mánadagur 21. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
12
Sosialurin
Kjak
Sjúrður Skaale
»Hvíta bókin« hjá Einari Már
Guðmundsson er ikki bara
eitt lemjandi ákærurit móti
teirri Íslendsku yvirstættini,
hvørs perversi grammleiki
koyrdi landsins búskap í
knas.
Bókin er eisini eitt slag
av læknabók hjá okkum í
Før oyum. Tí áðrenn Ísland
legð ist á songina, vóru nógv
sjúku tekin at síggja. Og eru
vit til vit að um hesi sjúku
tekin, kunnu vit, meðan tíð
er, fyribyrgja at vit enda í
somu støðu.
Tað
mest
álvarsama
sjúku tekini, sum er líka
sterkt í Før oy um sum tað
var í Ís landi, er, at velj ar ar
nir ikki vita, hvat teir fáa
fyri atkvøðuna. Nærum øll
vallyfti í Føroyum eru følsk
marknaðarføring. Politiska
skipanin livir sítt egna lív, og
veljarin hevur næstan onga
ávirkan á nakað.
Vónandi
hevur
tann
nevnd, ið skal endurskoða val
lógina, onkran munadyggan
heilivág móti hesum.
Pressan
Eitt annað sjúkutekin í Ís
landi var, at fíggjarvaldið og
politiska valdið keyptu sær
ræði á pressuni.
Már Guðmundsson skriv
ar m.a.: »Fjølmiðlarnar løgdu
tey pengasterku undir seg,
almenna kringvarpið und
an tikið,
men
tað
høvdu
høgra sinnaðir politikkarar
í hond um, tíðindatænastan
mang an lítið meir enn eitt ilt
av eini deild hjá hesum kreft
um.«
Eitt púra fræls pressa er
avgerandi fyri, at fólkaræði
kann fungera.
Tí tók eg tað upp, tá
Dimma avdúkaði, at Jørgen
Nicla sen,
við
almennum
peng um, hevði keypt sær
um røðu í Kringvarpinum.
Jørgen hevur nú svarað
mín um spurningum. Og svar
ið sýnir ein hugburð, sum er
ófrættakendur.
Redaktiónsleiðarin
Royn einaferð, kæri lesari, at
hugsa tær, at tað er redak
tørurin á Degi & Viku, sum
sigur hetta:
»Tískil varð mett, at tað
var viðkomandi at geva Før
oya fólki sum heild inn lit í,
hvat arbeiðið fyri gransk ing
ar sáttmálan snýr seg um, og
hvussu ein slík undirritan
fer fram. Eisini var tað mett
viðkomandi at geva eina
ítøkiliga mynd av, hvussu
sam starvið við ES fer fram.«
Hugsa tær at redaktørurin
heldur fram:
»Við at geva fjølmiðli
møgu leika at koma við til
Brúss el, var møgu leiki hjá
Kring varpinum at fáa sjón
ar mið ini hjá ES við og tosa
við viðkomandi fólk úr ES
kervinum. Hetta var mett
at lata upp fyri møgu leik
anum eisini at nýta ES kervið
sum beinleiðis keldu, sum
kundi viðføra ein breiðari
tíðindaflutning um gransk
ing ar sátt mál an,
tí
onnur
sjón ar mið enn tey hjá Uttan
ríkis ráð num kundu verða
drigin við í tíð inda flutn
ingin.«
Hetta gevur avgjørt mein
ing. Hetta er logiskt. Um tað
altso er ein redaktørur, sum
sigur tað.
Síðani skuldi redaktørurin
eisini gjørt av, hvør journal
istur var best skikkaður at
lýsa umrødda mál, og givið
viðkomandi uppgávuna.
Jørgen
Trupulleikin – tann sera stóri
trupulleikin – er, at tann,
sum ger hesa journalistisku
meting av málsøkinum hjá
Jørgen Niclasen er ... Jørgen
Niclasen!
Og tað er verri enn!
Jørg en hevur eisini, við al
mennum pengum, rindað
fyri, at hansara hugsan um
journalistiskar raðfestingar
kann fremjast í verki!
Og tað er verri enn! Jørg
en hevur eisini gjørt av, júst
hvør journalistur skal hava
uppgávuna! Allar tær met
ingar,
sum
redaktørurin
skuldi gjørt, hevur Jørgen
alt so gjørt.
Var einaræði í Føroyum,
hevði hetta verið natúrligt.
Men í einum fólkaræði er tað
eitt sjúkutekin.
Og tað er verri enn! Tí
í svarinum til mín dugir
Jørgen als ikki at síggja, at
hann hevur gjørt nakað
galið...
Politiskt stýrd tíðindi
Og tað er verri enn!
Tí Jørgen Niclasen er for
maður í einum politiskum
flokki, sum ikki vil hoyra
talan um, at Kringvarpið
fær rúmari ræsur at gera
sjálvstøðugar, redaktionellar
raðfestingar.
Jørgen gongur eina aðra
leið: Tað, sum Jørgen heldur
skal raðfestast – tað rindar
hann beinleiðis fyri við al
mennum pengum!
Um hetta ikki fær onkrar
avleiðingar, so kunnu vit
bara hugsa okkum, hvat tað
næsta verður:
Annika Olsen kann rinda
journalistum fyri at lýsa
hennara royndir at fremja
kommunusamanlegging.
Helena Dam á Neystabø
kann rinda fyri innsløg um
hennara skúlareform.
Jóannes Eidesgaard kann
keypa innsløg um arbeiðið at
gera fíggjarlóg.
Tað, sum Jørgen hevur
gjørt, kann tykjast sum eitt
lítið mál. Men tann fyrsti
krabbaknykilin í kroppinum
er eisini lítil!
Hetta er eitt sjúkutekin,
sum skal takast í álvara.
Verður tað ikki steðga, enda
vit sum eitt annað Cuba.
Onnur dømi
Fólk hava sagt, at Jørgen ikki
er tann fyrsti, sum keypir
sær umrøðu. Fari eg víðari
við hesum, siga tey, verður
ljóskastarin bara settur á
onnur mál. Kanska mál hjá
onkrum tjóðveldisfólki.
Tað er rætt. Tað finnast
helst dømi, sum minna um
hetta.
Men júst henda hugsan er
eisini eitt sjúkutekin.
Ein vandi í politikki er,
at nógv hava beinagrindir
í skápinum – ella kenna
onkran, sum hevur. Og í
staðin fyri at gera vart við
rotinskap, verður endamálið
tá at fjala útyvir rotinskap.
Ein »professionellur loy
ali tetur« vinnur fram, sum
byggir á henda logikk: »Sigi
eg hetta um hann, so sigur
hann nokk eisini hitt um
meg. Men tigi eg við hesum,
so tigur hann nokk eisini við
hinum«.
Jørgen hevur uttan iva
okkurt at »skjóta aftur við«.
Men óttast vit hetta, verður
endin, at øll velja at tiga um
alt.
Ósamsvar
Ein onnur, meira ítøkilig
orsøk til at eg fari víðari
við hesum er, at ósamsvar
er millum tað, sum Jørgen
Niclasen sigur í sínum svari
til mín fríggjadagin, og tað,
sum Miðlahúsið sigur um
ferðina til Washington.
Í svarinum sigur uttan
ríkisráðharrin at »í sambandi
við arbeiðsferðina hjá utt an
ríkisráðharranum til Wash
ington var óformlig samrøða
við Rás 2 um møguliga at
hava tíðindafólk við á ferð
ini.«
Men sambært Miðla hús
inum var tað ein útvaldur
journalistur á Rás2, sum, per
sónliga, fekk tilboð um at fara
við Jørgeni til Washington.
Tí havi eg spurt Jørgen
Niclasen nærri um hetta,
eins og um tær juridisku
heim ildirnar fyri hansara
samstarvi við journalistar.
Jørgen Niclasen: Ráðharri
og redaktørur
Jørgensa roynd at keypa og stýra pressuni er eitt sjúkutekin í okkara
politisku skipan. Fær tað ongar avleiðingar, er eisini tað eitt sjúkutekin
Tíðindaskriv
Studni
Tá ið Stuðulsstovnurin
varð settur á stovn í 1988,
varð
fyrst
og
fremst
hugs að um peningaligan
stuðul, tá ið orðið ”stuð
ul” varð nevnt, t. d. stuð
ul til fiskivinnuna ella
lestrarstuðul. Í dag hev
ur ”stuðul” ofta merk
ingina: at stuðla menn
ingartarnaðum ella fólki
við sálarligum ella likam
ligum breki. Tað er ikki so
sjáldan, at starvsfólkini
á
Stuðulsstovninum
møta hesi uppfatan, tá ið
tey siga, at tey arbeiða á
Stuð uls stovn inum. Hetta
er ein av orsøk unum til
navna broyt ingina.
Ein onnur orsøk til
at broyta navnið er, at
Stuðulsstovnurin
ofta
verður blandaður saman
við aðrar stovnar. Talan er
altíð um stovnar, ið taka
sær av fólki við breki. T.d.
hevur Stuðulsstovnurin
ofta
verið
blandaður
saman við Sernámsdepilin,
og fólk hugsa ofta eisini
um
Stuðulstænastuna
hjá
Nærverkinum
og
Stuðulsfólkaskipanina
hjá Almannastovuni, tá ið
tosað verður um Stuðuls
stovnin. Aðrir líknandi
stovnar eru Stuðulsstovan
og Stuðulstoymið.
Hví Studni?
Grundgevingarnar
fyri
at velja orðið Studni sum
nýtt navn eru fleiri:
• Studni er gamalt før
oyskt orð, ið ikki verður
nýtt longur. Studni er
óbundið kallkynsorð,
ið
bendist
studni,
studna, studna, studna.
Orðið merkir sambært
móðurmálsorðabókini
kjølfesti, og dømini, sum
verða nevnd eru: ”legg
ein studna í bátin (t.d.
ein stein)”, og ”báturin
hevði fingið ein studna
av fiskinum”. Sagnorðið
”at studna” merkir at
styðja, og dømini, ið
verða nevnd her, eru:
”eg ætli mær at studna
hann tað, eg kann”,
og ”báturin var væl
studnaður (væl av fiski
í honum, kjølfestur)”.
Kallkynsorðið ”studn
að ur” merkir stuðul,
styrkur, studni og hjálp.
Dømið, ið verður nevnt
í hesum førinum er:
”vit skulu bera okkum
studnað í bátin, áðrenn
vit fara”.
• Studni er snøgt, stutt
orð,
ið
bert
hevur
altjóða bókstavir. Hetta
ger, at heimasíðan og
eftirnavnið í teldu post
adressum verður tað
sama sum í navninum.
• Studni skapar huga
samband (associatiónir)
til orð sum studning,
stuðul, student og at
studera. Harafturat er
nógv myndamál í hes
um, sum er sagt, serliga
tað at kjølfesta tey
ungu, at geva teimum
eina barlast fyri lívið
við at geva teimum
fíggj arligan stuðul og
har við møguleikan at
fáa eina útbúgving.
• Sum nevnt omanfyri, er
Studni lætt at benda, og
tað fer kanska at styrkja
bendingarkensluna
hjá teimum ungu, sum
fyrst og fremst vera
tey, ið hava samband
við Studna.
Hugskotið til navnið eigur
John Dalsgarð. Í samband
við navnaskiftið hevur
Studni
fingið
nýggja
heima síðu www.studni.fo
Studni – nýggja
navnið á
Stuðuls
stovninum