin í Skálafirði stjóri: Eri sjálv leiðari fakta NaNsy Myndin av Nansy Poulsen er tikin, tá skipað varð fyri stórum »avskeðstiltaki« í Kelduni í Skálafirði seinnapartin mikudagin mynd: vilmund jacobsEn