fríggjadagur 18. juni 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
25
VIKUSKIFTI
myndir: istock
Far og svim
Ert tú ein av teimum mongu, sum
við droymandi eygum hyggur at
svimjihøllini, men fleiri eyka kilo
gera, at tú ikki kundi droymt um at
víst teg í eini svimjidrakt? So er hetta
møguleikin. Tríggjar ferðir um dagin,
meðan dystir verða vístir, verður
svimjihøllin nevniliga mannfólkatóm,
og tú kundi næstan farið og svomið
uttan svimjidrakt, tí tað verður tað
reina systraband í svimjihyljunum.
Spurningurin er, um vit ikki tað sama
kunnu yvirtaka bæði skiftirúmini.
Ella um veðrið skuldi víst seg frá
síni bestu síðu, so hava vit strendur
og firðir púrasta fyri okkum sjálvar.
Vit kunnu skammleysar flóta runt í
bikini ella minni, tí menninir múra seg
inni við myrkaleggingar-gardinum og
hugsa bara um fótbólt.
Í ein heilan mánað hava vit
svimjihallir og strendur fyri okkum
sjálvar, og tað áttu vit at útnyttað!
Sov longri
Vit kunnu tað sama síggja tað í eyguni. Komandi mánaðin
verða eingi mannfólk, ið fara at varnast okkum (uttan so, at vit
standa fyri sjónvarpið). Teir eru fótbóltsheilavaskaðir og fáa
bara stjørnur í eyguni, tá tað snýr seg um flottar fintur, skjótt
samanspæl og minnilig mál.
Tað gevur okkum ein upplagdan møguleika at sova leingi,
lata slættijarn og sminku fara í summarfrí og lata okkum í tað,
sum liggur fyrst fyri, tá vit vakna. Einki við at skrúva okkum
niður í strammar niðurdeilar ella stríðast gjøgnum dagin í
stilettum. Komandi mánaðin kunnu vit koyra nattúrliga stílin í
joggingklæðum, inniskóm og hestahala. Og harvið vinna eina
góða løtu av eyka svøvni um morgunin.
Hygg at HM
»HVAT« hugsar tú nú, »eg orki ikki fyri fótbólti!«.
Tað er rætt, fótbóltur er strævin, tá man hyggur saman við
mannfólki. Tá man ikki skilir málið, teir knappliga fara tosa, og tá
tínar viðmerkingar sum: »núnú, slappið av, hatta er bara eitt spæl«,
»eg skilji ikki, hví tit skulu rópa so« ella »tab og vind med samme
sind«, ikki verða serliga væl fagnaðar. Tá er tað keðiligt.
Men hevur tú nakrantíð hugt at fótbólti saman við vinkonunum?
Hava tit nakrantíð sitið í hálvanannan tíma og hugt at mannfólki?
22 lítið ílætnir menn, sum renna runt og vísa síni kynstur. Vit
snakka mannfólk úr øllum heiminum, so tú kanst bæði síggja ein
lekran japanara, mexicanara ella hollending, og hvussu ofta hevur
tú annars høvi til tað?
Av og á, um tú ert heppin, lata teir seg eisini úr blusuni, tá teir
skora. Og tá dysturin er liðugur, er siður, at teir skifta um blusur. Tá
lata allir 22 seg úr – og fleiri tíma ikki at lata seg í aftur.
Og teir oksast ikki bara runt á vøllinum uttan mið og mál, sum tú
kanska heldur, nei, tær heilt stóru kenslurnar verða eisini rullaðar
út. Teir hálsfevnast og flenna av berari gleði, teir øsa seg og gera
seg inn á hvønn annan í ræðuligum hevndaratsóknum, og teir gráta
og halda um hvønnannan fyri at troysta. Í so máta er tað nógvar
ferðir betri enn Horton-saga’in, tí teir meina tað veruliga. So um tú
ynskir at síggja lekrar menn vísa sannar kenslur, so er HM eitt mást!
Og tað besta av øllum er, at eingin skeldar, um tú skrúvar ljóðið
heilt fyri, so hasi ræðuligu býfluguhornini ikki hoyrast.
Ger tað, tú
aldri hevur
tíð til
Hevur seymimaskinan fingið
eina kápu av støvi? Er tað
langt síðani gangiskógvarnir
vóru nýttir? Ella minnist tú
ikki, nær tú seinast hevur ligið
í baðikarinum, inntil fingrarnir
líkjast rosinum?
Nú heimurin allíkavæl
stendur eftir enda, so kanst
tú tað sama fylgja við. Tað er
undantaksstøða, og tað merkir,
at tú eisini kanst seta nakrar av
vanligu reglunum og krøvunum
til viks, og gera okkurt av tí, tær
lystir.
Far til blomsturbinding, um
tú hevur hug til tað, ella melda
teg uppí eitt sangkór. Far út og
renn og kom í venjing ella lær at
týða hieroglyffir. Tá menninir so
óblúgvir dyrka síni áhugamál, so
kanst tú sanniliga eisini!