Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juni 2010 · Nr. 96 26 Sosialurin Leo Poulsen Tað var tann tíð, tá end­ in á skúlaárinum varð markeraður við einum árskarakteri og so kanska ein kaffimunn til for eldrini. Men soleiðis er ikki í dag. Nú minna nógvir skúla endar um tað reina karneval, og með­ an næmingarnir í Hoy­ døl um í fleiri ár hava gjørt nógv burtur úr, mill um annað við at steðga ferðsluni, so hava fólka skúlarnir hildið seg eitt sindur meiri kúrrar. Men eisini tað er við at broytast. Kommunuskúlin í Havn er ein teirra, sum gera nógv burtur úr. Mynd amaðurin hjá Sosialinum var framvið í morgun og tók fleiri myndir av børnum, sum hugnaðu sær við at tveita vátar svampar eftir offrum í »gapistokki«, negldu seym, kappaðust í posarenning, kastispøl og andlitsmáling. Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar. Leo Poulsen Tíðin og menningin fer við øllum. Soleiðis er eisini við gomlu loftlinjunum hjá SEV. Seinasta strekkið við hesum linjum í Tórs havnar kommunu er á Hoy víks­ vegnum frá Essalág niðan móti bygninginum hjá Vinnu framagrunninum, har Rúsan helt til áður. Samstundis sum loft­ linjurnar verða tiknar niður, verður kaðalur lagdur í gongu breytina. Jón Nielsen, leiðari á rakst rardeildini hjá SEV, sigur, at tá teir eru lidnir í Havn at taka loftlinjurnar niður, eru bert Tvøroyri og Norðoyri, sum framvegis hava loftlinjur. Arbeiðið verður gjørt so líðandi, og í 2013 verða sein­ astu loftlinjurnar tiknar niður á Tvøroyri, og tá verða allar 0,4 KV loftlinja eftir í landinum, sigur Jón Nielsen. Tað var serliga eftir jóla­ ódnina í 1988, at ferð kom á niðurleggingina av loft­ linjunum í Føroyum. Ódnin fór somikið illa við bæði lágspennings­ og háspenn­ ings linjunum, at neyðugt varð at endurnýggja stórar partar av kervinum. Jón Nielsen sigur, at fleiri viðurskifti gjørdu seg galdandi, tá ið valt varð at leggja kaðalar ístaðin fyri at byggja nýggjar luftlinjur í bygdum og býum. Til dømis veitingartrygdin, per­ sónstrygdin og umhvørvið. Arbeiðið við at leggja 10 og 20 KV kaðalar millum bygdir og býir er eisini komið væl áleiðis. Ætlandi verður komið á mál við hesum arbeiði um 7­8 ár, sigur Jón Nielsen. Arbeiðið at kaðalleggja kring landið verður gjørt í neyvum samstarvi við kommunu­ og lands myndug­ leikarnar í teimum økjum, har arbeitt verður. leo@sosialurin.fo Klolkkan 17.30 í gjár fóru teir aftur til árarnar umborð á Artemis Investments, har Livar Nysted úr Hvannasundi er ein av manningini. Teir løgdu frá landi umleið klokkan hálvgum seks í gjár­ kvøldið, eftir at hava bíðað sera leingi eftir líkinda veðri til túrin tvørtur um At lants­ havið. Ætlanin hjá Livari Nysted og teimum umborð á Artemis Investments er at rógva úr Liberty Harbour í New York, til Bishops Rock við Scillyoyggjarnar ­ ein teinur upp á 5214 kilometrar ­ og at gera tað upp á minni enn 55 dagar, sum er 114 ára gamla metið. Tá 13 og ein hálvur tími vóru farnir, høvdu teir róð 75 kilometrar ­ sum er á einari heilt góðari leið. 100 kilo metrar um døgnið verður mett at verða gott hjá teimum. School's out for summer Í dag enda flestu skúlar árið, og væl verður gjørt burtur úr, summastaðni meira enn aðrastaðni FRAMSTIG Her á Hoyvíksvegnum verða seinastu loftlinjurnar nú tiknar niður og kaðal í staðin lagdur í gongubreytina Mynd: Jens Kristian Vang Seinastu linjurnar falla BÝARMYND FER Í hesum døgum taka menn frá SEV seinastu linjurnar niður í Tórshavnar kommunu. Tær eru á strekkinum Essalág niðan móti fyrrverandi Rúsuni á Hoyvíksvegnum Livar aftur til árarnar