Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 Sosialurin Leiðarin á Corporate Finance deild bankans seinastu árini hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum í bankanum. Vit sóknast tí eftir nýggjum leiðara til deildina. Hevur tú neyðugu royndirnar og førleikarnar, er tað kanska tær, ið vit leita eftir. Ábyrgdarøkið Sum leiðari stendur tú á odda fyri og myndar Corporate Finance deildina. Deildin veitir ráðgevaratænastur í sambandi við millum annað: Keyp, sølu og samanlegging av fyritøkum Kapitalveiting og samanseting av fígging Skráseting av fyritøkum á virðisbrævamarknaði Ráðgevarnir á deildini virka sum tilgongdarstýrarar, sum fáa til vegar neyðugar greiningar og upplýsingar fyri kundar bankans. Á Corporate Finance deildini starvast trý fólk, íroknað leiðaran. Leiðarin fær tilvísing til stjórn bankans. Yrkisførleikar Talan er um starv á leiðslustigi, ið krevur hægri útbúgving í eitt nú virkis- og handilsleiðslu, roknskapi ella løgfrøði. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir frá líknandi starvi. Talan er um norðurlendskt virkisøki, og tú mást vænta ávísa nøgd av ferðing. Vit vænta, at tú kanst samskifta í skrift og talu á enskum og donskum, og at tú hevur góðan kunnleika til onnur norðurlendsk mál. Persónligir førleikar Sum persónur ert tú fyrikomandi, opin, kreativur, virkisfúsur og hevur hug at fremja gott samstarv. Vit vænta, at tú megnar at taka ímóti avbjóðingum í einum altjóða umhvørvi, at tú dugir at motivera, og at tú hevur evnini at samráðast tvørtur um landafrøðilig og mentanarlig mørk. Sum leiðari fyri corporate finance ert tú samstundis leiðandi corporate finance ráðgevi. Tú skalt hava hegni at seta teg inn í strategiska tørvin hjá kundunum, og tú mást hava dirvi og orku til at ganga á odda, tá ráðgevarauppgávur skulu loysast – ofta við stuttum skotbrái. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi, har ið virkismentanin er grundað á bankans kjarnuvirðir, sum eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Starvið gevur góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Løn og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum. Umsókn Send tína umsókn skjótast gjørligt saman við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Føroya Banka Húsagøtu 3 Postrúm 3048 FO 110 Tórshavn ella starvsfolk@foroya.fo. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen, ssj@foroya.fo, John Rajani, jr@foroya.fo, ella við at ringja á telefon +298 330330. Umsóknin skal merkjast »Leiðari til Corporate Finance« og skal vera bankanum í hendi í seinasta lagi 24. juni 2010. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Leiðari til Corporate Finance deildina hjá Føroya Banka Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo AvlOysAri Til AksTOvunA Fyri fólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara til skrivstovuna á Akstovuni at byrja 2. august 2010. Talan er um part­ tíðarstarv seinnapartar frá mánadegi til fríggjadag. Starvið er tíðaravmarkað til 1. februar 2011. Arbeiðið Arbeiðið fevnir m.a. um: t "WHSFJ§TMVBWWJ§TLJGUBGØMLJPHUFMFGPO móttøku t 4LSÈTFUJOHBWBLG“SVN t "WHSFJ§TMVBWTLSÈTFUJOHBSHK“MEVNPH vegskatti t ,BTTBVQQHFS§ t "§SBSGZSJGBMMBOEJVQQHÈWVS FørleikAkrøv 7JUIVHTBPLLVNFJOQFSTØOWJ§TLSJWTUPWV ÞUCÞHWJOH ))FMMBMÓLOBOEJÞUCÞHWJOHPH BSCFJ§TSPZOEVNÈTLSJWTUPWV%FOUVSWFS§VS MBHEVSÈ BUFJOFSOSMBHEVS IFWVSHاTBN TUBSWTFWOJPHFSGZSJLPNBOEJ5B§FSFJOUSFZU  BUFJOIFWVSLVOOMFJLBUJMBUBSCFJ§BWJ§UFMEV SetAnArtreytir 4UBSWJ§FSM“OUFGUJSTÈUUNÈMBNJMMVN 'ÓHHKBSNÈMBSȧJ§PH4UBSWTNBOOBGFMBHJ§ 4UBSWTTFUBOJOIPZSJSVOEJS*OOMFOEJTNÈMB SȧJ§WJ§UJMIPZSBOEJTUPWOVN VNGSBNU -“HNBOTTLSJWTUPWVOBPHPOOVSB§BMSȧ UmSóknir umsóknir við avritum av møguligum QSØHWVNPHWJ§NMVNTLVMVTFOEBTUUJM Akstovan Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 FO 110 Tórshavn 6NTØLOJSTLVMVWFSBPLLVNÓIFOEJ í seinasta lagi 28. juni 2010. 'MFJSJVQQMâTJOHBSVNTUBSWJ§GÈBTUWJ§ BUWFOEBTSUJM)BOT+BDPC4UFOCFSH  EFJMEBSMFJ§BSB ÈUFMFGPO Akstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkni­ ligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. Starvið er í høvuðsheitum skrivstovu­ arbeiði/málsviðgerð og inniber m.a. hesar uppgávur: • Málsviðgerð í samband við umbyggingar og nýbyggingar • Málsviðgerð og uppfylging av sýnum • Luttaka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftirlitinum, undir hesum verkætlanum • Kanning av vanlukkum á sjónum • Sýn av bátum og skipum Útbugvingarkrav Til starvið krevst ein av niðanfyri nevndu útbúgvingum: • Skipsverkfrøðingur • Verkfrøðinur, sum er serkønur innan sjóvinnu Førleikakrøv • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur starvs­ royndir innanfyri viðkomandi øki og hevur kunnleika til dygdarmenning, so sum ISO 9001 ella líknandi. Setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu mill­ um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Vinnu­ málaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er Skipaeftirlitið í Mið­ vági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Vinnumálaráðnum. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 12. juli 2010, kl. 15.00. Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Jákup K. Poulsen, samskipara ella Vil­ hjálm Gregoriussen, stjóra. Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til: Skipaeftirlitið, Postsmoga 26, FO­370 Miðvágur ella fma@fma.fo Søkt verður eftir Verkfrøðingi Postsmoga 26 370 Miðvágur Telefon 35 56 00 Telefax 35 56 01 E­mail: fma@fma.fo w w w . F m a . F o Sosialurin / KvR 34 18 00