Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 21. juni · Nr. 97 Sosialurin Áki Bertholdsen Samstundis sum tørvurin á búplássum til eldri, er akuttur, arbeiðir samgonga nú við eini ætlan um at niðurleggja yvir 30 pláss á verandi ellis- og røktarheimum og sambýlum kring landið. Hetta verður gjørt fyri at rationaliserað eldraøkið og sostatt fyri at spara pengar. Í hesum sambandi hevur Rósa Samuelsen sent limum í samgonguni eina ætlan um at niðurleggja hesi eldra plássini og at flyta búfólkið á tey nýggju ellis og røktarheimini, sum nú verða bygt. Hetta vátta fleiri keld ur í samgonguni fyri Sosial- inum. Men ongin av teimum vil leggja navn til, tí tey eru greið yvir, at hetta fer at vera eitt rættiliga umstrítt mál. Hinvegin vísa tey á, at í løtuni hava kommunur kring landið spent seg hart fyri fíggjarliga, fyri at at byggja ellir og røktarheim. Í hesum sambandi verða fýra ellis og røktarheim bygd í Vági, í Vestmanna, í Havn og í Klaksvík, fyri at nøkta ein bráðneyðugan tørv á búplássum til eldri. Eisini landsstýrið hevur ásannað, at tørvurin er akuttur og tí hevur landskassin eggja til at fáa gongd á bygging av eldrabýlum, tí tørvurin hevur verið so átrokandi. - Men skulu yvir 30 pláss nú niðurleggjast, er lítið vunnið, tí so eru vit aftur flutt langt aftur í tíðina, siga keldur í samgonguni fyri Sosalinum. Tí duga tey ikki at síggja nakað høpi í eini sparing, sum hesari. Ætlanin er at hesi tiltøkini skulu setast í verk longu næsta ár. Óhóskandi Tey plássini, sum talan er um at niðurleggja, eru pláss á sambýlum, sum verða mett at verða illa hóskandi til eldrabústaðir. Í hesum sambandi verður nevnt, at sambýli er á Tvøroyri, sum ikki verður mett at vera tíðarhóskandi bústaðir. Somuleiðis eru fleiri tveymanskømur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og ætlanin er eisini at gera tey til einmanskømur. Ætlanin er so at flyta tey búfólkini á nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági. Harafturat er eisini ætl- anin at niðurleggja eldra- pláss aðrastaðni í landinum og flyta búfólki á teir nýggju stovnarnir, sum verða bygd- ir. Ongin avgerð Rósa Samuelsen, lands stýriskvinna í almannamálum, hev- ur ongar stórvegis við- merkingar til málið. Hinvegin leggur hon dent á, at samgongan hevur álagt henni at seta sparingar í verk á almannaøkinum og at ongin møguleiki verður útihýstur. - Tilsamans skal hon spara 30 milliónir á almannaøkinum. Tær fyrstu 12 milliónirnar er ætlanin at spara við at strika automatisku hækkingina á almannaveitingum, sum vit greiddu frá í fríggjadagsblaðnum. So eru 18 milliónir eftir, sum skulu sparast upp á aðrar mátar. Men hon leggur kortini dent á, at ongin avgerð er tikin enn um nakað sum helst. - Vit eru í eini til- gongd fyri at kanna, hvørjar sparingar skulu setast í verk og vit skulu eisini kanna, hvørji tiltøk, politisk undir tøka er fyri at seta í verk. Kortini staðfestir Rósa Samuelsen, at hon hevur ongar trupul leikar at geva fólki, sum búgva í tv e y m a n s k a m a r i , mann sømilig kor. - Tað hoyrir ikki heima nú á døgum, at fólk, sum einki hava við hvørt annað at gera, skulu búgva saman, so eg havi ongar trupulleikar at bera so í bandi, at tey fáa betri umstøður, sigur hon. Yvir 30 pláss á ellisheimum sparast burtur FLYTINGAR Samstundis sum ellis-og røktarheim verða bygt til yvir 100 fólk fyri at nøkta ein akuttan tørv, ætlar samgongan nú at niðurleggja yvir 30 pláss á verandi sambýlum og Ellis- og røktarheimum og at flyta búfólki á teir nýggju stovnarnar FLYTA PENSJÓNISTAR Fyri at spara pengar, arbeiðir samgngan við møguleikanum um at flyta yvir 30 pensjónistar úr ellis- og røktarheiminum, ella sambýlinum, har teir nú búgva yvir á tey nýggju heimini, sum nú verða bygd