mánadagur 21. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vest er
gaard, hevur nú havt fund
ir við íslendska og norska
fiskimálaráðharran
um
makrelspurningin. Enn vant
ar at fáa í lag fund við fiski
vinnumyndugleikarnar í ES.
Á fundi við íslendska
fiskimálaráðharran
var
makrelspurningurin
tikin
fram, men hetta var ikki ein
formellur fundur um hetta
einstaka málið í so máta.
Hinvegin
var
fundurin,
sum
Jacob
Vestergaard
hevði seinasta hósdag við
norska fiskimálaráðharran
beinleiðis um makrel spurn
ingin.
– Nú verður so roynt at
fáa fund í lag við fiski vinnu
myndugleikarnar í ES, men
ES er eitt størri apparat, og
enn veit eg ikki, nær hetta
fer at eydnast. Enn er eingin
fundur avtalaður við ES,
men eg vænti, at vit fáa eina
avtalu um fund í hesi vikuni,
sigur landsstýrismaðurin.
Tó at tað eru tríggir partar,
sum verða róptir strandalond
í makrelhøpi, Føroyar, Noreg
og ES, er Ísland, sum eisini
fiskar makrel í egnum sjógvi,
partur av áhugamálunum hjá
Føroyum í so máta.
Ymisk sjónarmið
Jacob Vestergaard er ikki
stórorðaður um fundin við
norska fiskimálaráðharran,
Lisbeth BergHansen.
Tað er tí trupult at siga,
um hesin fundur fær nakra
ávirkan støðuna sum er
íkomin, nú Føroyar í London
herfyri ikki vildu skriva
undir
strandalandaavtalu
um býtið av felagskvotuni
av makreli fyri 2010.
Eftir fundin hevur Lisbeth
BergHansen sagt seg fegnast
um, at makrelspurningurin
er tikin upp á politiskum
stigi, men hon ásannar sam
stundis, at langt er millum
sjónarmiðini hjá Noreg og
Føroyum í hesum máli.
Spurdur,
hvussu
stór
ur okkara partur av felags
kvotuni hevði verið, um
Før oyar skrivaðu undir á
nevnda fundi, sigur Jacob
Vestergaard, at okkara part
ur í 2009 var sløk 4,7%, og
hann heldur ikki, at nøkur
ábending hevur verið um, at
føroyski parturin hevði verið
– og verður øðrvísi í eini
møguligari avtalu fyri 2010.
Dregur út
Teir næstu dagarnar hendir
einki í makrelmálinum, og
enn fari eg ikki at áseta
Føroyum eginkvotu. Breið
semja er um, at politiskar
samráðingar skulu verða við
partarnar, sum eru við í hesi
avtalu, og fyrr enn komið
er longri við hesum, hendir
einki. Í løtuni veit eg sum
nevnt ikki, nær vit sleppa á
fund við ES um spurningin,
sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin veit
annars at siga, at norski
fiski málaráðharrin
skal
hitta fiskivinnukommiserin
í ES ein av fyrstu døgnum,
og tá verður spurningurin
um makrelin eisini tikin upp
til umrøðu.
Endamálið við fund ar
um farinum hjá lands stýris
manninum
við
politisku
fiskiveiðimyndugleikarnar
í Ísland, Noreg og ES er at
greiða hinum pørtunum frá
føroysku
sjónarmiðjunum
í makrelspurninginum og
annars at deila sjónarmið um
henda spurning.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, hevur áður sagt, at
hann umhugsar at áseta
Før oyum eina eginkvotu av
makreli upp á 150.000 tons
fyri 2010, umframt tað, sum
útróðrarbátar kunnu veiða
við dyrging.
Siga vit, at hesi 150.000
tonsini kunnu seljast fyri í
miðal 6 krónur fyri kilo, er
talan um eina lítla miljard
krónur í veiðivirði.
Nú er óhugsandi, at allur
fiskurin kann virkast til
matna, tá talan er um so
stórar nøgdir, men tað er
ikki óhugsandi, at ein stórur
partur kundi verið frystur til
matna.
Føroyar eiga bara eitt
verksmiðjuskip, sum kann
virka fiskin umborð, og tað
er Norðborg hjá Kristian
Martini Rasmussen og syn
um hansara.
Uppi á landi hava vit
Faroe Pelagic í Kollafirði, um
framt at vit hava nógv onnur
fiskavirki, sum kanska kundu
bjóðað seg fram í kappingini
um fiskin.
Í aðrar mátar hava vit
fleiri frystigoymslur kring
landið,
sum
tilsamans
hava eina stóra frysti og
goymsluorku.
vilmund@sosialurin.fo
Langt millum
sjónarmiðini
um makrelin
MAKRELUR Jacob Vestergaard hevur nú havt
fundir við fiskimálaráðharrarnar í Íslandi og
Noregi um makrelspurningin, men enn er eingin
fundur avtalaður við fiskivinnumyndugleikarnar
í ES. – Nú mugu vit bíða, til hetta politiska
fundarumfarið er av, sigur landsstýrismaðurin
Í løtuni veit Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
ikki, nær Føroyar fara at taka endaligu avgerðina um makrelin
STEÐGUR
Ein miljard krónur í makreli
Í løtuni veit eg ikki,
nær vit sleppa á fund við
ES um makrelin