mánadagur 21. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin
í
fiski vinnumálum,
Jacob
Vest ergaard, legði hart út
seint í vár, tá hann tóktist
rættiliga
sannførdur
um,
at Føroyar fyri 2010 eiga at
áseta sær eina eginkvotu av
makreli. Hesi vóru sjónarmið
landsstýrismansins, tá ong
ar ábendingar annars vóru
um, at partarnir í stranda
landaavtaluni um makrelin
ikki vildu lata Føroyum ein
frægari býtispart. Føroyski
kvotuparturin, sum hevur
verið nevndur fyri 2010, er
150.000 tons.
Enn er tó eingin eginkvota
ásett, og framvegis bíðar
pelagiski flotin og føroyskt
vinnulív annars eftir at vita,
hvussu verður við kvotuni
fyri 2010.
Politiska skipanin í Før
oyum samdist herfyri um,
at
áðrenn
Føroyar
taka
mál ið um makrelin í egnar
hendur og áseta sína egnu
kvotu, skulu stig fyrst takast
til fundir á politiskum stigi
millum
Føroyar,
Ísland,
Noreg og ES.
Enn vantar landsstýris
manninum at hitta fiski
vinnukommiserin í ES, og í
løtuni er ikki greitt, nær ein
slíkur fundur verður.
Ikki nyttuleyst
Fáur man vænta, at politisku
samráðingarnar, sum nú eru
í gongd, fara at loysa upp fyri
einum størri kvotuparti til
Føroyar, men kortini heldur
landsstýrismaðurin
ikki,
at hendan tíðin og hesar
samráðingar eru til onga
nýttu.
– Breið semja er í Føroyum
um, at vit politiskt eiga at
royna at mýkja støðuna.
Hvussu hetta fer at eydnast,
er ivasamt. Sjálvur vænti eg
ikki, at vit røkka nógv longur
í løtuni. Eitt er skjalprógv
um, at nógvur makrelur
kann vera í føroyskum sjógvi
hesa tíðina av árinum – og at
fiskurin gýtir her, sum nú
eisini er staðfest. Tað er altíð
gott við góðum grundarlagi
undir ynskjum og krøvum
um býtisrættindi; annað er
styrkin hjá londunum, vit
standa upp ímóti.
Jacob Vestergaard vísir á,
at Noreg og ES hava avtalað
sínámillum, hvussu partarnir
býta tillutaða partin av
makreli ímillum sín, og tað
skal nógv til, áðrenn hesi
lond vilja geva burtur av
sínum parti.
Neyðug semja
Spurdur,
um
hann
sum
landsstýrismaður
kundi
hugsað
sær,
at
Føroyar
longu høvdu havt ásett sær
eginkvotu av makreli fyri
2010, sigur hann, at hesin
tanki er ikki langt burtur.
Men, tá slík stig skulu
takast, er umráðandi, at vit
sum tjóð standa saman, bæði
politiskt og vinnuliga, sigur
hann.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at tíðin dregur út, og nú
er spurningurin, um vinnan
annars hevur stundir at
fyrireika seg til eina stóra
veiði, har neyðugt sjálvsagt
eisini er, at fiskurin kemur
til høldar á bestan hátt.
Í løtuni fiska íslendingar
nógvan makrel í íslendskum
sjógvi, og royndir í føroyskum
sjógvi vísa, at mrakrelurin
er góður til matna beint í
løtuni.
Jacob Vestergaard hevur
annars ongar trupulleikar
við at góðtaka at roynt
verður frá politiskari síðu
at mýkja støðuna millum
londini, sum eru partur í
makrelmálinum.
Lat okkum nú royna
henda leistin fyrst. Spyrst
einki burtur úr, hava vit
eisini gjørt hesa royndina
at tosa okkum til sættis
á politiskum stigi, og tað
kann bara vera positivt,
sigur
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum,
sigur
hann.
Býtisparturin
Føroyar
komu
við
í
strandalandaavtaluna
um
makrelin fyri 10 árum síðan,
men bæði vinna og politiska
skipanin í Føroyum halda
ikki, at okkara býtispartur,
sum liggur niðanfyri 5% av
samlaðu makrelkvotuni, er
nóg stórur.
Avtalan
um
makrelin
gongur út við ársenda á
hvørjum ári, og tá Føroyar
fóru til nýggjar samráðingar
við Noreg og ES um býtis
partin, var føroyska krav
ið í minsta lagi 15% av
heildarkvotuni.
Hvørki Noreg ella ES
hava viljað boygt seg og
undir teimum samráðingum,
sum hava verið um býtið av
felagskvotuni, hevur ikki
verið upp á tal, at Føroyar
kunnu fáa ein frægari býtis
part.
Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Í fjør og partvís í fyrra
ári gjørdu einstakir út
róðrarbátar royndir at
veiða makrel við dorg.
Royndirnar
vístu,
at
hetta væl letur seg gera,
og í ár hava enn fleiri
útróðrarmenn gjørt seg
út við nýggjum og betri
skipanum til hesa veiði.
Enn bíða menn tó eftir,
at Fiskimálaráðið fer at
skriva út loyvi til veiði
eftir makreli.
Landsstýrismaðurin,
Jacob Vestergaard, sigur,
at
í
prinsippinum
er
einki sum forðar einum
út róðrarmanni at veiða
makrel.
– Tað hevur ikki ver
ið vanligt at av marka
royndina hjá útróðrar
monnum eftir ávísum
fiska sløgum, og tá fisk
urin er veiddur – antin
tað er makrelur ella annar
fiskur – er ikki loyvt at
tveita fiskin í havið aftur.
Jacob
Vestergaard
sigur, at Fiskimálaráðið
tó hevur latið menn, sum
hava spurt seg fyri, vita,
at ráðið ynski at kunna
fylgja veiðini og gongini
við makrelinum annars.
Tí hava vit sagt, at
vit eisini fara at skriva
út loyvir til dyrging eftir
makreli, tá fiskiskapurin
kann byrja, sigur lands
stýris maðurin.
Vilmund Jacobsen
Bátar kunnu
dyrgja eftir
makreli
MAKRELUR Tað er einki,
sum forðar útróðrarmonnum
í at fiska makrel, men
landsstýrismaðurin hevur
sagt, at best er, um bátarnir
fáa loyvi úr Fiskimálaráðnum,
áðrenn lagt verður til brots
Gagnligt at tosa
MAKRELUR Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur, at
politiska fundarumfarið, sum nú er um makrelin, er gagnligt – eisini,
um einki ítøkiligt spyrst burtur úr. – Nú fáa vit so høvi politiskt at
leggja okkara sjónarmið fram fyri hvørjum øðrum, sigur hann
Tað er einki, sum bendir á, at Noreg og ES eru sinnað at tilluta Føroyum ein størri býtispart av samlaðu makrelkvotuni
MÝKING
Í prinsippinum er
einki sum forðar einum
út róðrarmanni at veiða
makrel