fríggjadagur 18. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
26
VIKUSKIFTI
Børn, ítróttur
og kostur
Jórun Klein, dietistur
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
síðan
Børn og ung, íð íðka ítrótt, skulu í
høvuðsheitum eta sum onnur børn
og ung, tvs. sunnan og fjølbroyttan
mat við at fylgja teimum 8
kostráðunum.
Tey 8
kosTráðini
• Et frukt og grønmeti - 6 stk. um
dagin
• Et fisk og fiskaviðskera - fleiri
ferðir um vikuna
• Et eplir, rís ella pasta og
fullkornsbreyð - hvønn dag
• Halt aftur við sukri - serliga frá
sodavatni, søtmeti og køku
• Halt aftur við feitti - serliga frá
mjólkarvørum og kjøti
• Et fjølbroytt og varðveit
normalvektina
• Sløkk tostan við vatni
• Rør teg – børn minst 60 minuttir
um dagin
Forsløg
Til dagsins
málTíðir
Morgunmatur:
Ein portión havragreytur
Ella
Rugbreyð ella grovt breyð við
soltnum osti/viðskera
Ella
Soltið jogurt við müsli
Og
Mjólk/juice og frukt
Vel morgunmatarvørur við minni enn
10g av sukri pr. 100g
Millummáltíðir fyrrapart og
seinnapart:
Grovbolli
Ella
Grovt breyð við soltnum osti
Ella
Rugbreyð við soltnum viðskera
Og
Frísk ella turkað frukt/ella grønmeti
og vatn
Á middegi/matpakki:
Rugbreyð við viðskera, td.
høsnarungapylsu, egg, fruktviðskera,
livurpostei, makrel ella rogn
Vel kjøtviðkera við undir 10g av
feitti pr. 100g
Ella
Grovt pitabreyð við fiski/kjøti
Ella
Salat við td. egg, tun, rís/pasta og
soltnari kryddsós. Og ein grovbolla
Og
Mjólk og frukt og/ella grønmeti
Døgurði:
Brúka tallerkmodellið til døgurðan:
• Být matin sum eitt Y á tallerkinum
• Kjøt, fisk, egg, ost og sós (1/5
ovast á tallerkinum)
• Breyð, eplir, (brún)rís ella
(fullkorns)pasta (2/5 til vinstru á
tallerkinum)
• Grønmeti og frukt (2/5 til høgru á
tallerkinum)
Drekk vatn afturvið
Prei
• Fyri at fáa eina javna til førslu av orku
skal barnið eta 3 høvuðsmáltíðir og
2-3 millum máltíðir. So hevur tað
lættari við at samla seg allan dagin.
• Tað er altíð týdningar mik ið at eta
ein góðan og sunnan morgunmat.
Um morgunin verður grundarlagi fyri
tí orku løgd, íð barnið hevur tørv á
restina av degnum. Barnið hevur verri
við at samla seg, um tað ikki hevur
etið.
• Teir dagarnar, tá íð barnið íðkar ítrótt,
er tað gott at eta eina høvuðsmáltíð
2-4 tímar áðrenn og eina minni
millummáltíð umleið 1 tíma áðrenn.
Tann síðsta máltíðin áðrenn venjingina
skal bæði metta og samstundis ikki
vera ov stór, av tí tað er óbehagiligt at
renna runt við fullum maga.
• Aftaná ítróttin er tað gott at eta eina
millum- ella høvuðsmáltíð. Um barnið
etur okkurt sunt rætti liga skjótt
aftaná, verður hugurin til søtmeti, kips
og sodavatn eisini minnið.
• Um tað eru kappingar við nógvum
kampum ella líknandi, hevur barnið
tørv á at eta sunnar millum máltíðir
millum kamparnar. So hevur barnið
orku til at røra seg allan dagin.
• Vatn sløkkir tostan og barnið kann
drekka so nógv sum tað vil. Tað gevur
ikki tómar kaloriur mótsatt sodavatni,
søtari saft og orkudrykkum. Sodavatn
– eisini light – skaðar tennirnar orsaka
av sýruinnihaldinum.
• Tað er týdningarmikið at barnið
drekkur vatn, tá íð tað følir tosta,
av tí at barnið følir seg troyttan og
óupplagdan, um tað manglar vætu.
• Um barnið venur hart og leingi, er
tað týdningarmikið at barnið eisini
drekkur, áðrenn tað følir tosta. Hetta
av tí at tað gott kann mangla vætu,
sjálvt um tað ikki følir tosta.
• Í meðan barnið íðkar ítrótt er tað
gott at drekka ofta. Tá íð venjingin
er av, er tað gott at drekka ríkiligt av
vatni í sambandi við máltíðirnar, av
tí at kroppurin tá hevur lættari við at
erstatta vætuna, íð er mist í sambandi
við venjingina.
• Børn og ung skulu drekka í minsta
lagi 1-1½ l av vætu um dagin. Tá íð
tey røra seg ella tað er heitt skulu tey
drekka meiri.
Nógv foreldur spyrja um, hvat íð børnini skulu eta, tá ið
tey íðka ítrótt. suNNur og fjølbroyttur matur er góður
fyri øll – eisiNi fyri børN og uNg í íðka ítrótt. børN og uNg,
íð íðka ítrótt 1-3 ferðir um vikuna og eru til kappiNgar
í vikuskiftiNum, hava tørv á vaNligum suNNum mati – og
ikki serligum mati, hvørki í Nøgd ella iNNihaldi. allíkavæl
er tað gott at keNNa tey týdningarmiklastu ráðiNi, um
tey skulu vera best møguligt fyri, tá íð tey útfolda seg.
Stutt sagt:
• Fylg Teimum 8 kosTráðunum
• eT Tey røTTu TíðspunkTini
• drekk vaTn
• HalT aFTur við
Tómum kalorium