fríggjadagur 18. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
24
VIKUSKIFTI
Hvat skal
EG gera,
meðan HM er?
Man hoyrir KonUfólKInI suffa... og stúra.. tí nú er hon byrjað; tíðIn,
tá einki keMur av skafti. aftur eitt suMMar, har grasið grør, og
Málingin skallar av, ja, sjálvt bilurin stendur óvaskaður í túninuM.
Men einki verður ordnað, tí alt mannfólKIð situr í stovuni. við
teppuM fyri vindeyguni og í alt ov tronguM fótbóltsblusuM. og
teir geyla og gráta og hálsfevnast í berari fótbóltsørsKU
Kaffi við
vinkonunum
Menninir savnast hjá hvørjum øðr um (ofta honum, sum
hevur størstan skerm, harðast ljóð og bestu myrka
leggingarmøguleikar), og ístaðin fyri at grenja og knarra
um tað, so kunnu vit bara gera tað sama.
Heldur enn at vit ganga hvør í okk ara lagið og rudda ella
gera mat ella okkurt annað óinteressant, so eiga vit nú at
gera sum teir. Vit kunnu savnast, koma inn til hvørja aðra
og koma hvørji aðrari við. Og skulu vit fylgja HMskránni,
so merkir tað millum ein og tríggjar smáar bindiklubbar
um dagin í ein heilan mánað!
Tað er í summar, at vit kunnu brúka tímar uppá at
flenna, gráta, minnast, droyma, tosa, slatra, ráðgeva og
planleggja saman við okkara allarbestu. Og tað er ein
møguleiki, sum er ov góður at lata fara.
Biltúrar í friði
og náðum
Tað er nú, tú skalt fara út á vegirnar at njóta
ella venja tínar koyriførleikar, alt eftir hvørjum
støði tú ert á. Nú, meðan eingin maður situr
við síðuna av og hálvskeldar um, at koblingin
verður fílað, ella at bakhjólini enda uppi á
gongubreytini, tá tú vendur um horn.
Nú eru heldur eingir ótolnir menn í bilrøðini
aftanfyri, tá tú kódnar og kódnar í eini brekku,
ella tá tú steðgar á vegnum, tí tú líka mást
tjekka lipglossið í speglinum, ella tí tú sært
onkra, sum tú kennir og vilt práta við.
Tað er nú, tú skalt út at parallelparkera
í friði og náðum. Og skuldi tú verið ov nær,
soleiðis at bilurin verður skøvaður ella
buklaður, so kanst tú bíða við at fortelja tað,
inntil yndisliðið hjá manninum hevur vunnið ein
dyst. Tá er nevniliga einki óført.
Broyt, flyt
og mála
Útnytta møguleikan, meðan maðurin
situr óvitandi og hyggur at 22 tuskandi
monnum.
Hevur tú altíð ynskt tær eina
forstørraða mynd av mammu tíni uppiyvir
seingini? Ella heldur tú, at hjallurin
barasta hevði riggað so væl, viss hann var
ljósareyður? Ella kundi tú hugsað tær at
flutt møblarnar í stovuni umafturaftur
aftur? Ella er tíðin endiliga komin til, at
hasir stóru, ljótu hátlararnir skulu baksast
upp á ovastaloft? Droymir tú ein tílíkan
dreym, men stúrir tú samstundis fyri
reaktiónunum hjá makanum?
So er tað nú, tú kanst fara í gongd. Ein
dystur varar knappar tveir tímar –meiri
um upptaktin eisini skal við, so tað skuldi
givið tær eitt gott tíðarbil at framt ynsktu
broytingarnar. Teir dagarnar, fleiri dystir
verða vístir, er ikki vist, at hann nakrantíð
hyggur burtur frá skíggjanum, so tað
gevur tær ríkilga góða tíð.
Og í hesum døgum er maðurin helst so
fráverandi í ondini, at hann ikki varnast
broytingarnar, fyrr enn langt eftir HM
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale
Men tað eiga vit at venda
til okkara fyrimun, og njóta
ein mannfólkafrían mánað